Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ein hópur av børnum og vaksnum vóru savnaði til tiltakið við gamla handilin hjá Olivari í Runavík, tá ið jólaskipið legði at við bátabrúgvarnar mikukvøldið fyri jól JÓLAHÝRUR Orð & myndir: Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var kalt í veðrinum, men turt og nossligt. Fólk høvdu sum heild latið seg væl í, og øll vóru í rættilig- um jólahýri. Tiltakið, »Gomul Jól í Heiðunum«, er á hesum øki, sum hetta kvøldið var gjørt serliga hugnaligt við brennandi ljósum. Spenningurin hjá børn- unum var stórur, tá ið væl pyntaða jólaskipið – alt skrýtt við lýsandi perum – stevndi inn í bátahylin, samstundis jólamaður og hjálparfólk hansara sendu upp fýrverk, ið lýsti upp vánna. So hvørt, sum skipið nærkaðist, hoyrdust rópini frá jólamanninum, og nú kom rættiligur stemningur í stóru mannamúgvuna sum bíðaði. Skipið legði at, og í land komu jólamenn, nissukona, nissugentur og nissubarn. Øll komu tey niðaneftir bátabrúnni – jólamaðurin við rópara, nissur við posa og nissur við guitara. Við gamla handilin hjá Olivari hevði Runavíkar kommuna sett upp ein pall, har allar nissurnar fóru uppá at syngja og dansa fyri teimum mongu børn- unum og vaksnu, sum vóru komin til tiltakið. Undirhaldið á pallinum eydnaðist væl og við tað, at pallurin var rímiliga høgur, sást framførslan væl, hóast stúgvandi fult var av fólki. Áðrenn jólamaðurin og hjálparfólkini hjá honum fóru avstað aftur við jóla- skipinum, fingu øll børnini bomm og sleikisneisir. Tiltakið vardi tað mesta av einum tíma. Væl nøgd Á Kunningarstovuni hjá Runavíkar kommunu eru tey væl nøgd við hetta fyrsta tiltakið av sínum slagi í fleiri ár. – Tað eru eini 10 ár síðan, at eitt jólaskip seinast vitj- aði kommuna, men nú ætla vit at fáa vitjan av jólaskipi hvørt ár. Rannvá Troest heldur, at umhvørvið rundan um til- takið riggaði sera væl, nú »Gomul Jól í Heiðunum« eisini er á økinum. – Børn og vaksin, sum komin vóru í góðari tíð, kundu fáa sær ein drekka- munn, meðan tey bíðaðu. Hon sigur, at tey um- hugsa at útbyggja tiltakið til komandi jól, soleiðis at meira verður gjørt burtur úr løtuni, áðrenn skipið kem- ur. – Vit kundu eitt nú hugs- að okkum, at hornorkestrið var við og setti sín dám á løtuna, sigur Rannvá Tro- est. Nr. 248 - 28. desember 2004 9 Jólaskipið kemur inn ímóti bátabrúgvunum. Alt er upplýst við ørgrynnu av perum og fýrverki Jólamaðurin gongur fremst við "rópara". Aftanfyri hann koma hjálparfólkini – onkur við posa og onkur við guitara Eitt nissubarn er eisini við… Nissu-gentur undirhalda við dansi Jólamaður og hjálparfólk undirhalda á pallinum Hópur av fólki tók ímóti jólaskipinum Hópur av fólki – bæði børnum og vaksnum – taka ímóti Hesin spælir guitar niðaneftir bryggjuni