týsdagur 28. desember 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 29. desember 2004
9
Hóast fleiri av
hennara starvsfeløg-
um í hárfríðkanar-
yrkinum eru ørg um
kodapengarnar, hev-
ur eigarin av Salong
Viviann, Viviann
Slyne, ikki stórvegis
trupulleikar av
kravinum frá Koda.
-Verða kodapengarnir
umsitnir rætt og fara
til tey røttu fólkini,
gjaldi eg fegin, tí
pengarnir fara til eitt
gott endamál, sum er
at stuðla føroyskum
tónleikarum, sigur
Viviann Slyne
KODAPENGAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Seinasta árið hava fleiri
hárfríðkanarstovur í høv-
uðsstaðnum verið í opnum
stríði
við
felagsskapin
Koda, sum umsitir upp-
havsrættindi hjá tón-lista-
fólki. Koda hevur kravt av
hárfríðkanarstovunum, at
tær rinda kodapengar fyri at
lata viðskiftafólk lurta eftir
útvarpinum, meðan tey fáa
hárið gjørt. Hetta krav hev-
ur elvt til stóra misnøgd
millum hárfríðkanarstov-
urnar.
Tað eru kortini ikki allar
hárfríðkanarstovur í høv-
uðsstaðnum, sum halda at
kravið frá Koda er órímul-
igt. Ein teirra er Viviann
Slyne, sum eigur Salong
Viviann. Seinastu fýrá árini
hevur hon á hvørjum ári
latið Koda 3000 krónur fyri
at hava útvarpið standandi
frá í salongini.
Stuðlar tónleikinum
Tað eru eftirhondini nøkur
ár síðan, at Koda gjørdi
Viviann Slyne greitt, at hon
átti at rinda kodapengar fyri
at hava útvarpið frá í
salongini.
– Av tilvild klipti eg
einum advokati um tað
mundi, og eg bað tí hann
kanna málið fyri meg.
Hansara niðurstøða var, at
lógin
um
upphavsrætt
fevndi eisini um meg, og tí
gjørdi eg av at gjalda alt
fyri eitt, greiðir Viviann
Slyne frá.
Hóast fleiri av hennara
starvsfelagum í hárfríðkan-
aryrkinum eru ørg um krav-
ið frá Koda, hevur Viviann
ikki stórvegis trupulleikar
av gjaldinum.
– Í lógini stendur greitt,
at vit skulu rinda pengarn-
ar, og tá er lítið at gera.
Verða kodapengarnir um-
sitnir rætt og fara til tey
røttu fólkini, gjaldi eg
fegin, tí teir pengarnir fara
til eitt gott endamál, sum er
at stuðla føroyskum tón-
leikarum, ið frammanund-
an hava ring kor í Føroyum,
vísir Viviann Slyne á.
Hugna um
Kjarnan í trætuni millum
Koda og hárfríðkanarstov-
urnar í høvuðsstaðnum
hevur verið, hvørt hárfríðk-
anarstovurnar nýta tónleik-
in í útvarpinum sum undir-
hald hjá viðskiftafólkunum
ella um útvarpið stendur frá
sum bakgrundsljóð, sum á
flest øllum øðrum arbeiðs-
plássum í Føroyum.
Viviann Slyne er sann-
førd um, at tónleikurin,
sum antin er at hoyra úr
fløguspælaranum ella út-
varpinum, fyrst og fremst
verður spældur fyri at
hugna um í hárfríðkanar-
stovunum, og tí skal tón-
leikurin bólkast sum undir-
hald hjá kundanum.
Gav skarvin yvir
Í Útvarpi Føroya kom í gjár
undan kavi, at Hárfríðkan-
arfelagið
hevur
givið
skarvin yvir í stríðnum
móti Koda.
Seinasta árið hava tríggj-
ar
hárfríðkanarstovur
í
Havn fingið vitjan av um-
boðsmonnum hjá Koda,
sum vildu hava tær at
gjalda kodapengar fyri at
lata viðskiftafólk lurta eftir
Útvarpi
Føroya.
Allar
tríggjar hildu, at kravið var
órímuligt, men tvær teirra
gjørdu kortini av at rinda
pening til Koda.
Tann tríðja, Tóta Søren-
sen, sum eisini er forkvinna
í
Hárfríðkanarfelagnum,
tvíhelt kortini um, at hon
ikki ætlaði at rinda pen-
ingin, sum Koda kravdi.
Tóta varð tí stevnd, og hon
var til reiðar at fara í rættin
fyri at halda upp á sítt. Eftir
ætlan skuldi hon í rættin í
morgin, men eftir ráðum
frá sakførara sínum hevur
hon gjørt av skarvin yvir, tí
útlitini
fyri
at
vinna
sakarmálið vóru lítil og
eingi.
Ein av »the grand
old men« í føroyska
tónleikalívinum,
Gissur Patursson,
heldur at mót-
støðan av Koda í
Føroyum kemur av
vantandi upplýsing
og vantandi virðing
fyri tónleiki millum
føroyskar fyritøkur
KODAPENGAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Tað hevði ongantíð
komið fyri, at ein hár-
fríðkanarstova
ella
svimjihøllin høvdu biðið
Jóanis Nielsen lisið yrk-
ingar upp, uttan at hann
fekk pengar afturfyri.
Gissur Patursson hevur
seinastu mongu árini
havt fingurin á pulsinum,
hvat føroyskum tónleika-
lívi viðvíkur. Hann er av
teirra greiðu áskoðan, at
vantandi virðingin hjá
føroyskum
fyritøkum
mótvegis tónleikarum er
orsøkin til, at tvídráttur
hevur tikið seg upp mill-
um Koda og føroyskan
vinnulív.
– Eg kenni tað í ávís-
um førum so, at føroysk-
ar fyritøkur nassa upp á
tónleikarnar. Tað er gam-
aní hjá fyritøkunum akt-
ivt at nýta tónleik fyri at
viðskiftafólkini
skulu
kenna seg betur, men
fyritøkurnar vilja kortini
ikki rinda fyri tónleikin,
og tað kann ikki vera
rætt, sigur Gissur Paturs-
son.
Hann heldur tað er
ógvuliga harmiligt, at
hugburðurin hjá føroysk-
um fyritøkum hevur ver-
ið, at »kodagjaldið er ein
rokning, sum eg vil
sleppa undan at gjalda«,
sum hann málber seg.
– Hatta er ein ótrúliga
keðiligur hugburður. Vilt
tú hava tónleik, so mást
eisini rinda fyri hann. Í
øllum øðrum Norðan-
londum er tað ein sjálv-
fylgja, at fyritøkur, sum
spæla
tónleik
gjalda
pengar til koda, men
hesin hugburður hevur
ikki í nóg stóran mun
vunnið frama í Føroyum,
vísur Gissur Patursson á.
Vantandi upplýsing
Gissur Patursson vísir
kortini á, at Koda í Før-
oyum eisini er noytt til at
taka í egnan barm, hvat
upplýsing
viðvíkur.
Vantandi upplýsingin er
ein orsøk til, at Koda
hevur so nógv mótstøðu-
fólk millum føroyskar
fyritøkur
– Vit mugu ásanna, at
upplýsingin um Koda
ikki er á so høgum støði í
Føroyum
sum
aðra-
staðni. Vit mangla snøgt
sagt upplýsing, tí vant-
andi upplýsingin hevur
við sær, at vanligi brúk-
arin, sum er vanur við at
rinda fyri telefon ella
streym, ikki vil rinda fyri
tónleikin, sum verður
spældur, hóast tað í
roynd og veru átti at ver-
ið ein útreiðslu á sama
stigi
sum
reingerð,
streym og telefon hjá
fyritøkunum, sigur Giss-
ur Patursson.
Hann leggur afturat, at
hóast langt er á mál er
hugburðurin
mótvegis
Koda batnaður seinnu
árini.
– Átøkini í svimjihyl-
inum og hárfríðkanar-
stovunum er stig rætta
vegin. Eg vóni vit koma
enn longri í komandi ár,
og vónandi verður tað
ein sjálvfylgja um nøkur
ár, at fyritøkur rinda fyri
at spæla tónleik fyri
viðskiftafólkunum,
greiðir Gissur Patursson
frá.
Viviann rindar fegin
Neyðugt at broyta
hugburð
– Eg kenni tað í ávísum
førum so, at føroyskar
fyritøkur nassa upp á tón-
leikarnar. Tað er gamaní
hjá fyritøkunum aktivt at
nýta tónleik fyri at
viðskiftafólkini skulu
kenna seg betur, men
fyritøkurnar vilja kortini
ikki rinda fyri tónleikin,
og tað kann ikki vera rætt,
sigur Gissur Patursson
Mynd: Savnsmynd
Verða kodapengarnir umsitnir rætt og fara til tey røttu fólkini, gjaldi eg fegin, tí teir pengarnir fara til eitt gott endamál, sum er
at stuðla føroyskum tónleikarum, ið frammanundan hava ring kor í Føroyum, vísir Viviann Slyne á
Mynd: Jens Kristian Vang