Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 80 30 5 Gunnar Nielsen Er aftur í føroyska málinum og tað hoyrdist eisini væl á tóma leikvøllinum, har stýrandi røttin hjá havnarmanninum í Íslandi mangan var at hoyra. Hevur eina nýgg ja miðverju frammanfyri seg, og ein blaðungan miðvallara í Magnusi H. Jacobsen, saman við Rógva Baldvinssyni, á verjukenda miðvøllinum. Gunnar er prísgivin í fyrra málinum, tá tríggir mans missa ella tapa sín tvídyst, men kemur út í seinna málinum, men tað er ikki samsvar millum verjuna og málverja. Tí sleppur litaviski miðvallarin lættliga at renna millum málverja og verju at stúta bóltin í málið. Annars ein javnt avrik frá málverjanum. 4.5 Gilli Rólantsson (Út 61.min) Er í holt við eitt torført tíðarskeið í síni yrkisleið, har sáttmálastøðan í Brann og sjúkrastøðan við korona, hevur ávirkað nógv seinastu tíðina. Trongisvágsingurin vísti í løtum tann Gilla, sum vit øll vilja síggja, men tað eru eisini løtur, har hann ikki rakar sín støði. Millum annað kemur hann tvær ferðir á skeivu síðu av mótstøðumanninum og má gera fríspark. Hartil restar eitt sindur í álopsspælinum. 4 Bartal Wardum Kom við upp á avboð í yvirtíðini, so tað er hart at revsa FM- vinnarar fyri fyrra hálvleik, har teir flestu spældu undir miðal, samstundis sum fleiri nýggir vóru á vøllinum. Sá eitt sindur tungur út í fyrra hálvleiki, har hann ikki fær ruddað vekk eftir innlegg, og ikki skumpar út, tá innleggið til 2-0 kemur. Spælir seg upp í seinna hálvleiki, tá føroyska liðið flytur bóltin longur fram. 4.5 Heðin Hansen Stendur eitt sindur sterkari í myndini, tí málini kom gjøgnum síðuna hjá Bartali, umframt at Heðin er sterkari í uppspælinum, sum vit eisini fingu eitt dømi um ella tvey í seinna hálvleiki. Tað kann undrast eitt sindur, at hann ikki fekk nakrar minuttir á miðvøllinum, tí har verður brúk fyri einum manni til dystin leygardagin. 4 Viljormur Davidsen (Út 46.min) Liðskiparin hevur ikki spælt í seinastu hjá Vejle BK, og tað sást til tíðir. Hevði liðskiparabandið um armin og tað er eisini uppiborið, eftir so nógv ár á landsliðnum, men tað sást ikki ordiliga aftur á spælinum. Manglar framvegis eitt sindur av kanti í framdriftini, men hesa ferð kann hann illa lastast fyri tað, tí alt liðið spældi illa í fyrra hálvleiki. 4 Sølvi Vatnhamar (Út 46.min) Kemur ikki til nakað í álopsstøðu í hesum dystinum, uttan at vinna liðnum okkurt innkast. Arbeiður altíð hart og er ein fastur partur av landsliðnum. Skal helst spæla ein týðandi leiklut leygardagin móti Lettlandi. Tað sást kanska eitt sindur á avrikinum 4 Magnus H. Jacobsen (Út 57.min) Fekk sín elddóp á miðjuni. Hevur nakar dygdir, sum Håkan Ericson gjarna vil royna og okkurt tí sloppu vit at síggja. Hann leitar eftir loysnum við bóltinum, er djarvur í tvídystunum, men tað kostaði eisini eitt gult kort tíðliga dystinum. Tað tóktist merkja unga mannin, sum helst skuldi havt verið meiri klárur upp á leysn bóltin, sum verður skotin í málið til 2-0. 3 Rógvi Baldvinsson (Út 61.min) Hóast hann hevur spælt í triðjbestu deildini í Norra, so hevur hann megnað at víst seg frá síni sterku síðu á landsliðnum, men mikukvøldið sá hann út sum ein spælari í 3. deild í Norra. Missur í báðum málunum sín mann, kemur ikki væl frá framrættaða spælinum og tykist ikki eins væl fyri, sum tá hann hevur verið upp á tað besta. Spældi seg helst av landsliðnum til dystin móti Lettlandi, um hann ikki vísur okkurt til venjingarnar. 4 Kaj Leo í Bartalsstovu Gav Lars Olsen mangt høvuðbrýggj, tí hann kann so nógv, men so lítið kemur burturúr. Soleiðis var eisini í fyrsta dystinum undir Håkan Ericson. Hevur teknikk og kvikleika á altjóða stigi, men kláraði eitt nú ikki at fáa hornaspørkini innfyri. Vísti í løtum, at hann kann nógv, men vísti eisini at tað kemur for lítið úr printaranum. 4 Meinhard E. Olsen (Út 46.min) Hevur viðvind í GAIS, har hann fær væl av spælitíð, men tað sást ikki aftur í fyrra hálvleiki móti Litava. Ein áleypari er tengur av uppspælinum, sum ikki var gott. Tí fekk hann ikki nógv burturúr, men tað restaði eisini eitt sindur í, tá vit hugsa um at Meinhard spælir fast í næstbestu deildini í Svøríki. Litava-Føroyar 2-1: Tað vóru fleiri avrik á føroyska liðnum, sum vóru misjøvn, men tað skal ikki taka mótið frá nøkrum. Hetta var ein venjingardystur, sum bara bleiv spældur tí UEFA hevur kravt at hann skuldi spælast. Tað sást aftur Spælarametingar: HILMAR LEON STÓÐ HILMAR LEON STÓÐ ROYNDINA ROYNDINA SUM LANDS­ SUM LANDS­ LIÐS­SPÆLARI Í FÓTBÓLTI LIÐS­SPÆLARI Í FÓTBÓLTI TRÓNDUR ARGE Føroyska landsliðið reisti seg í seinna hálvleiki, tá spælarar sum Hallur Hans­son og Brandur Hendriksson komu á vøllin, men sum heild var talan um ein beint undir miðal liðavrik. Serliga í fyrra hálvleiki eru fleiri nýggj nøvn á vøllinum og tað sæst eisini aftur á avrikinum. Tað er heldur ikki undarligt, at spælarar sum ongantíð hava spælt saman, ella spælarar, sum eru komnir við í evstu løtu, ikki eru heilt klárir upp á sína upp­ gávu. Landsliðið hevði tveir dagar at fyrireika seg í. Tað sæst aftur og skal íroknast. Hetta var ein venj­ingar­dystur, og til tíðir sá tað meiri út sum ein venjing. Stóran søgan fyri føroyska landsliðið er 23 ára gamli Hilm­ ar Leon Jakobsen, sum 12. januar spældi HM-undan­kapp­ingar­ dyst fyri hondbóltslandsliðið, og nú spældi á føroyska fót­ bólts­lands­liðnum. Hann stóð royndina.