Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. november 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 80 31 5.5 Hilmar Leon Jakobsen Stóð eisini royndina sum landsliðsspælari í fótbólti. Sum hondbóltsspælari hevur hann mangan verið ein hóttan móti málinum hjá mótstøðuliðnum. Hesa ferð var hann ein hóttan móti málinum hjá Litava við sínari styrki, avsetti og góða bóltførleika. Hann var kanska tann stinnasti á vøllinum at taka bóltin til sín, og samstundis verða róligur. Hann átti stóran lut, tá Gunnar Vatnhamar skoraði sítt fyrsta mál. Hartil eru innkøstini ein støðug hóttan. Hann hevur ikki spælt sín seinasta landsdyst. 6 Gunnar Vatnhamar (Inn 46.min) Kom inn í seinna hálvleiki fyri eldra beiggan, og tók plássið hjá honum í høgru. Skoraði sítt fyrsta landsliðsmál, tá hann í yvitíðini skorar tætt undir málinum eftir hornaspark. Kom eisini í skotstøðu, eftir uppspæl í vinstru. 6 Dan í Soylu (Inn 46.min) Kom inn til seinna hálvleiki og fekk sett eitt sindur av lív í miðvøllin. Er kvikur og knappur í vendingini. Tað kom liðnum til góðar. Serliga tá bólturin skal flytast skjótt. Kom eisini í skotstøðu, men rakti ikki bóltin so væl, sum hann ætlaði. 6 Ári M. Jónsson (Inn 46.min) Kom inn á vinstra bakkin og setti lív í. Hevði fleiri góðar renningar framvið í vinstru, har hann var ein støðug hóttan, men tað mundi eisini gingið galið í hinum endanum. Hevur ein kant í sínum álopsspæli, ið eitt føroyskt landsliðslið hevur brúk fyri. 6 Brandur Hendriksson (Inn 57.min) Tað gjørdi stóran mun, at skálvíkingurin kom inn á miðjuna. Hann er klárt tann besti føroyski bóltspælarin, sum vit hava. Hann setur ferð á spælið og finnur mangan tær røttu loysnirnar, tá vit skulu byggja upp. Hann verður saknaður móti Lettlandi 6 Hallur Hansson (Inn 61.min) Kom inn og gjørdi mun. Hann hevur nakað yvir sær, sum kanska ikki altíð sæst so væl, hesa ferð kom hann inn og tí sleppur tú at síggja hvønn mun hann ger. Alt gekk eitt sindur skjótari og tað er meiri vilji yvir tí, tá liðskiparin er á vøllinum. 5 Jóannes K. Danielsen (Inn 61.min) Komi inn á høgra bakkin og gjørdi tað enn eina ferð skilagott. Trívist væl, tá føroyska liðið er í álopsstøðu og spælir við einum ávísum sjálvsáliti. Tað er ikki óhugsandi, at hann verður valdur til onkran av komandi finaludystunum, sjálvt um Gilli er tøkur aftur. Tað er kredit til klaksvíkingin. Tað kom sum ein skelkur, at B36 týsdagin – á kommunu­ val­deg­num – kunngjørdi at Jákup á Borg steðgar sum venj­a­ri hjá besta liðnum. Við honum gevast eisini Trónd­ur Vatnhamar, Fróði Clement­ sen og André Olsen, sum allir hava verið partur av venjara­ toymi­num hjá B36 seinastu árini. Orsøkin til at Jákup á Borg gevast er ónøgd hjá nøkr­um spælarum við arbeiði hjá Jákupi á Borg, ið annars hev­ur góð úrslit at vísa á, síðani hann í 2017 tók við sum venjari. - Eg havi verið venjari í fýra ár. Hetta hava verið fýra fantastisk ár við framúr upp­ liv­ingum. Vit hava vunnið eina steypafinalu, og bæði í fyrraárið og í ár høvdu vit fram­úr úrslit í Europa. Hin­ veg­in hava vit ikki megnað at vunnið FM-gullið, hóast tað í fjør var sera nær við, segði Jákup á Borg við sosialu miðlar­nar hjá B36 týsdagin – og leggur afturat: - Eg havi verið sera fegin fyri hesi fýra árini, men eg haldi, at hetta er rætta løtan at gevast. Eg havi altíð vilja felag­num tað besta, og eg vil ikki hava, at mín persónur stendur sum ein forðan fyri víðari menning, segði Jákup á Borg. - Jákup hevur seinastu nógvu árini verið ein av ímynd­unum hjá B36. Bæði sum spælari og nú eisini sum venjari. Vit hava verið heppin at notið gott av hansara fram­ úr eginleikum sum bæði venjari og persónur, og eg ivist onga løtu í, at Jákup so ella so verður aftur at síggja í felagnum um ikki so langa tíð, segði Magni Vatnhamar Mouritsen, formaður í B36. Jákup er keddur og bilsin Seinni á degnum fekk In.fo orðið á nú fyrrverandi venj­ ar­an hjá B36, fyri at út­greina hvat orsøkin er til at hann er givin. - Eg eri bæði keddur og bils­in um hesa støðuna, og at hon kom so brádliga. Tað er so stutt til kappingarenda. Eg eri takksamur fyri tað álit sum nevndin hevur víst mær hesi árini og í hesi støðuni. Nevndin hevur givið mær fullan uppbakning, men eg havi valt at gevast, tí tað eru nakrir spælarar, sum eru ónøgdir við mítt arbeiði og eg klári ikki at geva teimum meir í hesum førinum. Tí havi eg valt at gevast her og nú, so felag­ið kann hugsavna seg um steypa­kappingina, segði Jákup á Borg við In.fo. Jákup á Borg er ímyndin av B36. Hann kom á besta liðið hjá felagnum í 1996, og hevur síðani spælt yvir 500 dystir í før­oyskum og altjóða fótbólti. Síðani 2017 hevur hann staðið á odda fyri besta liðnum hjá B36, hevur tvær ferðir hevur verið á ævintýraferð í Evropa við fleiri sigrum, umframt einum steypasigri. Hartil hev­ur B36 vunnið bronsu tvær ferðir og silvur eina ferð í lands­kappingini. - Hetta er fyrstu ferð síðani 1996, tá eg eg kom á besta liðið undir Jógvani Norðbúð, at eg havi haft frí frá fótbólti. Beint nú eri eg so troyttur, skelk­aður og keddur, at eg skal líka finna meg sjálvan. Eg havi verið í hesi bransjuni leingi, og eg veit at hon er hørð, men eg havi ikki mist mótið og havi hug at arbeiða í fót­bóltsheiminum aftur. Eg skal líka hava luft fyrst, sigur Jákup á Borg. Dan Brimsvík tekur yvir Tað verður 33 ára gamli Dan Brimsvík, sum tekur yvir eftir Jákup á Borg. Hann skuldi upp­runaliga verða høvðus­ ung­dómsvenjari hjá B36 í ár, og møguliga taka yvir um eitt ár, tá sáttmálin hjá Jákup á Borg, sum bleiv longur fyri trimum mánaðum síðani, gekk út. Hendan støðan er nú fram­ skundað. Um einki óvænt­að hendir, so verður Dan Brims­ vík kunngjørdur sum nýggjur venjari til venjing hósdagin klokkan 17, eftir at blaðið er farið til prentingar. Dan Brimsvík er fyrr­ver­ andi ungdómsvenjari hjá B36 og hevur seinnu árini verið venjari hjá U14 og U15 liðnum hjá Lyngby. Hann hevur eisini verið partur av fótbóltsskúla, sum hevur verið í Føroyum nakrar ferðir. B36 hevur enn møguleikan at koma í Evropa til komandi kappingarár við at vinna steypakappingina. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Jákup og B36 hvør til sítt