týsdagur 17. november 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. november 2020 · Nr. 81
2MIKUDAGSBLAÐIÐ
Tað vóru tey, sum hildu tað
vera løgið, at Heðin Mortensen
ikki slapp at halda fram sum
borgarstjóri í Havn eftir valið
í 2016, tá hann fekk so nógv
flestar atkvøður og persónliga
hevði næstan 1.000 atkvøður
fleiri enn allur Fólkaflokkurin
tilsamans.
Men soleiðis eru reglarnar.
Fólkið velur ikki borgarstjóran.
Tí var tað sjálvandi í lagi, at
Tjóðveldi valda aðra leið, at
seta borgarstjóran uttanfyri og
gera eina samgongu, við tí lítla
Fólkaflokkinum sum borgar
stjóraflokki.
Men ja, tað kann tykjast
løgið. Men tað er sjálvandi í lagi.
Tað sama er hent í Vági
hesaferð, at Javnaðarflokkurin
hevur gjørt tað sama ímóti tí
vælumtókta borgarstjóranum
í Vági, Dennisi Holm, sum hev
ur fleiri enn tvífalt so nógv
ar persónligar atkvøður, sum
nýggi borgarstjórin á Javnað
arlistanum.
Men soleiðis eru reglarnar.
Tjóðveldi vann ikki reinan
meiriluta í Vági, tí kundu Javn
aðarflokkurin og Sambands
flokkurin skipa eina samgongu.
Í Klaksvík hendi so nakað
heilt annað. Greiði vinnarin
var Fólkaflokkurin, sum gekk
3,5 prosentstig fram. Men tað
sum helst var søtari musikkur
hjá Fólkaflokkinum var, at
Sjálvstýri gekk 12,6 prosentstig
aftur. Harvið er Sjálvstýris
flokkurin ikki longur størri enn
Fólkaflokkurin í Klaksvík, men
Fólkaflokkurin 2,5 ferðir størri
við sínum 5 býráðslimum.
Men tað skulu 6 býráðslimir
fyri at hava meiriuta í Klaks
vík. Og tí undirskrivaðu Fólk
aflokkurin og Sjálvstýri avtalu
um sasmtarv – við tilsamans 7
býráðslimum. Fólkaflokkurin
skuldi hava borgarstjóran og
Sjálvstýri varaborgarstjóran.
Men so kom sperðil í. Og tað
var ikki av orsøkum, sum vit
hava sæð í til dømis Havn og í
Vági, Men av innanhýsisstríðið
í Fólkaflokkinum. Av onkrari
orsøk kundi Atli Justinussen,
toppskorarin, ikki taka við sum
borgarstjóri. Av onkrari orsøkin
kundu tey ikki semjast um
fyrrverandi borgaarstjóran í 8
ár, Gunvá við Keldu, og so end
aði tað heila við, at tey heldur
ikki kundu semjast um Jógvan
Skorheim úr Sjálvstýri, men
valdu Karl Johanesn úr Sam
bandsflokkinum.
Ótrúliga løgið og misteinki
ligt stig av Fólkaflokkinum – ein
fallitterklering, sum vil nakað,
men ein fantastiskur møguleiki
hjá Sambandsflokkinum, sum
nú hevur gilt høvi at vinna sær
undirtøku í Klaksvík.
TÁ FÓLKIÐ VELUR BÝARSTRÝRIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Hóast fólk velja býarstrýri, so
velja tey ikki borgarstjóran
Flestu
kommun
ur hava
skipað seg
SÍÐA 9
Hóskvøldið 19. novembur
klokkan 20 verður útgávu
konsert við Bárði á Lakjuni
í Reinsarínum í Havn. Fyrr
í ár gav Bárður út fløgu
og bókling við yrkingum
undir heitinum ”Lívsins
dansur”, og tað er henda
útgáva, ið verður snúnings
punktið á konsertini.
Bárður
fer
sjálvsagt
at framføra sangirnar av
nýggju útgávuni, ið havi
verið nógv at hoyra í loft
miðlunum – eitt nú ”Eg
uttan teg”, ”Lívsins dans
ur” og ”Fóður hevur fylgj
ur”. Umframt hini løgini á
úgávuni, verður eisini ann
að tilfar hjá Bárði at hoyra
– bæði sangir og upplestrar.
Nakrir av dugnaligastu
tónleikarum okkara fara at
framføra saman við Bárði,
og nakrir málningar hjá
Sámali Toftanes, ið mynd
prýða
bóklingin,
verða
eisini sýndir fram. Til ber
sjálvsagt eisini at ogna sær
útgávuna hetta kvøldið.
Útgávan, Lívsins dansur,
er annars vovin saman við
trimum træðrum, ið eru
tekstir, tónar og myndir.
Talan er um bókling við
sekstan tekstum, harav
meginparturin eru nýgg
ir tekstir, meðan nakrir
eru útgivnir áður á øðr
um
tónleikaútgávum.
Leirvíksmálarin,
Sámal
Toftanes,
myndprýddi
bóklingin, og fløga við
níggju
skeringum
er
eisini knýtt at útgávuni
– sjey sangir og tveir
upplestrar. Niclas Johan
nesen framleiddi tónleik
aliga partin. Sprotin gav
yrkingasavnið og fløguna
út, meðan Tutl stóð fyri
útbreiðsluni av tónleik
aliga partinum á talgildu
miðlunum.
Føddur 15. febr.
1951 – deyður
26. okt. 2020
Ein bygdarmynd í Miðvági
er farin afturum sýn. Finn
bjørn er føddur og upp
vaksin við Kirkjar í Mið
vági, her sleit hann sínar
barnaskógvar. Hann var
sonur Henrik Danielsen
og Mariu, fødd Joensen.
Sum aðrir óvitar spældi
Finnbjørn á sandinum.
Hann var millum aðrar
dreingir, gekk í haganum
og á bryggjuni. Finnbjørn
vaks upp í fimmtiárunum,
tá var nógv fiskaarbeiði í
bygdini sum aðrastaðni
í Føroyum. Alt angaði av
fyritakssemi, og dreingir
tá í tíðini tóku lut í øllum
vaksnamanna
arbeiði,
bæði við at hoyggja um
sumrarnar og at landa
skipini, sum komu undan
Íslandi, Grønlandi og eyst
anfyri. Lívið var merkt av
samanhaldi og fyritaks
semi. Óvitar keddu seg
ikki tá í tíðini, teir gingu á
fjall, og plagdi Finnbjørn
at ganga á fjall í Nýpuni og
Dalinum, sum aðrir óvitar
við Kirkjar. Barnaárini
tyktust at vera góð og
lukkulig, og alt gekk upp í
eina hægri eind.
Sum ungur fór Finn
bjørn til skips, hann sigldi
millum annað við Vest
urvón úr Sørvági. Sjólív
ið dámdi honum væl, og
hann treivst væl millum
aðrar menn. Hann ar
beiddi eisini á flakavirk
inum, Snarfrost. Seinni
koyrdi hann taksakoyring
her vesturi. Men sum
maður
í
bestu
árum
gjørdist hann sjúkur, og
hetta merkti hann alt lív
ið. Hóast sjúku so koyrdi
hann hýruvogn og kundi
vinna sær pening til lívs
ins uppihald.
Finnbjørn var ein ser
merktur maður. Hann var
umhugsin og hevði virð
ing fyri deyðanum. Hann
plagdi at ganga í kirkju
og til jarðarferðir. Í um
hugsni sínum plagdi hann
við jarðarferðir her vest
uri at leggja eina rósu við
børuna hjá tí deyða. Hann
plagdi eisini at geva eina
gávu til tey, ið mist høvdu
ein kæran. Hansara um
hugsni bar boð um virðing
fyri deyðanum, men eisini
um samkenslu fyri teim
um, sum mist høvdu.
Finnbjørn
plagdi
at
heita á undirritaða um
at skriva minningarorð í
Sosialinum um tey, ið far
in vóru. Hesum hjálpti eg
honum sjálvandi við, og
mong eru minningarorð
ini, sum hann tók stig til
at skriva.
Ein bygdarmynd í Mið
vági er farin afturum sýn.
Men minnini um ein um
hugsnan mann og eitt
kensluríkt hjarta vilja liva
leingi í hugaheimi teirra, ið
kendu Finnbjørn.
Ærað veri minnið um
Finnbjørn!
David Johannesen
Jóla
konsertir
kring
landið
SÍÐA 10
Útgávukonsert við
Bárði á Lakjuni
Minningarorð um Finnbjørn
Danielsen, Miðvági