týsdagur 17. november 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. november 2020 · Nr. 81
Fuglafjarðar kommuna hevur tikið avgerð um,
at endurlýsa starvið sum tilbúgvingarleiðari, tí
kommunan ynskir fleiri umsóknir til starvið.
Fuglafjarðar kommuna søkir eftir
tilbúgvingarleiðara til at byrja 1. januar 2021.
Talan er um eitt áhugavert, avbjóðandi og
týdningarmikið starv, sum er leyst at søkja.
Fuglafjarðar kommuna raðfestir, at hava eina
góða og virkna tilbúgving, tí er starvið sum
tilbúgvingarleiðari skipað fulla tíð.
Tilbúgvingarleiðarin, sum bygnaðarliga vísir
til tekniska leiðaran, hevur ábyrgdina av at
viðlíkahalda og menna tilbúgvingina hjá
Fuglafjarðar kommunu í breiðum týdningi.
Tilbúgvingarleiðarin skal tí samstarva við fleiri
áhugapartar, til dømis teknisku deild og
kommunalar stovnar, privatar fyritøkur og
landsmyndugleikar, eitt nú politiið og
sjúkrahúsverkið.
Starvið sum tilbúgvingarleiðari
Starvið sum tilbúgvingarleiðari er eitt
samansett operativt- og fyrisitingarligt starv,
har faklig viðurskifti, leiðsla og samskipan eru
lyklaorðini.
Fakliga ábyrgdin
•
Toghalda fyri at viðurskifti, sum hava við
váðametingina og tilbúgvingarætlanina
hjá Fuglafjarðar kommunu at gera, verða
viðlíkahildin og ment soleiðis at
tilbúgvingin hjá kommununi allatíðina
livir upp til krøvini í tilbúgvingarlógini.
•
Tryggja, at útbúgvingar og venjingarstøði
hjá sløkkiliðsfólkunum er dagført og
einum høgum fakligum støði
samsvarandi váðametingini og galdandi
lógarkrøvum.
•
Tryggja, at sløkkiliðsstøð og-bilar,
umframt útgerð til sløkking og bjarging
annars er í góðum standi.
•
Tryggja, at stovnar, skúlar og fyritøkur í
Fuglafjarðar kommunu hava
tilbúgvingarætlanir, sum eru dagførdar
og á einum góðum støði.
•
Fyriskipað regluligar venjingar saman við
sløkkiliðnum, rakstrarstøðum hjá
kommununi, umframt skúlum og
fyritøkum í kommununi, sum hava
egintilbúgving.
•
Fyriskipað árligar venjingar saman við
sløkkiliðnum og bjargingarfeløgum í
grannakommunum.
•
Hava talgilt og manuelt eftirlit við
brandpostum og hjartastartarum.
•
Luttaka í byggimálsviðgerð í ávísum
málum saman við teknisku deild.
Leiðsluábyrgdin
•
Leiðari fyri øll starvsfólk, sum hava tilknýti
til sløkkiliðið og í hesum sambandi eisini
ábyrgdina av fyrisitingar- og fíggjarligum
viðurskiftum við atliti at sløkkiliðnum.
•
Fastur limur í tilbúgvingarnevndini.
•
Leiða eitt skaðastað saman við
umboðum fyri politiið og heilsuverki.
Samskipandi ábyrgdin
•
Samskipandi bindilið millum rakstrarstøð
og fyrisiting hjá kommununi,
tilbúgvingarnevnd og býráð í
viðurskiftum, sum hava við tilbúgving at
gera.
•
Samskipa evnisdagar um tilbúgvingarlig
viðurskifti fyri starvsfólkum hjá
kommununi og borgarum í kommununi.
Førleikakrøv til tilbúgvingarleiðaran
Umsøkjarar til starvið sum tilbúgvingarleiðari
verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og
persónligum førleikum.
Fakligir førleikar
•
Útbúgving sum brunaumsjónarmaður
m/k ella aðra viðkomandi útbúgving.
•
Viðkomandi arbeiðsroyndir innan
brunateknisk og/ella tilbúgvingarlig
viðurskifti.
Leiðsluførleikar
•
Útbúgving í átaksleiðslu kann vera eina
fyrimunur.
•
Áhugað/ur í at útbúgva seg í átaksleiðslu,
um ein ikki hevur tílíka útbúgving.
•
Viðkomandi leiðsluroyndir kunnu vera ein
fyrimunur.
•
Hevur ein natúrligan myndugleika og
jaligan atburð.
•
Hug og hegni, at leiða sløkkiliðsfólkini og
at leiða gjøgnum aðrar leiðarar.
Persónligir førleikar
•
Góð samstarvs- og samskiftisevni.
•
Góð evni, at raðfesta og taka støðu,
eisini í torførum brunatekniskum og
tilbúgvingarligum viðurskiftum.
•
Er í sínari atferð í starvinum sjónlig/ur,
opin og álítandi.
•
Góða likamliga og sálarliga heilsu.
Setanar- og lønartreytir
Starvið sum tilbúgvingarleiðari verður sett frá
1. januar 2021 at rokna. Talan er um
fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært
avvarðandi sáttmála.
Umsóknir við prógvum, c.v., revsiváttan og
øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast við
telduposti til info@fuglafjordur.fo Umsóknir
skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í
seinasta lagi mánadagin 30. november 2020
kl. 12:00.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið sum
tilbúgvingarleiðari, ert tú vælkomin at venda
tær til Pól Adrian Poulsen, tekniska leiðara, á
telefon 238093, ella Sonna á Horni,
borgarstjóra, á telefon 238075.
FUGLAFJARÐAR
KOMMUNA
Endurlýsing av starvinum sum
tilbúgvingarleiðari í Fuglafjarðar kommunu
Grafix 504251