týsdagur 17. november 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. november 2020 · Nr. 81
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Steinar Patursson
Tórshavnar
kommuna
hevur í ár avrátt at leggja
skoytubreytina í Vágs
botni.
Seinastu árini hevur
skoytubreytin hildið til
í gamla kommunuskúla
garðinum
uttan
fyri
býráðshúsið, men í sam
bandi við menningartil
gongdina í miðbýnum er
gjørt av, at Vágsbotnur
skal royndarkoyrast sum
staðseting fyri skoytu
breytini í ár.
Sum avleiðing av, at
skoytibreytin
verður
løgd í Vágsbotn, verður
ferðslan í økinum eisini
nógv avmarkað, og at
síggja til fer hetta at vera
til stóran ampa hjá bil
førarum.
Sambært
ferðslu
ætlanunum
hjá
Tórs
havnar kommunu verður
ferðsluforðing sett upp
við trappuna í Vágsbotni,
so eingin ferðsla verður
millum Vágsbotn og mið
býin.
Ferðslan
verður
einsrættað frá Tórsgøtu
niðan eftir Mylnugøtu
á Vaglið, og ferðslan eft
ir Vágsbotni og út und
ir Bryggjubakka verður
bert
fyri
vørukoyr
ing og teirra, ið hava
parkeringsloyvi.
Eftir
ætlan verður koyringin
út undir Bryggjubakka
skipað við bummskipan,
sum skal virka við skrá
settum telefonnumrum.
Eisini verður ferðslu
forðing á Bryggjubakka,
sum
kortini
ikki
ger
stóran mun fyri vanligu
ferðsluna,
tí
vanliga
ferðslan
sleppur
ikki
út har frammanundan.
Íbúgvar á Reyni verða
tí noyddir at koyra eftir
Húsagøtu, ynskja teir at
sleppa heim við bilinum.
Sum dømi kann nevn
ast, at kemur tú koyrandi
eftir
Kongabrúnni
og
skalt yvir á P-økið á
Skálatrøð,
verður
tú
noyddur at koyra niðan
á Sverrisgøtu eftir Ting
húsvegnum, síðan allan
vegin eftir Sverrisgøtu til
Doktara Jacobsensgøtu,
við endan á Doktara
Jacbsensgøtu mást tú
sneiða 180 stig oman eftir
Gríms Kambansgøtu, út á
Bøgøtu og oman á Skála
trøð.
Heldur fram í
góðar átta vikur
Hóast arbeiðið at seta upp
skoytubreytina er farið í
gongd, er ikki heilt greitt,
nær skoytubreytin skal
lata upp, og hvussu leingi
hon skal standa opin. Í
sambandi við ferðsluna
hevur upplatingin ikki
so nógv at siga; fyribils
ferðsluætlanin, sum er
galdandi fyri tíðarskeiðið,
har skoytubreytin skal
setast upp, er longu gald
andi, og hon er so at siga
tann sama, sum ferðslu
ætlanin fyri tíðarskeiðið,
meðan skoytubreytin er
opin.
Sigurð Ólason Vang,
mentamálaleiðari í Tórs
havnar kommunu, sigur,
at tað er ikki heilt greitt,
nær skoytubreytin letur
aftur aftur, men roknað
verður við í seinnu helvt
í januar. Eftir ætlan skal
skoytubreytin hava opið
í um átta vikur.
Stórur ferðslu
trupulleiki í Havn
Samstundis
sum
at
ferðslan verður broytt í
Vágsbotni, eru framvegis
nógvar aðrar vegagerðir í
gongd í Havn.
Arbeiðið upp á vegin
við Blómubrekku er enn
ikki komið á mál, arbeitt
verður upp á at gera
innkomuvegin
í
sam
bandi við nýggja Skúlan
á Fløtum, og Fjarhita
felagið er farið undir at
grava Landavegin upp frá
rundkoyringini á Frælsi
num oman móti býnum -
eitt arbeiðið, sum verður
gjørt í fleiri stigum og
sum skal halda fram til
ársenda komandi ár.
Rani
Wardum,
sum
situr í ferðslunevndini í
Tórshavnar
kommunu
fyri løgregluna, ásannar,
at ferðslubroytingarnar
í Vágsbotni koma illa við,
meðan ferðslan í Havnini
sum heild er, sum hon er.
Skal skoytibreytin hin
vegin vera í Vágsbotni,
sum kommunan vil hava,
er neyðugt at steðga
ferðsluni har, ger Rani
Wardum greitt.
– Ein skoytubreyt virk
ar ikki saman við ferðslu.
Bilar skulu ikki koyra
beint framvið, har børn
ini eru. Tað er mitt um
veturin, og tað er myrkt.
– Tað var so kravið frá
okkum og løgregluni, at
tað mátti vera so, sigur
Rani Wardum.
Rani Wardum leggur
tó aftrat, at hann eisini
kravdi, at loysnin við
ferðslusteðginum skuldi
takast upp til eftirmeting,
tá skoytubreytin hevur
latið aftur, tí hann vænt
ar, at loysnin í Vágsbotni
kann fáa ov stórar avleið
ingar fyri ferðsluna.
Enn fleiri ferðslu
forðingar í Havn
Í ár verður skoytubreytin í Havn
flutt oman í Vágsbotn, og av tí sama
verður eingin ferðsla úr Vágsbotni
niðan á Vaglið. Frammanundan
er ferðslan í Havn illa sperd, tí
dagføringar og ábøtur verða
framdar á vegir fleiristaðni í býnum