Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2020síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49 Mikudagur 18. november 2020 · Nr. 81 HER ER LØNIN HJÁ BORGARSTJÓRUM Borgarstjóralønir Bý- og bygdaráðini kring landið skipa seg í hesum døgum. Vit hava kagað í komm­un­u­stýr­is­ lógina, sum á­set­ir hvørja løn, borg­ar­ stjór­a­r fáa Eirikur Lindenskov Borgarstjóralønirnar í Føroyum liggja í millum 37.312,91 krónur um mánaðin upp í 60.887,85 krón­ur. Í hesum døgum skipa tær 29 kommunurnar í Føroyum seg – við hvør sínum borgarstjóra. Tað vil siga, at 29 fólk fáa løn sum borgarstjóri. Flestu teirra fáa fulla løn, tí flestu borg­ar­ stjórar í landinum arbeiða fulla tíð. Men smærru kommunurnar kunnu hava borgarstjóra í starvi hálva tíð ella part­tíð. Hægstu borgarstjóralønina fær borg­arstjórin í Tórshavnar komm­unu, tí tað sambært lóg­ ini er treytað av fólka­tali­num, hvussu nógva løn ein borg­ arstjóri s­kal hava. Samsýningin til borg­ar­stjór­ an, ið er treytað av íbúgv­ara­tal­ i­num í kommununi tann 1. jan­ uar í valárinum, verður rokn­að við støði í galdandi løn­ar­talvu sam­bært avtaluni mill­um Fíggj­ ar­mál­a­ráðið og Felag Tæn­ast­ u­manna Landsins, og kann í mesta lagi verða henda; í­rokn­að viðbót: 1) 0-499 íbúgvar, ájavnt við 32. løn­ar­flokk, stig 1, sum í løtuni er 37.312,91 krónur 2) 500-999 íbúgvar, ájavnt við 35. lønarflokk, sum í løtuni er 44.865,54 krónur 3) 1.000-1.499 íbúgvar, ájavnt við 36. lønarflokk, sum í løtuni er 47.476,75 krónur. 4) 1.500-4.999 íbúgvar, ájavnt við 37. lønarflokk, sum í løtuni er 52.448,83 krónur. 5) 5.000-9.999 íbúgvar, ájavnt við 38. lønarflokk, sum í løtuni er 56.913,41 krónur. 6) 10.000 íbúgvar ella fleiri, á­javnt við 39. lønarflokk, sum í løt­uni er 60.887,85 krónur. Tá borgarstjóri er valdur, so er hann valdur fyri fýra, og tað kann ikki broytast. Tað er tí ikki sum við landsstýrisfólkum, ið løgmaður til eina og hvørja tíð kann siga úr starvi – ella sum við løgmanni, sum Løgtingið til eina og hvørja tið kann siga úr starvi – um meiriluti er fyri tí. Borg­ar­stjór­in verður valdur millum komm­unu­stýr­is­lim­ir­ nar eft­ir meir­i­lut­a­val­hátt­i­num. Setanarbrøkur borg­ar­stjór­ans verður ásettur í komm­unu­stýr­ is­skipanini til antin ½ ella 1/1. Um setanarbrøkurin er 1/1, skal borg­arstjórin, tá ið hann er vald­ur, leggja borgarliga starvið frá sær umframt øll almenn á­lit­ is­størv, sum ikki beinleiðis hava samband við starvið sum borg­ ar­stjóri. Kommunustýrið kann loyva frávik frá regluni í 4. pkt, tá ið umræður størv sum eru beinleiðis fólkavald – eitt nú um borgarstjórin er valdur á Løg­ ting. Í kommunustýri skulu velj­ ast í minsta lagi 7 komm­unu­ stýr­i­s­limir í kommunum, sum hava 500 íbúgvar ella fleiri við árs­byrj­an í valárinum, og skulu 5 komm­unustýrislimir veljast í komm­unum við færri enn 500 íbúgv­um og 3 í kommunum við færri enn 100 íbúgvum. Kommuna Fólkatal løn til borgarstjóra 1 Tórshavnar kommuna 22267 60.887,85 2 Klaksvíkar kommuna 5314 56.913,41 3 Runavíkar kommuna 4196 52.448,83 4 Eysturkommuna 2212 52.448,83 5 Vága kommuna 2142 52.448,83 6 Sunda kommuna 1817 52.448,83 7 Tvøroyrar kommuna 1746 52.448,83 8 Fuglafjarðar kommuna 1585 52.448,83 9 Nes kommuna 1378 47.476,75 10 Vágs kommuna 1377 47.476,75 11 Vestmanna kommuna 1246 47.476,75 12 Sørvágs kommuna 1215 47.476,75 13 Sjóvar kommuna 1107 47.476,75 14 Eiðis kommuna 773 44.865,54 15 Hvalbiar kommuna 670 44.865,54 16 Kvívíkar kommuna 626 44.865,54 17 Sands kommuna 541 44.865,54 18 Skopunar kommuna 458 37.312,91 19 Hvannasunds kommuna 410 37.312,91 20 Sumbiar kommuna 357 37.312,91 21 Viðareiðis kommuna 352 37.312,91 22 Porkeris 314 37.312,91 23 Kunoyar kommuna 146 37.312,91 24 Skálavíkar kommuna 140 37.312,91 25 Húsavíkar kommuna 111 37.312,91 26 Hovs kommuna 95 37.312,91 27 Fámjins kommuna 85 37.312,91 28 Skúgvoyar kommuna 43 37.312,91 29 Fugloyar kommuna 39 37.312,91 52762 1.297.095,07 Annaðhvørt Amalia í Frammistovu ella Símun Gullaksen verða eftir øllum at døma borgarstjóri í landsins minstu kommunu, Fugloyar kommunu, og harvið ein av lægst løntu borgarstjórunum í Føroyum. Borgarstjórin í Fugloyar kommu er í parttíðar starvi. Annika Olsen er og Heðin Mortensen verður landsins hægst lønti borgarstjóri, og Karl Johansen fer at fáa hægri løn enn Jógvan Skorheim, tí fólkatalið í Klaksvíkar kommunu síðani 1. januar 2016 er farið upp um 5.000 fólk. Lønartalva galdandi frá 1. oktober 2019 til 31. desember 2020