Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. november 2020 · Nr. 81 SØRVÁGS KOMMUNA: Nr. Listi Navn Atkvøður 1 B Eyð Ellingsgaard 126 2 B Jóhan Mikkelsen 69 3 A Hugin Skaalum 66 4 B Elsebeth Davidsen 58 5 A Jón Joensen 48 6 A Jóhan Frói á Ørg 47 7 B Sune Jacobsen 46 VÁGA KOMMUNA: Nr. Listi Navn Atkvøður 1 A Bjarni E. Prior 92 2 A Rósa Samuelsen 80 3 A Jóanis Albert Nielsen 74 4 F Sólfríð Fjallsbak 73 5 F Herborg H. Gaardlykke 70 6 F Jens Gaardlykke 67 7 F Ásla Leila B. Johansen 63 8 A Albert Ólav Ellefsen 61 9 F Jónhard Selfoss 60 10 A Tórdis Eleina Dam Johannesen 58 11 A Dagbjørn Hansen 51 Árni Gregersen Fyri mongum árum síðani, var kommunuval fyrst í desember og gamalt var á bygd, at kommunu­stýrini ikki skipaðu seg endaliga fyrr enn á fundi millum kólanna. Nú verður gjørt nógv skjótari av. Fleiri orsøkir eru til tess – millum annað at valið nú er í nov­ ember og tað tí er leingi at tað tí erleingi at bíða til 1. Januar, tá ið nýggju kommunustýrini taka við. Ein onnur er tær tey sum eru vald, fegin vilja kenna egna støðu frá 1.januar og tí verða av­talurnar gjørdar beinanvegin um, hvussu kommunustýrið skip­ar seg. Longu dagin eftir valið – altso miku­dagin – skipaðu fleiri av teim­um størru kommunustýrini seg. Hetta verður gjørt við at avtala hvør skal vera borgar­stjóri, hvør skal vera vara og so eisini hvør skal í teir ymsu nevndirnar. Tað verður eisini avtalað, hvør skal umboða kommununa í SEV, IRF, Fjarhitafelagnum og øðrum nevndum, har kommunan hevur rætt til umboðan. Tá hetta verður nevnt, so er tað tí at umboðanin í SEV, IRF og Fjarhitafelagnum í Tórs­havnar kommunu, gevur nakrar krónur til umboðiini. Tí er ofta grav­ gangur eftir at sleppa í hesar nevndirnar. Á hesum síðaum fara vit at hyggja eitt sindur eftir, hvørji kom­munu­ stýrir hava skipað seg og hvør verður borgarstjóri hvar. Skal gera vart við, at alt er ikki form­liga gjært, sum vit skriva her, men liggur hin vegin púra klárt í kortunum. Har manglar bara at halda fundin. Flestu kommunu­ stýrini hava longu skipað seg Bý- og bygdaráðsvalini týsddagin hava broytt nógv – nýggj fólk kom framat at leiða kommunurnar ÁRNI GREGERSEN Nýggir borgarstjórar seta seg fyri borð­endan í teim­um báðum kom­mun­ unum í Vágum. Í Vága kommunu verður tað Bjarni Prior, sum annars var toppskorari til valið við 92 atkvøðum. Eydis Hartman Niclasen hevur sitið, sum borgarstjóri sein­astu fýra árini, men hon valdi ikki at stilla uppaftur. 1545 fólk høvdu valrætt í kommununi. Sørvágur Í Sørvagi skuldi eisini veljast nýggj­ur borgarstjóri. Eyð Ellingsgaard var toppskorari til valið og hon verður borgarstjóri eftir Aimé Jacobsen, valdi ikki at stilla upp­aftur. Eyð Ellingsgaard stillaði upp fyri fyrstu ferð og fekk í veru­leikanum eitt kanónval og fær altso borgarstjórasessin. Í Sørvági hevur nógv verið tosað um eina nýggja ítróttarhøll undan hesum valinum. Vága kommuna og Sørvágur fáa nýggjar borgarstjórar Hvørki Aime Jacobsen ella Eydis H. Niclasen stillaðu uppaftur, so nú taka nýggj yvir Eydsis Harmann valdi ikki at stilla uppaftur Listi A – listin hjá ný­valda borgarstjóranum – fekk átta av teimum 11 bý­ráðs­ sessunum. Nývaldur vara­borgar­ stjóri er Eyðsteibn Zachariasen. Hann fekk 91 persónligar atkvøður. Vágs kommuna Vági hava tedy ikki form­ liga skipað seg enn, men tað edr gjørd avtala mill­ um Javnaðarflokkin og Sam­bandsflokkin um sam­ gongu. So hóast sitandi borgar­ stjórin gjørdi eitt hál á valinum og fekk nógv flestar atkvøður - 165 – so noyðist hann at leggja frá sær á nýggj­ári­num. Bjarni Johansen segði dagin eftir valið, at tað nú var uppá tíðina, at Javnaðarflokkurin sjálv­ ur tekur ábyrgd og ger sam­gongu. Samgonan við Sambandsflokkin hevur eisini við sær, at sam­ bandstingmaðurin Erhard Joensen verður nýggjur varaborgarstóri í Vági. Á Sandi er Heri Sverra­ son nýggjur borgarstjóri, í Sjóvar kommunu heldur Arthur Johansen fram, meðan Marita Sumberg er nýggjur borgasrstjóri á Viðareiði. Í teimum smærru kom­ mununum er alt ikki avklárað enn, men summa­ staðni verður borgar­stjórin útskiftur. Nýggju kom­munu­stýrini taka við á nýggjári­num.