Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. november 2020 · Nr. 81 10 Sosialurin 10 KJAK Skrivað hava Nauja Bianco (stjóri í Nordatlantisk Hus Odense ) og Claus Houden (nevnd­ar­for­mað­ ur í Nordatlantisk Hus Odense) Tá danska fólkatingið varð sett tann fyrsta týsdagin í ok­tob­ er í ár, fortaldi føroyski fólka­ tings­limurin Sjúrður Skaale eina stutt­liga søgu. Hann tosaði nevn­iliga um støddina á einum heilt serligum likamsluti, sum bert tað eina av kynunum hev­ ur (og bað frammanundan um um­bering frá formanninum í Fólka­ting­inum). Søgan snúði seg í stuttum um tríggj­ar ránsmenn, sum sótu fongsl­aðir og sum bert kundu end­ur­vinna frælsi, um lívs­gev­ andi lik­ams­lut­ir teirra sam­an­ lagt vóru akkurát 20 sentimetrar til longd­ar. Dómarirnir funnu síni mátibond fram: Lik­ams­lut­ ur­in á tí fyrsta var 12 sent­i­metr­ ar; likamsluturin á tí næsta var 7 sentimetrar, meðan lik­ams­lut­ ur­in á tí síðsta var 1 senti­met­ ur (og bert tí hann var í góð­um lag). Ránsmenninir blíva at enda latnir leysir og fegn­að­ast um tað. Teir tríggir ráns­menninir eru – í fluttari merking – Grønland, Føroyar og Dan­mark. Tá hugsað verður um Arktis, útvega Grønland teir 12 sent­i­ metrarnar, Føroyar út­vega teir 7 sentimetrarnar, og Dan­mark útvegar 1 senti­met­ur. Hetta er ein mynd av Rík­is­fel­ags­skap­ i­num, og Føroyar eru ikki at undirmeta í hesum sam­an­ heingi. Men tað, sum hevur enn størri týdning, sam­bært Sjúrði Skaale, er samstarvið – synergiin – millum hesi trý londini. Sam­ starv­ið, sum samanlagt gevur teir 20 sentimetrarnar. Føroyar fylla ikki nóg mikið í tilvitskuni í Ríkis­fel­ags­skap­i­ num. Tað vilja vit – úr Nord­at­ lant­isk Hus Odense – fegin gera nak­að við. Vit vilja hjálpa við at geva Føroyum ein sterkan pall, so­leiðis at Føroyar kunnu ger­ast enn sjónligari og fáa enn størri ávirkan í Danmark. Í roynd og veru er tað eitt av høv­uðs­end­a­ mál­u­num við húsinum. Nordatlantisk Hus í Odense er eitt virkið, mentanarligt møt­ i­stað fyri fólk við tilknýti til og áhuga fyri teimum norð­ur­at­ lantisku londunum. Vit arbeiða við at víðka um kunnleikan til londini og við at skapa møg­ u­leik­ar og karmar fyri einum tætt­ari samstarvi millum lond­ ini (bæði mentanarliga og vinn­ u­liga). Vit arbeiða við at pro­fil­ era Ísland, Føroyar og Grøn­land og – millum annað – at varpa ljós á norðuratlantiska mentan og list. Vit eru eisini eitt møt­ i­stað fyri felagsskapir og fyri­ tøkur, sum venda sær móti norðuratlantisku markn­að­u­ num, og vit eru ein sýnisgluggi fyri norðuratlantiskar vørur, sum vit eisini selja í húsinum. Noratlantisk Hus lat upp tann 9. november 2013 sum ein av fyrstu, nýggju bygningunum á By­ens Ø á Odense Havn. Vit eru errin av at hava ein sterkan før­oyska anda í húsinum. Vit hava her ein virknan føroyskan fel­ags­skap, og við síðurnar av hús­i­num hava vit ein føroyskan segl­fel­agsskap, sum tekst við at um­væla og sigla við norrønum bát­um (Frigglaug). Vit vóru við til at fyrireika Flaggsigling í mai 2019 við sjey søguligum, før­oysk­ um seglskipum og við før­oysk­ um regatta, har vit samstundis há­tíð­ar­hildu, at føroyska flagg­ ið, Merkið, fylti 100 ár; og har­ um­framt hýsa vit føroyskum fram­sýn­ing­um, konsertum og øðrum upp­livingum fyri fólkum í tús­undatali, sum hvørt ár vitja hús­ið. Vit gera tískil nógv, men vit vilja fegin gera enn meira. Ein av okkara visjónum er at býggja út og á tann hátt víðka enn meira um húsið. Hetta ynskja vit at fara undir skjótt, so­leiðis at vit kunnu økja um virk­semið og hýsa enn fleiri til­ tøk­um. Ein avgerandi partur av hesi visjón er at gera Føroyar enn sjón­ligari og at arbeiða enn meira við Føroyum. Í sambandi við hesa verkætlan koma stjór­ in og nevndarformaðurin í Nord­at­lantisk Hus saman við nevnd­a­rformanninum í Det Grønlandske Hus Odense til Før­oya í november. Orsøkin til vitj­an­ina er, at vit fegin vilja fara í holt við dreymin um at víðka virksemi okkara sam­an við týdningarmiklum før­oysk­um starvsfeløgum og sam­starvs­fel­ øg­um. Uttan eitt sterkt samstarv – SDG 17 – megna vit ikki nógv. Men vit – í Nordatlantisk Hus Od­ense – vilja fegin hjálpa við at finna ein sentimetur her og har. www.nordatlantiskhus.dk Føroyar skulu fylla meira í Ríkis­felags­ skapi­num – í Odense eru vit til reiðar Kim Hansen, Laila Carlsen og Malan Eyð­uns­dóttir fara at ferð­ast kring landið at hava hugnaligar og nær­verandi jóla­ kon­sertir Kim Hansen, Laila Carlsen og Mal­an Eyðunsdóttir fara at seta dám á jólatíðina kring landið. Frá síðst í november og fram móti jólum fara tey at hava seks jóla­kon­sertir kring landið. Tey kallað konsertrøðina »Árs­ins jólakonsert«, og tey fara at spæla kendar føroyskar og út­ lendsk­ar jólasangir. Konsertirnar fylgja kor­on­u­ til­mæl­u­num og hava avmarkað á­hoyr­a­ratal. Lagt verður upp til nær­verandi og hugnaligar kon­ sert­ir við trimum framúr sang­ ar­um. Kim Hansen er ein av okkara bestu umtóktu sangarum, og hann er framúr frammanfyri á­hoyr­ar­a­fjøld – líkamikið um hon er stór ella lítil. Kim hevur inn­spælt nakrar sera væl um­ tókt­ar jólasangir, til dømis »Nú eru jól« og »Jól eru nær«, og teir fer hann sjálvandi at spæla á kon­sert­u­num. Laila Carlsen er dugnalig song­kvinna, sum er sterkur solo­ sang­ari, men sum eisini er nógv brúkt sum kórsangari hjá okkara fremstu tónleikarum á palli og í stu­dio. Hon hevur millum annað framført saman við systrum sín­ um í The Carlsens og hevur eitt nú luttikið í danska Grand Prix­ num. Mal­an Eyðunsdóttir gjørdist av álv­ara kend sum annar sang­ ar­in í 90’ara bólkinum Mark No Lim­its, sum vann Prix Føroyar. Sí­ð­an hevur hon eisini givið tón­ leik út sum solistur og hevur sung­ið við bólkum, eitt nú Divaz. Mal­an hevur hittað við fleiri sang­um – ikki minst »Syngja sama lag«. Konsertirnar við Kim Han­ sen, Maluni Eyðunsdóttir og Lailu Carlsen vera á Spinn­ar­ í­num í Klaksvík tann 28. nov­ em­ber, í Silo í Havn tann 5. og 12. desember, á Bryggj­uni í Vestmanna tann 13. des­em­ber, í Løkshøll í Runavík tann 18. desember og í Ment­an­ar­hús­i­ num í Fuglafirði tann 19. des­em­ ber. Atgongumerki eru sett til sølu á heimasíðuni atgongumerki.fo. Hava jólakonsertir kring landið Laila Carlsen, Kim Hansen og Malan Eyðunsdóttir bjóða inn til jólakonsertir kring landið Mynd: Heinesen Myndir