Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 28. desember 2004 11 Popp List 3 gjørdist tann fløgan, sum 3- arin í SMS seldi flestar av í 2004. Á listanum fyri árligu søluna gera Teitur Lassen og Eivør Pálsdóttir seg eisini galdandi FLØGUR Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com Í seinasta blaðnum undan jólum skrivaði Sosialurin, hvørjar bøkur hava verið mest seldar um jóltíðir. Men fløgurnar hava eisini verið nógvar undir jólatrø- unum, og 3-arin í SMS hev- ur listar, sum avdúka, hvørjar fløgur hava verið mest seldar seinastu vikuna og seinasta árið. Eivør og Teitur Av teimum 10 fløgunum á listanum fyri mest seldar fløgur hjá 3-aranum í SMS seinastu vikuna eru seks føroyskar, og tær eru Eivør Pálsdóttir (nr. 1), Popp List 3 (nr. 3), Maria Andersen (nr. 5), Mær halda harrans hendur (nr. 6), Salt (nr. 8) og Trøllapætur (nr. 10). Av árligu samlaðu søluni er Popp List 3 á odda og hevur harvið heiðurin sum mest selda fløga í ár í 3- aranum. Teitur Lassen er á fimta plássi, meðan Eivør Pálsdóttir er á bæði sætta og níggjunda plássi Popp List 3 seldi mest Soleiðis sær topp-10 listin út fyri árligu søluna frá 1. Januar 2004: 1. Popp List 3 2. Ymiskt - Now 8 3. Ymiskt - Now 7 4. Ymiskt - Now 10 5. Teitur Lassen - Poetry & Aerpl. 6. Eivør Pálsdóttir - Eivør 7. Ymiskt - Now 9 8. Guns'n'Roses - Greatest Hits 9. Eivør Pálsdóttir - Krákan 10.Ymiskt - Rock Ballads Soleiðis sær topp-10 listin út fyri tær fløgurnar, sum eru keyptar mest seinastu vikuna: 1. Eivør Pálsdóttir - Eivør 2. Ymiskt - Now 10 3. Popp List 3 4. Britney Spears - Greatest Hits 5. Maria - Bert ein dag 6. Mær halda Harrans hendur 7. Ymiskt - Now Big Hits 2004 8. Salt - Salt 9. Linkin Park & Jay Z - Collision Course 10.Trølla Pætur - Í føðingardag hjá Trølla Pætur Bilur útav í Hósvík Hósnáttina fór ein bilur útav í Hósvík. Vakthavandi sigur, at talan var um eitt hálkuóhapp, og førarin var ikki ávirkaður. Óhappið hendi við bátahylin í Hósvík, har bilurin fór niðan av vegnum. Eingin fólkaskaði hendi, og bert minni skrokkskaði á bilin. Fór inn í holu leyvunar Tíðliga tollaksmessumorgun fór ein bilur útav í Koll- fjarðabotni. Tíbetur hendi eingin skaði við føraranum, sum tí slapp sær niðan á vegin aftur. Ein løgreglumaður, sum var ávegis til Havnar til arbeiðis kom framvið, steðgaði og prátaði við føraran, sum segði seg vera glidnan útav vegnum, orsaka av hálkuni. Blíði løgreglumaðurin tók óhappsrakta mannin uppí bil sín, eftirsum teir jú skuldu sama veg allíkaæl. Men sum teir koyrdu, varnaðist løgreglumaðurin, at alt rugg- aði ikki rætt. Maðurin luktaði nakað nógv av alkoholi, og hann fylgdi tí við beinleiðis inn á støðina, har tað eis- ini varð staðfest, at maðurin var ávirkaður av rúsdrekka. Hann verður tí ákærdur fyri at hava koyrt rúsdrekka- koyring, og at hava volt skaða. Hví maðurin valdi at fara inn í holu leyvunar, og koyra til Havnar við einum løgreglumanni, eftir at hava gjørt eitt rúsdrekka óhapp, sigur søgan tó einki um. 6 smærri ferðsluóhapp 23. Tollaksmessudag merktist, at fólk høvdu nógv um at vera í hálkuni. Heili 6 smávegis ferðsluóhapp hendu í Havn í miðstaðarøkinum orsakað av hálkuni. Eingin fólkaskaði hendi í nøkrum av óhappunum. Vakthavandi upplýsir, at talan í øllum førunum bert var um smávegis skrokkskaða, har bilar júst bóru við hvønn annan. 2 samanstoytir við autoverjuna Vakthavandi sigur, at hóast tað eisini vóru nøkur fá ferðsluóhapp um dagin jólaaftan, so sást týðiligur munur á degnum frammanundan. Fólk høvdu ikki eins stóran skund, og tóku tað meiri róligt í ferðsluni. Men úti á Argjum og í Kaldbaksbotni vóru tveir bilar, ið gliðu, og sum tískil rendu á autoverjuna. Báðir bil- arnir fingu smávegis skrokkskaðar, men í hvørgum før- inum hendi nakar fólkaskaði. Bilur fastur á Velbastaðhálsi Hóast líkindini at koyra vóru ringast norðanfyri, so fekk løgreglan eisini eina fráboðan um ein bil, ið stóð fastur á Velbaðstahálsi. Førarin ringdi sjálvur til politiið, sum so sendi sløkkiliðið at hjálpa. Bilur útav í Hósvík Hóast koyrilíkindini batnaðu, sum jólamorgun leið, so var framvegis ógvuliga hált. Klokkan 14 fór ein bilur útav vegnum í Hósvík orsakað av hálkuni. Eingin fólkaskaði hendi, og bilurin fekk bert smávegis skrokkskaða. Hálkuóhapp í Havn Jóladag var eisini eitt minni ferðsluóhapp í Havnini, tá tveir bilar rendu saman á Hoyvíksvegnum. Vakthavandi staðfestir, at orsøkin til óhappið var hálka, og at hvørgin bilførari var ávirkaður av rúsdrekka. Bilarnir gliðu á hvønnannan, og fingu bert smávegis skaða. Smávegis ferðsluóhapp 2. dag Vakthavandi sigur, at eisini 2. jóladag hendu nøkur smávegis ferðsluóhapp orsakað av hálkuni. Ì Nesvík fór ein bilur útav vegnum klokkan 14, men har hendi lítil og eingin skaði. Á Kaldsbaksvegnum vóru eisini tveir bilar, ið bóru við hvønn annan, men eisini her fekk hálkan alla skyld- ina. Eingin fólkaskaði var. 2 mans koyrt rúsdrekkakoyring 2. jóladag gjørdi løgreglan nakrar kanningar, har teir steðgaðu bilum og prátaðu við førararnar. Fleiri bilar vóru tilvildaarliga steðgaðir, og tað vísti seg, at tveir av førarunum vóru ávirkaðir av rúsdrekka. Annar varð tikin á Kaldbaksvegnum kl. 04., og hin í Havnini kl. 05. Báðir verða ákærdir fyri rúsdrekka- koyring. 3 x rok í Badmintonhøllini 2. jólakvøld var dansur í Badmintonhøllini, og tað gekk ikki heilt friðarliga fyri seg. Ikki færri enn tríggjar ferðir varð løgreglan fráboðað, tí ungfólk tókust, og fráboðar- arnir óttaðust stórar bardagar. Vakthavandi upplýsir tó, at tað í øllum trimum før- unum lagaði seg, tá løgreglan kom á staðið, og at tað tí ikki varð gjørt stórvegis meiri við málini. eys Av 10 teimum mest seldu fløgunum í 2004 eigur Eivør Pálsdóttir tvær. Nýggja fløgan »Eivør« er á sætta plássi, meðan »Krákan« er nr. 9 Fløgan hjá Teiti Lassen, »Poetry and Aeroplanes«, er nr. 5 á árliga listanum fyri mest seldar fløgur í ár í 3-aranum