týsdagur 28. desember 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 29. desember 2004
11
Í summum kirkjum
gongur striltið at fáa
urguleikarar til tær
vanligu gudstænast-
urnar. Kunnu ungir
urguleikarar loysa
henda trupulleikan,
samstundis sum ein
skapar karmar fyri
eini gudstænastu, har
fólk í øllum aldrum
koma saman í kirkj-
uni? Tað heldur í
hvussu so er ein av
urguleikarunum við
Skála kirkju, Súni
Kristiansen
KIRKJAN
Snorri Brend
snorribrend@yahoo.dk
– Hvussu fáa vit góðan
sálmasang í kirkjuni?
Henda spurningin hava
helst mong sett sær, tí sang-
urin eftir teirra metan er alt
ov tungur. Bæði løg og
sálmar eru gomul og tala
ikki til tíðina í dag.
Ber til at skipa so fyri, at
tey ungu eisini tíma at
syngja hesar góðu gomlu
sálmarnar, har ein til dømis
brúkar onnur ljóðføri enn ta
vanligu urguna?
– Jú, sigur skálamaðurin,
Súni Kristiansen, sum er
ein av urguleikarunum í
Skála kirkju. Men so er
neyðugt at tiltøk verða sett í
verk, og at leiðslan í kirkj-
uni ger nakað við hetta
álvarsmálið.
Í blaðnum »KRUNG«,
sum KFUM í Havn gevur
út, hevur Súni gjørt sær
nakrar sera áhugaverdar og
viðkomandi tankar um tón-
leikin í kirkjuni. Her nemur
hann við fleiri viðkomandi
spurningar, ið kirkjan má
taka upp í næstum. Ein
teirra er: »Hvussu ber tað
til, at kirkjuni vantar urgu-
leikarar, meðan tónleikalív-
ið blómar sum ongatíð áð-
ur?«
Uttan urgu í 900 ár
Í flestøllum kirkjum í land-
inum finst ein urga ella
annað tól, ið kann nýtast til
sálmasangin.
Soleiðis hevur verið í eini
100 ár, men hugsa vit um at
tað eru liðin stórt 1000 ár
síðani at Føroyar vórðu
kristnaðar, hevur føroyska
kirkjan klárað seg uttan
urgu í samfull 900 ár.
– Tí eigur tað ikki at vera
ein »ævigur sannleiki« at
ein urga altíð skal vera til
sangin. Onnur instrument
kunnu eisini spæla saman
við urguni, ella enntá í stað-
in fyri urguna, sigur Súni
Kristiansen.
Hevur ein kirkja eitt
klaver – annaðhvørt elektr-
iskt ella vanligt aukustiskt -
gevur tað ótaldar møguleik-
ar fyri fylgispæli til sálma-
sangin til eina vanliga
gudstænastu.
Hann vísir á, at gudstæn-
astan varir í ein góðan tíma,
og at kirkjufólkið tá hevur
nýtt ein stóran part av tíð-
ini, eina góða helvt, til sang.
Her er talan um sálmasang-
in sjálvandi, men eisini inn-
spæl, útspæl, aftursvar og
forspøl til teir einstøku
sálmarnar.
– Av tí at tónleikurin er
ein so stórur partur av
gudstænastuni er neyðugt,
at kirkjan viðhvørt setur
sær sjálvari nakrar sjálv-
rannsakandi spurningar um
tónleikin.
– Spurt kundi t.d. verið,
um kirkjan tónleikaliga sit-
ur og svøltar við eitt full-
búgvið borð. Ella um kirkj-
an yvirhøvur loyvir ungum
tónleikarum framat í guds-
tænastuni, sigur hann.
Menniskju ella
maskinur?
Hesi seinastu árini hava
túsundtals ungfólk fingið
sær holla frálæru í instru-
mentspæli við Musikkskúl-
an. Hetta sæst eisini aftur í
tí blómandi tónleikalív-
inum, ið sæst á nógvum
ymiskum økjum her á
landi. Men sær ein nakað til
hesa menningina innan
kirkjugátt?
Summar kirkjur er væl
stillaðar við urguleikarum,
meðan aðrar mugu annað-
hvørt keypa ella leiga sær
hjálp, og í Gjáar kirkju er
tað ein tøknilig maskina, ið
stendur fyri undirspælinum
til sálmasangin.
Musikkskúlin »klekir« á
hvørjum ári nógvar góðar
tangentspælarar,
og
tí
skuldi ikki staðið á at fing-
ið urguleikarar til kirkjur-
nar. Útboðið er ríkiliga
stórt til at metta eftirspurn-
ingin, men hann verður
kortini ikki mettaður.
Yngri kreftir framat
Innan kirkjugátt er ikki
óvanligt at kirkjutænararnir
– og urguleikarar – halda á
í tænastuni í mong ár. Aðra-
staðni stendur hinvegin á at
fáa urguleikarar at spæla til
eina vanliga gudstænastu.
– Trúskapur er ein dygd,
og ein ólønt tænasta í kirkj-
uni hevur alstóran týdning.
Men verða ikki yngri kreft-
ir settar við, verður heldur
eingin menning.
– Og tað skuldi heldur
ikki verið neyðugt at urgu-
leikarar sita so mikið tungt
á sínum plássum, at eingini
nýggjur sleppur framat. Tað
eru jú útivið 100 kirkjuligar
tænastur í hvørji kirkju um
árið, so tað skuldi gagnað
øllum um fleiri kundu verið
um hesa uppgávuna, sigur
Súni.
Eftir hansara meting eig-
ur tað at bera til at fáa ung-
ar tónleikarar inn í kirkj-
una, og hervið eisini skapa
møguleikar fyri at t.d. eitt
klaver ella flygil kann
spæla saman við urguni ella
ístaðin fyri hesa.
Skulu umstøður skapast
fyri ungum tónleikarum er
neyðugt við venjing og
smærri tillagingum. Ein
máti er, at tað er urguleikar-
in sjálvur sum kemur við
uppskoti til eitt lag, og so
kann prestur ella deknur
velja ein hóskandi sálm til
hetta. Og hví ikki onkutíð
brúka eitt ljóstak ella eina
glaru við sunnudagsskúla-
ella ungdómssangum til
eina vanliga gudstænastu?
Tey ungu mugu eisini syngja
teir gomlu sálmarnar
Í greinini gevur Súni Kristiansen eisini fimm boð
uppá, hvussu ein kann menna tónleikin í kirkjuni.
1. Tørvurin á urguleikarum. Tað er neyðugt at
tørvurin á urguleikarum verður staðfestur á
hægstu rók í kirkjuni. T.v.s. at leiðslan í kirkjuni
viðgerð spurningin, t.d. á fundi saman við Urgu-
leikarafelagnum, sum júst skal taka sær av hes-
um økinum
2. Ung mugu sleppa framat urguni. Skriv kundi
verði sent kirkjuráðunum við áheitan um at tey,
saman við urguleikaranum virka fyri at ung
sleppa framat urguni – í fyrsta lagi til venjing,
og seinni eisini til gudstænastu. Ber tað til kann
hetta verða gjørt í samstarvi við Musikkskúlan.
3. Peningaligur stuðul. Til undirvísing í urguspæli
kann verða veittur peningaligur stuðul. Hetta
kundi verðið skipað sum serstøk undirvísing,
ella sum ískoyti til musikkskúla ella kvøldskúla-
undirvísingina.
4. Lættari nótar. Nýútkomna nótabókin við sálma-
løgum í lættari útgávu hjá Jens Mortaan Mort-
ensen kundi við góðum avsláttri verið boðin
teimum, sum vilja royna seg í kirkjunum.
5. Hóskandi nótatilfar. Urguleikarafelagið ella
onkur annar kundi fingið til uppgávu at gjørt eitt
yvirlit yvir hóskandi nótatilfar, býtt eftir tor-
leikastigi og møguleika eisini samskipa nóta-
keyp.
Her eru nógv viðurskifti, ið kunnu føra til eitt skila-
gott orðaskifti um hesi mál.
Sosialurin tekur fegin móti viðmerkingum og hug-
skotum til eina menning av tónleikinum í kirkjuni.
FIMM ÍTØKILIG UPPSKOT
Tónleikurin er ein stórur partur av gudstænastuni, og tí er neyðugt, at kirkjan viðhvørt setur sær sjálvari nakrar sjálvrannsakandi spurningar um tónleikin
Savnsmynd