týsdagur 17. november 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. november 2020 · Nr. 81
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
GUNNAR YVIRHÁLAR SØLVA
Sølvi Vatnhamar segði eftir dystin móti Litava, tá
yngri bróðurin skoraði sítt fyrsta landsliðsmál, at
Gunnar ikki er ein, ið reypar. Um tað er skrøgg ella ei
skal verða ósagt, men Gunnar Vatnhamar kann nú
reypa, tí hann hevur skorað tvey mál á landsliðnum,
sum er eitt fleiri enn navnframi bróðurin
Tróndur Arge
Við einum framúr stútara
tryggjaði leirvíkingurin, Gunn
ar Vatnhamar, Føroyum eitt
stig í Nations League lands
dystinum móti Lettlandi í
Daugava. Lettland var á odda
í tveir minuttir tíðliga í seinna
hálvleiki,
men
so
skallaði
Gunnar Vatnhamar bóltin í
málið annan dystin í upp slag.
Hann skoraði fyrst í venj
ingarlandsdystinum
móti
Litava. Tá var tað eftir eitt
hegnisligt
saksaspark
frá
Hilmari Leon Jakobsen, sum
saman við Andreas Lava Olsen,
er uppruna jokarnir á lands
liðnum.
Gunnar Vatnhamar, sum
hevur spælt í miðverjuni hjá
Víkingi í ár, hevur eisini vunn
ið sær pláss í landsliðnum
hópinum. Hann hevur vunnið
seg fram sum enn ein jokari, ið
Håkan Ericson kann brúka, tá
vit skulu órógva verjuna hjá
mótstøðuliðnum.
Tað hevur verið eitt ringt at
sæð júst hvønn leiklut hann
skal spæla. Hann hevur tveir
landsdystir á høgra bakki,
men kom inn á miðvøllin móti
Lettlandi á Tórsvølli. Hesa ferð
spældi hann skiftivís á vinstra
og høgra miðvøllinum.
Tómrúmið eftir Halli Hans
syni og Brandi Hendrikssyni
á miðjuni er stórt, men bleiv
loyst væl at millum annað
Gunnari Vatnhamar og Rógva
Baldvinsson.
Teitur framum Gunnar
Håkan Ericson valdi, at Teitur
Matras Gestsson skuldi verja
føroyska málið. Eingin ivast í,
at Teitur var besti málverjin
í føroysku kappingini í ár, og
at hann átti stóran lut í, at HB
vann FM.
Tað merkisverda er, at hetta
er fyrsta ferðin yvirhøvur,
at málverjin hjá HB er tikin
framum Gunnar Nielsen í
kappingardysti, tá ið báðir
málverjarnir eru tøkir. Í fleiri
ár hevur Gunnar Nielsen verið
roknaður at vera fyrsta val.
Teitur M. Gestsson hevur
higartil spælt tíggju lands
dystir, og hann hevur verið
málverji í teimum fýra lands
dystunum í heyst – í venjingar
dystinum ímóti Danmark (0-4)
og Nations League dystunum
ímóti Andorra (1-0), Lettlandi
(1-1) og Andorra (2-0).
Gunnar Nielsen vardi málið
í Nations League á heimavølli
3. september ímóti Malta (3-
2). Koronan er orsøkin til, at
hann var noyddur at geva av
boð til teir fýra dystirnar, sum
síðani hava verið í heyst, og
koronan er orsøk til, at hann
ikki hevur spælt í íslendsku
landskappingini síðani fjórða
oktober. Hann vardi føroyska
máið fyri 59. ferð í 2-1 tapinum
ímóti Litava mikukvøldið.
Fjórði javnleikurin
á rað
Hetta var fjórða ferðin
á rað, at landsdystur
millum
Føroyar
og
Lettland
endar
við
javnleiki.
Hálv
leiksstøðan
var
málleysur
javnleikur.
Bæði málini vóru skorað
eftir heilt lítlari løtu, tá ið
ein tími var farin.
Eftir fríspark úr høgru
setti Lettland hol á. Bólturin
endaði í vinstru, har Vladimirs
Kamešs fluktaði inn við nærra
stólpa. Føroysku spælararnir
vildu hava, at talan var um
rangstøðu,
men
helst
var
Viljormur Davidsen ein fót
aftanfyri
hinrar.
Sekund
vísarin
hevði
bara
verið
einaferð runt, so var støðan
1-1. Fínt álop endaði við, at
Viljormur Davidsen, sum aftur
var liðskipari, legði innfyri úr
vinstru, og handan handara
stólpan stýrdi Gunnar Vatn
hamar við høvdinum bóltin í
bleytum boga omanfyri mál
verjan og í handara síðunetið.
Nógvir deyðbóltar
Sum heild var talan um dyst
við
nógvum
fríspørkum.
Heimaliðið gjørdi 16 fríspørk,
meðan okkara gjørdu 12. Hartil
vóru nógvir deyðbóltar við
hornaspørkum og innkøstum.
Tað tók eina løtu hjá okkara
monnum, at byrjar at vinna
luftdystirnar í brotsteiginum
hjá teimum, men sum
dysturin gekk blivu okkara
spælarar djarvari og djarvari.
Bæði málini koma eftir støður
við deyðbóltum.
Sonni Ragnar Nattestad sá
gula kortið í seinna hálvleiki.
Hetta var onnur ferðin í hesi
kappingini, at Sonni Ragnar sá
gula kortið, og harvið verður
hann leikbannaður týskvøldið
móti Malta.
Longur fram á vøllin
Sermerkt við fleiri av støð
unum í dystinum móti Lett
landi er, at føroyska liðið
stendur langt frammi á vølli
num, tá trýst verður lagt
á uppspælið hjá Lettlandi.
Mangan hevur luturin hjá
føroyska landsliðnum verið
at verja egna hálvu og egnan
b r o t s
teig, men við
nýggja
venjara
toyminum er ein greið
ætlan um, at føroyska liðið skal
standa longur frammi á vølli
num, tá vit vinna bóltin. Hetta
riggaði avbera væl. Stórt rós til
miðvøllin, sum implementeraði
nýggja spælistílin væl í verju
støðum.
Týskvøldið
verða
Brandur Hendriksson og Hall
ur Hansson tøkir aftur, eftir at
teir leygardagin vóru leikbann
aðir.
Nú verður áhugavert at
síggja, hvussu Håkan Ericson
blandar kortini til dystin móti
Malta týskvøldið. Hesin dyst
urin prógvaði, at Rógvi Bald
vinsson er klárur at spæla á
landsliðnum og at Gunnar
Vatnhamar er ein eins góður
jokari, sum Andreas Lava Olsen
og Hilmar Leon Jakobsen.
trondur@sosialurin.fo
Við tveimum málum í tveimum dystum, hevur Gunnar
Vatnhamar víst seg sum nýggi jokarin á føroyska landsliðnum.
Føroyar, sum vóru uttan fleiri av størstu profilunum,
komu væl frá dystinum í Daugava, sum endaði 1-1
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Lettland – Føroyar 1-1:
GUNNAR
GUNNAR ER
ER
NÝGGI JOKARIN
NÝGGI JOKARIN