Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 18. november 2020 · Nr. 81 -Tað var ikki ein vælspældur dyst­ur. Tað kemur kanska av, at tað eru tvey so jøvn lið, sum bæði eru kropsliga væl fyri. Tað spælir eisini inn, at vøll­ur­in er ójavnur og gras. Tí spæla vit meira beinleiðis, sigur Håkan Ericson. -Vit høvdu roknað okkum til, at vit kundu ikki brúka ein mál­leysan javnleik, men kun­du brúka 1-1. Tí høvdu vit kanska gjørt tað øðrvísi um tað var 0-0, sigur Håkan Eric­ son, sum mátti finna fleiri av­ loys­ar­ar til eitt nú mið­vøl­lin, nú leikbann gera um seg. -Eg haldi teir gera tað gott. Rógvi Baldvinsson er ikki í dystarformi, tí hann hevur bara spælt tveir dystir síðani ein skaða, men avrikið hjá hon­um er avgjørt góðkent, sig­ur landsliðsvenjarin, sum valdi Teit M. Gestsson í mál. -Gunnar Nielsen hevur ikki verið tøkur nakrar dyst­ ir orsaka av koronu, og eg haldi at Teitur hevur tikið av møguleikanum, tá hann hev­ ur fingið hann. Tað var ein torfør avgerð, sum eg haldi er røtt, tá vit hugsa um fyri­treyt­ irnar, ið teir báðir hava havt, sigur Håkan Ericson. Seinasti dysturin í Nations League á hesum sinni er móti Malta týskvøldið. -Tað er ein javnt sterk mótstøða. Vit kunnu taka arbeiðsinnsatsin og verju­ spælið við okkum, men vit mugu arbeiða við álops­spæli­ num. Á heimavølli móti Malta kundu vit verið á odda við 3-0 í hálvleikinum, men teir meg­na at venda dystinum. Tað er eitt gott lið við fleiri tekniskum spælarum, sum spæla væl, tá teir fáa pláss, sig­ur landsliðsvenjarin. SOLEIÐIS VINNA VIT BÓLKIN Týskvøldið 17. novembur spæla vit móti Malta á Ta’Quali leikvøllinum. Talan er um eina finalu, har Malta við 1-0, 2-1 ella fleir málssigri kemur viðari. Vinnur Malta 3-2, 4-3, ella Føroyar fáa javnleik ella vinna, so eru Føroyar vinnarar av bólki 1 í deild D í Nations League. Tað merkir uppflyting til deild C, har mótstøðan verður sterkari og pengarnir fleiri Nations League 5. umfar LETTLAND 0 1 FØROYAR 0 1 14. NOVEMBUR 2020 – DUAGAVA, LETTLAND 5.5 Ári Mohr Jónsson (Inn 68.min) 5 Hilmar Leon Jakobsen (Inn 83.min) Dómari: Nikola Dabanovic (Montenegro) Hóast tað vóru nógv fríspørk, so er ilt at seta fingurin á nakað serlig við dømingini hjá Nikola Dabanovic. Mangan verður sagt, at tú ikkki hugsar um dómaran, so hevur hann gjørt tað væl 7.5 Lettland - Føroyar 1-1 (0-0) 1-0: Vladimirs Kamešs 59. 1-1: Gunnar Vatnhamar 60. Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson – Gilli Sørensen, Sonni Ragnar Nattestad, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson (Ári Mohr Jónsson, 68.), Gunnar Vatnhamar – Meinhard E. Olsen (Hilmar Leon Jakobsen, 83.), Klæmint A. Olsen. Á beinkinum: Gunnar Nielsen, Kristian Joensen, Jóannes K. Danielsen, Magnus Holm Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Adrian Justinussen, Bartal Wardum, Dan í Soylu og Heðin Hansen. Gult kort: Sonni Ragnar Nattestad Venjari: Håkan Ericson - Hjálparvenjari: Eli Hentze NÝGGJAR SPÆLARA­METINGAR (2020): 1-3: Avrikið er ikki gott og tað kostar liðnum meir ella minni 4-6: Avrikið er miðal. Spælarin ger tað, sum verður væntað av honum 7-9: Avrikið er yvir miðal og spælari eigur lut í liðið kemur betri frá uppgávuni 10: Verður bara givið heilt framúr avrik, sum er alt avgerandi fyri dystin. Verður bara givið í serligum føri. Håkan Ericson um dystin móti Lettlandi Spælarametingar: 6 7 6.5 5 7 6.5 5.5 5 7 6 7.5 GUNNAR NIELSEN SONNI RAGNAR NATTESTAD RÓGVI BALDVINSSON KLÆMINT A. OLSEN ODMAR FÆRØ SØLVI VATNHAMAR MEINHARD E. OLSEN GILLI SØRENSEN JÓANNES BJARTALÍÐ VILJORMUR DAVIDSEN GUNNAR VATNHAMAR