Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. november 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. november 2020 · Nr. 81 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Teitur M. Gestsson 6 Fyri fyrstu ferð verður hann vald­ur framum Gunnar Niel­ sen í kappingardysti. Tað er eitt stórt álit at fáa, og tað sveik hann ikki. Kom tó sjáldan í kroystar støður og kundi lítið og einki gera við málið, sum Lettland fekk. Fær altíð rós fyri sítt góða útspark og tað skal hann eisini hava hesaferð. Vit hava leingi havt bara ein landsliðskláran málverja. Nú hava vit tveir. Gilli Sørensen 5 Er í holt við eina avbjóðandi tíð í síni yrkisleið. Tað sæst aftur á avrikunum, sum ikki eru sannførandi, men tó eru tey góðkend. Hann er óvanliga skjótur og tað er hansara stóra styrki. Serliga tá hann skal renna kapp í verjustøðu, men kemur ov sjáldan í kapprenning í álopsstøðu. Hevði okkurt gott innlegg, men tey flestu komu upp á innkast. Tað manglar nakað í, tá tað kemur til smáspæl og samanspæl, men vónandi kemur tað aftur, tá trongis­ vágsingurin fær spæli­tíð. Odmar Færø 7 Trívist væl við framrættaða trýstinum, har hann til tíðir skal fylgja áleyparanum inn á hálvuna hjá mót­støðu­lið­ num. Stóð sterkur í flestu nær­ dyst­unum og gjørdi fríspark í røttu støðunum. Bleiv eina ferð fangaður langt frammi á vøllinum. Tá mundi verjan bliv­ ið yvirspæld. Eitt yvir miðal av­ rik frá miðverjanum. Sonni Ragnar Nattestad 6.5 Spældi eisini væl yvir miðal í verjustøðu, har lettisku spæl­ar­ arnir høvdu stórar trupulleikar í luftspælinum, tí miðvingurin er so ágrýtin í luftdystunum. Nakrar ferðir er hann eisini ov ágrýtin. Tað kostar fleiri frí­spørk og gult kort, sum ger at hann hevur leikbann móti Malta. Tá Sonni Ragnar lærir at velja sínar luftdystir og tak­lingar, verður hann upp aftur betri. Er eisini ein støðug hótt­an í álopsstøðu, tá vit hava deyðbóltar. Viljormur Davidsen 6 Hevur verið liðskipari sein­ astu tveir dystirnar. Er ótrú­ liga støðugur í sínum avrik­ um. Er enn eina ferð sterkur á bóltinum, og sleppur sær skilagott av hann í upp­spæli­ num. Er ikki heilt á linju, tá Lettland skorar og tað telur nið­ur, men tað telur upp, at hann reisist aftur og eigur upp­ leggið til 1-1 málið. Hevur eisini eina framúr bjarging á mál­ strikuni í seinna hálvleiki. Jóannes Bjartalíð 7 Hevur sæð eitt sindur tung­ur út í støðum í hesum kapp­ingar­ árinum, men er ótroyttiligur í sínum vilja at skapa og verja. Hann hevur eitt gott vinstra bein, sum eigur fleiri góðar avleveringar og innlegg í dystinum, umframt at hann legg­ur lív og sál í at renna heima, tá tað skal verjast. Tó er onkur støða, har 10arin hjá KÍ sær eitt slitin og troyttur út. Eigur tó stóran lut í, at trýstið á miðjuni riggar væl. Sølvi Vatnhamar 6.5 Aldursforestin hesa ferð tekur ábyrgd mitt á miðjuni, nú bæði Hallur Hansson og Brandur Hendriksson sótu uttanfyri. Hev­ur ikki júst sama kvikleika og bóltførleika, sum teir báðir fyrrnevndu, men er ótrúliga snildur í sínum trýstið og av­ gerðum við bóltinum. Vinnur einar tveir bóltar, sum hann kann á føroyska liðnum. Sam­ stundis var javnvág á mitt á miðjuni at kalla allan dystin. Týdn­ingurin av Sølva veksur á landsliðnum, nú menn sum Christian L. Holst, Fróði Benja­ minsen, Jónas Tór Næs og Atli Gregersen eru givnir. Rógvi Baldvinsson 6.5 (Út 68.min) Spældi seg av álvara upp, eftir ein minni góðan dyst móti Litava, har hann sá tungur út. Hesa ferð var Rógvi skarpur í tvídystunum, og hjálpti væl til mitt á miðjuni. Mátti í summ­ um førum verða djarvur og fara framvið í trýst. Tað spældi fyri tað mesta væl av. Er ein støðug hóttan, tá vit hava deyð­bóltar, og er samstundis sterkur í verjustøðu. Bleiv skift­ur út eftir 68. minuttir, og tað hevur helst nakað við orku at gera. Gunnar Vatnhamar 7.5 (Dagsins spælari) Leirvíkingurin kom til fleiri royndir á mál, og ein av teimum gav mál. Hann vann eisini fleiri tvídystir og bjóðaði seg fram. Spældi í vinstru á miðjuni, men fekk ikki so nógv burturúr. Tað gekk eitt sindur betri í høgru, men tað telur nógv upp, at hann leggur lív og sál í at vinna hvønn tvídyst. Hann verður valdur til dagsins spælara, tí hann er avgerandi. Tað er ikki vist, at hann byrjar inni á Malta, men tað er ongin ivi um at hann hevur prógvað, at hann kann byrja inni á landsliðnum, tá vit hava brúk fyri vøddum, vilja og enntá málum. Meinhard E. Olsen 5.5 Hetta var ein dystur, sum passaði væl til Meinhard E. Gunnar Vatnhamar var ein av fleiri spælarum, sum vísti seg fram í kuldanum í Duagava í Lettlandi. Stóri spurningurin var um vit kundu spæla uttan profilarnar, men avloysararnir tóku av møguleikanum. Millum stinnastu spælararnar var málskjúttin Gunnar Vatnhamar Spælarametingar: GUNNAR VATN­HAMAR GUNNAR VATN­HAMAR Tróndur Arge Talan var um eitt gott lið­av­ rik, tá Føroyar spældu javn­ leik 1-1 móti Lettlandi í Dua­ gava. Liðið var uttan pro­fil­ar sum Jóan Símun Ed­munds­ son, ið ikki bleiv leys­givin av Arminia Bielefeld, leik­bann­ aðu Hall Hansson og Brand Hendriksson, og Heina Vatns­ dal, sum gav avboð vegna skaða. Hartil valdi Håkan Eric­ son at byrja við Teiti M. Gests­ syni í málinum, og tí sat Gunn­ ar Nielsen á bonkinum. Millum teirra, sum veruliga fingu seg royndan, var Rógvi Bald­vinsson. Hann sá ikki gott út í venjingarlandsdystinum móti Litava, men fekk álit á miðju­ni. Tað takkaði hann fyri. Eisini Gunnar Vatnhamar og Mein­hard E. Olsen vóru við frá byrj­an, og tað glógvaði eisini í teim­um. Spælarametingarnar eru merkt­ar av, at talan er um eitt gott liðavrik, har úrslitið eisini er á eini góðari leið.