Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 248 - 28. desember 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 28. desember. Barnadagur. Hildin til minnis um tey sakleysu børnini, sum Heródes læt myrða (Matt. 2, 16-18). Dagurin verður eisini róptur burnamanshalgi, men vit vita einki um nakað halgimenni við tí navninum. Tað kann vera, at óvættið í donsku vísuni Burmand holder i fjældet ud (føroyingar kvóðu Burnamann) hevur verið sett í samband við barnamorðaran Heródes. Heitið -halgi hevur ongan kirkjuligan ella bíbilskan týdning, men er bara sett á dagin, av tí at hann hevði hesa serstøðu í álmanakkanum; á sama hátt sum t.d. leypársmessa ella veðurlambsmessa. Gamalt var, at stjørnuhalgi varð hildin til tjúgunda dag, 13. januar. Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum, sum gleddu okkum á gullbrúdleypsdegnum tann 6. nov. 2004. Eisini ynskja vit tykkum eini gleðilig jól og eitt signað nýggjár. Ingibjørg og Poul Nolsøe Mikkelsen Klaksvík Leygardagin 18. desember gjørdist Mortan Hentze á Argjum tann hepni vinnarin av einum Toyota Corolla, eftir at hann hevði keypt ein lutaseðil frá B71 fyri 100 krónur Síðan síðst í november hevur ítróttarfelagið B71 á Sandoynni selt lutaseðlar til frama fyri felagið, har høv- uðsvinningurin var ein Toyota Corolla. Kappingin um bilin var tó ikki sum vanligir luta- seðlar. Økið rundan um Sandsvatn var býtt sundur í umleið 4.540 teigar. Leygardagin 18. desem- ber skuldi so vinnarin av bilinum finnast. Við 5 litrum av bensini í tangan koyrdi jólamaðurin runt um Sandsvatn, og tann ið átti teigin har bilurin steðgaði, hevði vunnið bilin. Teinurin runt vatnið er 5.946 m. Bilurin koyrdi 17,5 ferðir runt vatnið, tvs. uml. 104 km. Bensinávar- ingarljósið lýsti frá byrjan av túrinum. Túrurin var í 2 tímar og 20 min. Tvær bensinstøðir eru við vatnið, og tær vóru passeraðar heilar 35 ferðir tilsamans. Bilurin koyrdi 20,8 km/l. Tað var Mortan Hentze á Argjum, sum átti teigin, har bilurin steðgaði, og hann gjørdist tann hepni vinnarin av einum Toyota Corolla 1,6 Hatchback. 1. vinningur (bilurin) var nr. 2102, hinir vinningarnir vóru: 2. vinningur: nr. 1302, 3. vinningur: nr. 0505, 4. vinningur: nr. 1577, 5. vinningur: nr. 5177, 6. vinningur: nr. 0538, 7. vinningur: nr. 2482 Mortan Hentze, Argir: Vann nýggjan Toyota Corolla fyri 100 krónur Eivind av Reyni frá Reyni Service (v.m.) handar Corolla bilin til hepna vinnaran, Mortan Hentze á Argjum. Saman við teimum er Poul Klementsen frá B71, sum eigur hugskotið til kappingina Mynd: Reyni Service Fyrsti føroyingurin í 2003, Bárður Marsten, fekk 3 systkinabørn, allir dreingir, innanfyri 8 mánaðir. Tað eru fýra systkin, børn hjá Mariu og Oddmar Marsten, Klaksvík, sum vóru so heppin. Myndin er tikin við gamla neysti hjá Nólsoyar Páll, og eru teir 8. lið frá honum. Fýra systkin fingu fýra dreingir í 2003 Maria og Oddmar Marsten í Klaksvík við teimum fýra ommu- og abbasynunum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Malmberg Simonsen Sørvágur doyði og varð jarðaður. Ein serstøk tøkk til prest fyri góð orð og sangarar, ið settu dám á.Tøkk til starvsfólkið á B7.Tøkk fyri blómur/kransar og peningagávur til Einkjugrunnin. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum úr kapellinum og úr Sørvágs kirkju. Familjunnar vegna Herborg, Esmar, Daniella, Mikkjal og Karin Gleðilig jól og gott Nýggjár!