týsdagur 28. desember 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 249 - 29. desember 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
29. desember 1864
kom handilsloyvið á
fysta sinni í Norð-
stovu í Sørvági og
hevur Niclasen
familjan síðan fingist
við handil og mangt
annað vinnuvirksemi.
Í dag, 140 ár seinni,
handlar familjan enn,
og er tað 6. ættarlið
sum roynir seg
FYRITØKA
Í 1956 var einahandilin av-
tikin í Føroyum, tá sluppu
føroyingar sjálvir at hava
handil. Sama ár byrjaði
Jóhan Mortensen handil sín
á Tvøroyri. Jóhan var virkin
maður, og í árunum eftir
komu fleiri úthandlar kring
landið. Ein av hesum út-
handlum kom at vera í
bóndahúsunum hjá Niclas
Samuelsen
í
Sørvági,
nevnd Norðstova.
Hesin úthandil varð stovn-
aður í 1864, og handlaði
mest við matvørum, byggi-
tilfari og ymiskum neyð-
synjarvørum at byrja við.
Niclas fekk fyrsta handils-
loyvi í familjuni tann 29.
desember 1864.
Hesin Niclas Samuelsen
var um tað mundið komin
til árs, og longu í 1872 tók
við sonur hansara, Dánjal
Niclasen (Ríki-Dánjal), ið
tá var 31 ára gamal, við.
Niclas doyði í 1896.
Avtalan var tá, at út-
handilin skuldi selja vørur
fyri Mortensen, og haraftrat
turkaðu teir eisini fisk, ið
sluppirnar hjá Mortensen
komu við.
Dánjal helt á til ár 1900,
tá hansara dagar vóru taldir
og árarnar lagdar inn. Tá
tók sonurin Niclas Niclasen
við. Samstarvið við Morten-
sen helt fram til eftir fyrsta
veraldarbardaga, tá Handils-
virkið Niclasen byrjaði at
innflyta sjálvir.
Posthús í Norðstovu
Eftir aldarskifti gjørdist
virksemið hjá fyritøkuni
størri og størri.
Posthúsið hevði fyritøkan
eisini. Í 1916 kom posthús
eisini í Norðstovu. Post-
flutningurin til Bíggjars,
Gásadals og Mykinesar var
eisini røkt av felagnum.
Niclas hevði posthúsið til
1939, tá dótturin Sigrid Ol-
sen (vanliga nevnd Sigrid á
posthúsinum) tók við. Hon
røkti starvið til 1988.
Í 30-unum kom eisini
garvarí í fyritøkuna. Tað
var Edward, sonur Niclas,
ið hevði verið uttanlanda og
lært seg kynstrið at garva.
Fiskifør í fyritøkuna
Sum fiskaframleiðari var
umráðandi at hava rávøru-
grundarlag, og valdi fyri-
tøkan tí at ogna sær fiski-
før. Frá 1905 og fram til
1925 keypti fyritøkan sjey
smærri 6-10 tons dekksbát-
ar, og fiskurin varð virkað-
ur í Sørvági.
Hildið var fram við hes-
um fiskiskapi til fyrst í 30-
árunum, tá felagið byrjaði
at keypa sluppir. Fyrsta var
»Syv Søstre«, sum var
keypt 23. januar 1930. Hon
fekk tó eina stutta livitíð, tí
longu í juli sama ár rendi
hon á eina fles í Grønlandi
og sakk. Síðani var »Skarp-
hjeðinn« keypt tann 19.
desember í 1930, helst fyri
»Syv Søstre«. Í 1934 keyptu
teir so »Haffarið« og í 1936
kom so eisini »Eysturoygg-
in« í felagið. »Eysturoygg-
in« var skipið, har kaptajn
Mikkelsen úr Søvági, sum
fyrsta skip nakrantið í 1940
flaggaði
við
føroyska
merkinum. Reiðaríðið var
Niclasen í Sørvági.
Hesar sluppir hildu fram
við fiskiskapinum, og í
1939 varð »Vesturvarði«,
sum fyrsti trolarin hjá
felagnum, keyptur.
Í 1939 var eisini Vága
Trolarafelag stovnað. Og
var Niclasen ein av høvuðs-
ánarunum. Vága Trolara-
felag varð so við og við
uppkeypt av felagnum í
Sørvági, til tað at enda í
1961 heilt var á teirra hond-
um.
Í 1939 var ikki bert árið,
tá felagið fekk sín fyrsta
trolara. Hetta árið varð eis-
ini eitt nýtt og eftir tátíðar-
mynstri sera framkomið
turkihús bygt. Hetta hevði
tá sera stóran týdning fyri
virkið, sum umframt van-
liga handilin, hevði fiski-
vinnu
sum
høvuðstátt.
Hetta árið doyði Niclas, og
sonurin Dánjal Niclasen
tók við sum stjóri í fyritøk-
uni.
Meðan seinni heimsbar-
dagi herjaði, varð einki nýtt
skip keypt, men so skjótt
hesin var av, komu eisini
nýggj skip til felagið. Beint
eftir kríggi komu teir tríggir
snurruvoddarnir »Vestur-
leið«,
»Vestursøki«
og
»Vesturleiki«, og í 1947
kom »Vesturskin«, ið var
trolari.
Um Vágafjørð og
Mykinesfjørð
Flestu av hesum skipum
gjørdust tó ikki gomul í
fyritøkuni, og í 1949 vóru
tveir av snurruvodsbát-
unum seldir til Noregs, og
árið eftir fór eisini hin triði
úr fiskiflotanum. Hetta var
»Vesturleið«, og hann skul-
di ikki verið heilt ókendur
fyri tey, ið eru komin eitt
sindur til árs. Felagið setti
bátin inn í ferðafólka- og
farmasigling millum Mið-
vág og Havnina, og mong
munnu tey vera, ið minnast
onkran baldrutan túrin um
Vágafjørð við »Vesturleið«.
Í 1970 var »Vesturleið«
seldur til Klaksvíkar.
Handilsvirkið Niclasen
hevði eisini siglingina til
Mykinesar. Hesa sigling
hevði felagið um hendi líka
til 1969, tá tað almenna helt
seg verða betur til at reka
millumoyggja sigling og
yvirtók hesa eins og allar
aðrar privatar leiðir í Før-
oyum.
Fyrsta flakavirki
í landinum
»Vesturvarði«, ið kom í
1939, varð seldur aftur í
1949, og »Vesturskin« varð
seldur í 1953. Samstundis
helt eisini trolvirkið, ið
Sp/f Handilsvirkið Niclasen, Sørvágur:
140 ára føðingardagur
Arbeiðsfólk uttan fyri fiskahúsið hjá Norðstovuhandlinum
Trolarin Vesturskin var keyptur í 1947 eftir at trolarin Vesturvarið hevði vunnið felagnum væl
undir krígnum
Handilsvirkið Niclasen heldur í
dag til úti á Bakka í Sørvági