týsdagur 17. november 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN NOVEMBER 2020
4 KVEIK
Í summar fluttu Rannvá og Frank Joensen inn í snotuligu nýggju hús síni Undir Fossum í
Klaksvík saman við synunum, sum eru tvey og fýra ár.
– Vit fluttu inn í húsini síðst í juni mánaði, hóast tey ikki vóru ordiliga liðug tá. Eg gav
meg, og maðurin fekk sín vilja, og vit fluttu inn, sigur Rannvá Joensen skemtandi.
– Fyrimunurin var, at tað skjótt varð gjørt liðugt, men vansin var eisini, at luftin skjótt
fór úr ballónini, tá alt tað grova varð gjørt, og tí mangla enn nakrir snøklar, leggur hon aftrat.
ÍBLÁSTUR
Húsini eru stór, opin, stílrein og kortini heit við natúrligum tilfari, so sum træi.
– Vit hava altíð funnið íblástur í so at kalla øllum. Men vit hava verið samd í, at stílurin
skuldi vera reinur‚ og vit skulu halda okkum til tann stílin, sum vit valdu og ikki blanda ov
nógv saman, sigur Rannvá Joensen frá.
– Eg elski træ, og tað varð tí ein málsetningur, at fáa nátturuna inn í heimið. Maðurin
dámar væl stál og beinar linjur. Tí eru húsini eisini ein endurspeglan av hesi samansetningini.
Vit royna altíð eftir førimuni at halda okkum til stílin, vit hava valgt og harvið at skapa eitt
heim, sum er stílreint og hevur skarpar linjur, men samstundis eisini er hugnaligt og fjalgt,
sigur hon, tá hon verður spurd um persónliga stíl teirra.
Íblásturin til húsini er millum annað funnin í náttúrini, úr húsum í nærumhvørvinum,
har tey fyrr hava búð, á ferðum‚ á netinum og aðra staðni við.
– Vit hava í mong ár verið áhugað í húsa- arkitekturi, og ynskið hevur í nógv ár verið at byggja
okkara egna, og tí hava vit savna savna saman íblástur í fleiri ár ymsa staðni frá, sigur hon.
HEIMAGJØRDAR LOYSNIR
Tað var sera umráðandi fyri Rannvá og Frank, at tey luttóku í øllum byggistigunum, tá tey
fóru undir byggingina.
– Vit vóru við frá at fyrsta strikan varð teknað‚ til seinasti naglin varð negldur. Vit
eru kreativ og dáma væl at byggja og finna loysnir sjálvi, tí er nógv í okkara heimi eisini
heimagjørt, sigur hon og vísir millum annað á stáltrappuna, sum Frank sjálvur hevur
sveisað, heimagjørda vesimøbilin og heimagjørda beinkin í køkinum.
NATÚRLIGT TILFAR OG REINAR LINJUR
Í summar fluttu Rannvá og Frank Joensen inn í snotuligu nýggju hús teirra Undir Fossum í Klaksvík