týsdagur 17. november 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
SOSIALURIN NOVEMBER 2020
KVEIK
Lagt til rættis: Annika Kunoy Im - annika@sosialurin.fo
PLÁSS TIL SPÆL
– Vit eru ein virkin familja, og onkuntíð seta vit eisini
tónleikin for frá, hoppa, dansa og renna runt. Tí var
umráðandi hjá okkum, at vit høvdu eitt stórt alrúm.
Tad er ongin loyna‚ at veðrið í Føroyum kann verða eitt
sindur rokaligt um veturin‚ og vit hava fleir innidagar enn
aðrastaðni. Tí hevur tad verið umráðandi hja okkum at
skapa eitt heim‚ har tað er høgt til loftið og vítt til veggja
til alskyns spøl‚ ítrótt og kreativitet.
Rannvá Joensen greiðir frá, at nakað av tí, sum hon
er glaðast fyri í nýggju húsum teirra Undir Fossum er,
at vaskirúmið er har, sum kømurini eru, at tey hava eitt
walk-in skáp í gongini, at køkur, vásakøkur og hjallur er
tætt hvørjum øðrum, og at alrúmið er so stórt, at tey fáa
runnið, hoppa og spælt saman har.
– Tað er torført at siga, júst hvat eg eri glaðast fyri, tí
vit hava ikki búð her so leingi enn, og eg eri ekstremt glað
fyri alt. Vit eru enn í nýbyggjara-mode, og eri sera nøgd og
takksom fyri rammunar, sum vit hava skapt til okkum og
okkara, sigur hon.