týsdagur 17. november 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN NOVEMBER 2020
6 KVEIK
Vilmund Jacobsen - Lýsingagrein
- Tað er stórur munur á, at nógv fleiri mála við litum í dag.
Hetta hevur rættiliga vundið upp á seg. Tað er ikki bara í
barnakømrum, at vit síggja litir og ymiskt pynt á veggi
num. Nú síggja vit oftari, at onkur veggur í stovuni ella í
baðirúminum hevur ein lit sum brýtur av. Tað eru eisini
tey, sum eru farin at mála og seta litir á møblar og stólar,
soleiðis at alt ikki bara er hvítt longur.
Tað sigur Janus úr Dímun, sum stívliga trý ár hevur
starvast á málingadeildini hjá Balslev, sum eisini er hansara
ábyrgdarøki í stóru fyritøkuni í Hoyvík.
MEIRA LJÓS
Nógv av teimum nýggju ella dagførdu húsunum hava aftur
stór vindeygu, og hetta gevur sjálvandi eisini meira ljós inn
í rúmini og kanska serliga inn í stovuna.
- Tá fólk seta litir á, síggja vit ofta, at grønt, blátt, turkis
og heitir brúnir litir ganga aftur. Vit kunnu siga, at hetta eru
friðarligir litir, og partvís eisini jarðlitir.
Janus úr Dímun heldur fyri, at føroyingar sjáldan leypa
fram av, tá ræður um at seta litir á, men nú sæst so ein
verulig broyting, tí tað er ikki alt líka hvítt longur, sum tað
hevur verið í fleiri ár.
- Eg vil meta, at eini 60-70 av rúmunum í einum húsum
eru ljós, og síðan síggja vit aðrar mattar og bleytar litir sum
stillisliga bróta av, sigur hann.
MATT OG GOTT
Janus úr Dímun vísir á, at ofta hevur verið sagt um matta
máling, at hon er verri at vaska, og dálkast verri enn máling,
sum hevur hægri glans.
- Men, soleiðis er tað ikki longur. Nú er máling framleidd
soleiðis tøkniliga, at hon leggur seg slættari og á ein heilt
annan hátt, og hon tolir væl vasking. Vit selja Dyrup-máling,
ið er donsk og mest selda máling í Danmark, og Dyrup eigur
eisini Gori, ið serliga er kent fyri sína uttanduramáling.
Janus úr Dímun vísir á, at á heimasíðuni hjá Dyrup ligg
ur forrit, har fólk kunnu seta myndina av egnum rúmi inn,
og síðan kunnu fólk síggja, hvat tey halda riggar best.
NÚ SÆST EIN VERULIG BROYTING
- Ofta hevur verið sagt um matta máling, at hon er verri at vaska, og
dálkast verri enn máling, sum hevur hægri glans. Men, soleiðis er tað
ikki longur, sigur Janus úr Dímun á málingadeildini hjá Balslev