Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 248 - 28. desember 2004 – Vónandi fer nýggja samferðsluhavnin í Suðuroy at gerast eitt týdningarmikið snúningspunkt fyri einum munandi størri virksemi í allari Suðuroy, segði løg- maður, tá ið nýggja samferðsluhavnin í Suðuroy varð tikin alment í brúk tollaks- messudag SUÐUROYARSIGLINGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hóast nýggi Smyril gjørd- ist jólatrøll, pakka vit kort- ini tær fyrstu jólagávurnar á suðuroyarleiðini upp. Tað helt Jóannes Eides- gaard, løgmaður, fyri, tá ið hann tók nýggju sam- ferðsluhavnina í Suðuroy í nýtslu, beint eftir døgverða tollaksmessudag, hósdagin 23. desember. Løgmaður var høvuðs- røðari, tá ið heilt nógv fólk hevði leitað sær yvir á nýggju samferðsluhavnina hendan kalda, men frálíka góða vetrardagin, tá ið nýggja samferðsluhavnin alment varð tikin í nýtslu. Og løgmaður ásannaði beinanvegin, at talan var um valaverk og tað ynskti hann øllum pørtum tillukku við, bæði løgtinginum, sum hevði játtað peningib til havnina og býráðnum á Tvøroyri, sum hevði sam- starvað um ætlanina. Men ikki minst ynskti hann teimum tillukku, sum høv- du verið við í arbeiðnum, bæði fyrisitingarliga og verkliga. – Úrslitið er ein prýðilig- ur varði fyri tykkara hegni og førleika, segði løgmað- ur. Hann segði, at mangan var ivi um, um antin arbeið- ið nú fór at verða liðugt, áðrenn nýggi Smyril flagg- skrýddur kom grøvandi inn eftir fjørðinum, men tað náddu tit so ruddiliga. – At tað so var hesin Smyrilin, sum so trúliga hevur tænt okkum í skjótt 30 ár, sum er fyrsta skipið, ið brúkar havnina, haldi eg er í fínasta lagi. Tað hevur henda ediliga skúta so sanniliga uppiborið, helt løgmaður fyri. Eitt annað, sum hann fegnaðist um, er, at kostn- aðarmetingin í einum al- mennum arbeiði enn eina- ferð hevur hildið. – Articon hevur við hes- um arbeiði víst, at vit eiga dyggan førleika til at gjøgnumføra slíkt arbeiði. Løgmaður segði, at tað var ongin loyna, at hann var ein av teimum, sum ikki vóru so fegin um, at hendan havnin liggur júst her, hon liggur. Hann sipar til, at tað vóru nøkur, sum av umhvørvis- ligum og ivaleyst eisini nostalgiskum grundum hildu, at havnin kundi ligið longur inni á fjørðinum, so vit varðveittu farleiðina innan fyri Lítla Hólm um- framt tað umhvørvið, vit hava sæð av norðursíðuni alt lívið. – Tað er so farið og í dag eru vit ivaleyst eins fegin sum øll onnur um lidna ar- beiðið. Løgmaður ivaðist onga løtu í, at vit hava fingið eina góða havn. Men hon verður uppaftur betur, tá trapputorn, farstøð og pakkhús er komið. – Vit kunnu staðfesta, at tað eru ikki bara veður- og aldumátingarnar, sum hava víst, at hetta var rætta stað- ið at leggja havnina. Veru- leikin hevur víst, at hon er kyrr, meðan fjørðurin hevur verið í einum glaðuroki. – Ættirnar bíta snøgt sagt ikki á her á Krambatanga, segði løgmaður. Portrið til Suðuroynna Annars segði Løgmaður, at nútíðin og framtíðin fara at gera hesa havnina til portr- ið hjá Suðuroynni til restina av landinum og til útheim- in. – Tað er hiðani, at lívs- leiðin hjá mongum okkara fer at byrja, og tað verður vónandi umvegis hesa havnina, at mong teirra venda aftur til oynna. Hann vónaði og ynskti, at henda havnin fer at gerast eitt týdningarmikið snún- ingspunkt fyri einum mun- andi størri virksemi fyri alla Suðuroynna, eins og hon vil medvirka til, at onnur eisini finna Suður- oynna sum ein møguleika. Hann vónaði somuleiðis, at teir møguleikar, sum Tvøroyri nú hevur fingið við gomlu samferðsluhavn- ini á Drelnesi, eisini fer at blása lív í nýtt virksemi okkum øllum at gagni. Løgmaður bar eisini heilsu frá hinum báðum landsstýrismonnunum, sum varaðu av havnini, men sum ikki fingu verið við á hátíðarhaldinum. Teir eru Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu- málum, sum varðar av byggingini og Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum varar av Strandferðsluni, sum skal brúka havnina. Portrið hjá suðuroyingum út í heim Vónandi fer hendan havnin at gerast eitt týdningarmikið snúningspunkt fyri einum munandi størri virksemi fyri alla Suðuroynna, eins og hon vil medvirka til, at onnur eisini finna Suðuroynna sum ein møguleika, segði løgmaður, tá ið hann kvetti bandið og tók nýggju samferðsluhavnina alment í nýtslu Nógv fólk var komið saman, táið nýggja samferðsluhavnin varð tikin í nýtslu og øll vórðu boðin umborð á Smyril at fáa gløgg, saft, karamellur og ymsan jólabakstur Eisini manningin á Smyrli fylgdi spent við tí, sum fór fram, tá ið havnin varð tikin í nýtslu Tað var ikki ætlanin, men tað fall altso hesin Smyrli í lut at vera fyrsta skipið, sum legði at í nýggju samferðsluhavnini. Men tað hevur hendan ediliga skúta so sanniliga uppiborðið, helt løgmaður