týsdagur 28. desember 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 249 - 29. desember 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Øll ættarliðini í
Handilsvirkinum
Niclasen í Sørvági
hava verið politikar-
ar. Fyrstu ættarliðini,
Dánjal Niclasen
(Ríki-Dánjal) og Nicl-
as Niclasen (Niclas
Norð í stovu) vóru
løgtingslimir. Næstu
tvey ættarliðini, Dánj-
al Niclasen og Niclas
Niclasen, vóru borg-
arstjórar í heimbygd-
ini, og núverandi
stjórin Jørgen Nicla-
sen er løgtingsmaður
FYRITØKA
Hjá familjuni Niclasen í
Sørvági hevur umframt
vinnuvirksemið eisini verið
áhugi fyri politikki. Øll
ættarliðini hava verið politik-
arar. Dánjal Niclasen (Ríki-
Dánjal) var løgtingsmaður
frá 1891-1900. Sonurin
Niclas Niclasen (Niclas
Norð í Stovu) sat í løgting-
inum frá 1928-1936.
Tá ríki-Dánjal andaðist
21. mars 1900 stóð soljóð-
andi minningarorð í Dimma-
lætting:
»Købmand og lagtings-
mand Daniel Niclasen af
Sørvaag afgik ved Døden í
Tirsdags i forrige Uge den
21. dennes i en Alder af 59
Aar. Den afdøde var en
sjelden driftig og dygtig
Købmand og Jordbruger og
havde forstaaet at erhverve
sig en efter vore Forhold
betydelig
formue.
Paa
Grund af sin ualmindelige
Viljestyrke og uopslidelige
Virksomhedstrang indtog
han en Førerstilling i sin
Hjembygd og bidrog ved sit
Eksempel utvivlsomt ikke
lidt til at fremme Bygdens
Drift baade til Søs og til
Lands, og som Følge heraf
den betydelige Udvikling,
som Bygden har undergaa-
et den sidste Menneskeald-
er.
Den afdøde blev í 1891
valgt til Medlem af Lag-
tinget i Stedet for afdøde
Sysselmand Nielsen og
blev genvalgt i Aarene 1895
og 1899. Som Politiker
stemte han aldid med dem,
som holdt stærkest paa det
bestaaende, og de fleste af
de nyere Reformer, som
offentligt
Skolevæsen,
Kommunalvæsen,
friere
Ret til opdyrkning m.m.,
var han alt andet end en ven
af. Egentlig yndede han
ikke det parlamentariske
Liv og saa tilbage paa de
Tider, da Amtmanden og de
ham underordnede Autori-
teter sad inde med al Magt,
som langt at foretrække for
den Tilstand, hvori Styrels-
en nu ved Lagtingets Med-
virken var kommen.«
Munur á feðgum
Stórur munur var á hesum
feðgum. Dánjal var aftur-
haldsmaður, meðan sonurin
Niclas var framburðsmaður
og harvið frammaliga í
sjálvstýrisrørsluni.
Um sonin Niclas Norð í
Stovu vóru eisini minning-
arorð eftir hansara deyð 12
oktober 1939. Dagin eftir
hevði Nyhold Debess eina
yrking um Niclas í Tinga-
krossi. Endin á yrkingini
var soljóðandi:
»Tú segði frá,
sum landið lá,
fríð var tín lund.
Tú stimbraði tey,
sum í iva stóðu,
tú revsaði tey,
ið lógu og svóvu,
títt minni tindar branda.«
Í sama tingakrossi er minn-
ingarorð, sum »Vinur« hev-
ur skrivað. Har stóð m.a.:
»Niclas var sonur tann við-
gitna Dánjal Norð í Stovu í
Sørvági og tók 22 ára
gamal við faðir síns handli
og búgvi, sum hann røktaði
fram til glæsiliga fyrimynd
í síni bygd, so um sporini
hava víst og enn vísa.«…
…»Niclas Niclasen sat
sum løgtingsmaður fyri
Vága Sýslu frá 1928-1936.
Hann var nakað uppi í ár-
unum, tá hann kom á ting,
men hann kom við fýrigum
sinni sum nakar unglingi.
Sum royndur og dugnadi
keypmaður, bóndi, fugla-
maður og hegnismaður og
við sínum brennandi huga
til at dugna føðilandinum,
ruddaði hann sær skjótt rás
á tingi, sum ein av odda-
monnunum
fyri
sjálv-
bjargnisstarvi Føroya fólks.
Hann vísti á, at hann, um-
framt at eiga dugnaskap til
at vera talsmaður føroyinga
í øllum landsins heima-
viðurskiftum, eisini var av
tí forna føroyska bergi brot-
in, sum sá, hvar ómagasár-
ini frá hundrað ára em-
bætisvaldi bløddu, og tí
dugdi at ota undir leiðina til
endurbøting.«
Borgarstjórar
Næstu
tvey
ættarliðini
høvdu størri áhuga í lokal-
politikki. Dánjal Niclasen
var borgarstjóri í heim-
bygdini frá 1946-1954,
meðan Niclas Niclasen var
borgarstjóri frá 1966-1970.
Eftir at Dánjal andaðist í
1971 hevði Leif Waagstein
minningarorð um hann í
bløðunum. Tvey brot úr
minningarorðinum vóru:
»Dánjal hoyrdi til tað ættar-
lið av vinnulívsmonnum,
sum vóru vaksnir upp við
sluppum og útróðri, og tá
hann var ungur maður, var
Sørvágur ein av fremstu út-
róðrar bygdum í Føroy-
um.«…
…»Dánjal var av frynt-
ligastu monnum, men hann
var tó ongantíð bangin fyri
at siga sína meining, so hon
skiltist, og hann kundi við-
hvørt vera nokk so bersøg-
in, uttan tó at ganga nøkr-
um ov nær.
Tann tíðin, sum Dánjal
Niclasen virkaði í tí før-
oyska samfelagnum, førdi
við sær stórar broytingar,
ikki minst innan fiskivinnu
og framleiðslu uppi á landi.
Dánjal Niclasen var ein
av teimum, sum myndaði
hesa tíð og var við til at
tryggja tann framburðin,
sum hendur er.
Eg hugsi ikki, tað er ov
nógv sagt, at við Dánjali
mistu Føroyar ein av sínum
stóru synum.«
Av leiðarunum í fyritøkuni,
er bert tann yngsti eftir.
Niclasi eydnaðist ikki at
uppliva 140 ára dagin hjá
fyritøkuni.
10. september í ár (2004)
sløknaði hansara lívsneysti
brádliga. Men sum skrivað
stendur í Jóhannusi: »hann
livir, um hann so doyr.«
Hansara ljós livir í minn-
unum hjá øllum. Við hon-
um er ein sonn bygdar-
mynd er farin.
Niclas var góður og frynt-
ligur. Dugdi við skálkabrosi
at síggja tað skemtiliga og
fáa róma rundan um seg.
Hann var góður við øll og
helst betur við øll onnur
enn seg sjálvan.
Niclas hevði stórt hug-
flog og góðan vilja. Hann
royndi seg á askyns vinnu-
ligum frontum. Tað verið
seg handli, fólka- og ferða-
fólkaflutningi, fiskafram-
leiðslu og fiskiskapi, sjálvt
rækjufiskiskapi í Suður-
amerika var hann við í. Ein
framburðsmaður er farin.
Tann yngsti
Tann yngsti í ættarrøðini,
vendi aftur til landspoli-
tikkin. Jørgen Niclasen
kom sum varamaður í løg-
tingið fyri Fólkaflokkin á
fyrsta sinni í 1989. Tá var
hann bert 20 ára gamal og
sostatt tann yngsti, sum
nakrantíð hevur sitið á
tingi. Jørgen sat eisini sum
varamaður í 1990, og frá
1991-1993. Í 1994 var hann
umboðsvaldur og hevur sit-
ið í løgtinginum síðan.
Hann hevur í løgtinginum
havt nógv álitisstørv, og í
dag er hann m.a. formaður í
tingbólki Fólkaflokksins.
Landsstýrismaður var Jørg-
en Niclasen frá 1998-2003,
har hann umsat fiskivinnu-
mál. Tey árini hann var
landsstýrismaður, var Mart-
in Nielsen úr Vatnsoyrum
stjóri í fyritøkuni.
Onkur sigur at politiskur
áhugi kann arvast. Í hesi
familjuni hava so øll ættar-
liðini verið politikarar.
Sp/f Handilsvirkið Niclasen, Sørvágur:
Øll ættarliðini verið politikarar
Dánjal Niclasen (Ríki-Dánjal)
f. 1840, d.1900
Stjóri: 1872-1900
Løgtingsmaður: 1891-1900
Niclas (Norð í Stovu) Niclasen
f. 1873, d.1939
Stjóri: 1900-1939
Løgtingsmaður: 1928-1939
Bygdaráðslimur: 1915-1930
Dánjal Niclasen
f. 1902, d.1971
Stjóri: 1939-1971
Borgarstjóri: 1946-1954
Niclas Niclasen
f. 1941, d.2004
Stjóri: 1971-1992
Borgarstjóri: 1966-1970
Jørgen Niclasen
f.1969
Stjóri 1992-
Løgtingsmaður: 1989, 1990,
1991-93 og frá 1994
Landstýrismaður: 1998-2003
Kaffistovan úti í Bakka í
Sørvági varð í 1998
bygd um til
bensinstøð
Norðstovupakkhúsið við
bryggjuna í Sørvági