Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 4 ANNIKA KUNOY IM MYNDIR: ANDRÉ BLINKILDE/TV 2 M ikudagin kunnu Sunnvá Dahl Ras­ mus­sen og Martin Høg­feldt Olsen vinna eini hús í Silke­borg. Eini hús, sum eru 2,6 milliónir verd. Eini hús, sum tey í átta vikur í summar sjálvi hava innrættað við eini fíggjar­ætlan á 300.000 krónur. Tí tað er nevniliga nú mikudagin, at finalan í vælumtóktu donsku sjón­varpssendingini »Ny­bygg­ er­ne«, verður víst. Og tá sleppa hyggjarar at atkvøða fyri tí pari­ num og húsinum, sum tey halda skal vinna kappingina. Í Før­ oyum ber eisini til at atkvøða við smsboði, um peningur er á tele­ fon-kontoini. – Sunnukvøldið fara vit til Silke­borg, og vanliga hevur tað verið soleiðis, at tað er opið hús dag­arnar fyri, at finalan verður send, men tað verður ikki í ár vegna koronu. Tí vera tað bara vit fýra pørini, sum hava verið við í sendingini og teir átta gest­ ir­nir, sum vit hava bjóðað við hvør, sum vera har, tá finalan verður send mikukvøldið, sigur Sunnvá Dahl Rasmussen. – Vit hava bjóðað foreldrunum hjá okkum og onkur vinfólk eisi­ ni, og ætlanin er, at vit halda eina hugnaliga veitslu, áðrenn tað verður avdúkað, hvør hevur vunn­ið kappingina, leggur ein spent Sunnvá aftrat. Hon heldur, at tað er torført at spáa um, hvør av teimum fýra pør­unum fer avstað við stóra vinn­inginum. – Møguleikin at vinna er á 25 pro­sentum, men møguleikin fyri ikki at vinna er á 75 prosentum. Tað royna vit at hava í huga, so vit ikki verða alt ov skuffað, vinna vit ikki, sigur hon og legg­ ur aftrat, at skuldu tey tó verið so heppin at vunni stóra vinn­ ingin, er ætlanin at flyta í húsini í Silkeborg. – Mamma Martin er úr Jút­ landi, og nakað av familjuni hjá honum býr har um leiðir, so vit vera ikki heilt einsamøll, um vit flyta til Jútlands, sigur hon. Tilgongdin Í januar í ár meldaðu Sunn­ vá Dahl Rasmussen og Mart­ in Høgfeldt Olsen seg til upp­ tøku­roynd til sjón­varpsrøðina »Nybyggerne«, sum verður víst á donsku sjón­varpsrásini TV2. Eftir fyrstu upp­tøku­royndina var parið til fleiri upp­tøku­ royndir, sum vegna koronu vórðu gjørdar gjøgnum Skype. – Tað kemur ikki óvart á nakran, at hetta var mítt hug­ skot. Men Martin segði tó eisini skjótt ja, tá eg kom við hug­skotinum. Tað hevði eg als ikki væntað. Vit vóru tó bæði áhugað í at fáa eina avbjóðing, og áhugin fyri byggitøkni og inn­ rætting spælir eisini ein leik­lut í avgerðini, sigur Sunnvá Dahl Rasmussen. Um hálvan apríl fingu Sunnvá og Martin boð um, at tey vóru millum fýra tey síðstu pørini, og at tey seinni um summarið skuldu fara undir umvælingina av húsunum í Silkeborg. Hon greiðir frá, at tey stúrdu eitt sindur fyri, hvussu tað fór at verða at hava eitt sjónvarpslið har alla tíðina og at seinni síggja seg sjálvi á skíggjanum, men legg­ur síðani aftrat, at tað vísti seg at gerast ein nógv størri av­ bjóðing at arbeiða so nógv og hart undir tilgongdini hesar átta vik­ur­nar – ofta við sera lítið av svøvni og mati. Sunnvá greiðir frá, at hon hev­ur fylgt við í sjónvarpsrøðini Ny­byggerne øll árini, sendingin hevur verið víst, men hon hevði ongan­tíð hugsað um at luttikið, fyrr enn ein vinkona segði, at hon og Martin áttu at meldað seg til. – Vinkonurnar hava eisini brúkt meg nógv til góð ráð um inn­rætting, og av tí at tær hava vitað, at Martin dugur væl at byggja, gav tað meining, at teir kom­petentarnir komu saman, sigur hon frá. – Hann var úti og sigldi, tá hendan vinkonan og eg tosaðu um hetta, og eg hugsaði nógv um tað, sum hon hevði sagt, men eg vildi ikki siga nakað við Martin, fyrr enn hann kom heim aftur. Tá hann var komin heim, spurdi eg hann so, og hann segði ja við tað sama, sigur hon spent. – Mær hevur altíð dámað væl ta skapandi tilgongdina og at gera ting sjálv. Eg minnist, tá eg var minni, hevði pápi mín meg ofta við í tí, sum hann tókst við av handaligum uppgávum og verk­ætlanum, sigur hon frá. – Eg havi tí altíð verið við í slíkum, og eg havi lært, at eg kann gera nógv sjálv. Mær hev­ur eisini altíð dámað væl at inn­rætta, og eg minnist, frá tí at eg var lítil hevur mamma havt meg við í tí eisini og viljað havt mína mein­ing um til dømis nýggjar sofur, hvar málningar skulu hanga og so framvegis. – Tað er óivað har eg havi fingið áhugan fyri samanspæli mill­um litir, linjur og tilfar. Og so havi eg eitt vet av OCD eisini, flennir hon. Sálarhjálp Sendingin varð tikin upp í átta vikur í mai og juni mánað í ár, og Sunnvá Dahl Rasmussen greið­ir frá, at tað var ein lærurík upp­ living. – Vit hava lært nógv um til­ gongdir og mannagongdir. Hvar man byrjar, hvat er umráðandi, SUNNVÁ OG SUNNVÁ OG MARTIN MARTIN KUNNU KUNNU VINNA EINI HÚS VINNA EINI HÚS – Mikukvøldið kunnu Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen gerast eini heili hús ríkari, tá finalan í sendingini Nybyggerne verður víst, og hyggjarin fær møguleika at atkvøða fyri, hvør skal vinna kappingina. Til ber at atkvøða í Føroyum, og Kringvarpið sendir beinleiðis klokkan 19 Tá eg var minni, hevði pápi mín meg ofta við í tí, sum hann tókst við av handaligum uppgávum og verkætlanum Nybyggerne er ein sending, ið hevur verið víst á TV2 tey seinastu fimm árini. Sendingin snýr seg um fýra pør, sum skulu innrætta hvør sítt hús í Silkeborg. Røðin er í níggju pørtum, og í hvørjum parti fara pørini undir eitt ella fleiri rúm í húsinum, sum skal innrættast. Tey fýra pørini fáa hvør sínar 300.000 krónur til verkætlanina, men í hvørjum parti er eitt par, sum við besta avrikinum ta ferðina, vinnur 20.000 krónur. Tað snýr seg um at vera kreativur og brúka peningin væl. Tá sendingin er av, avgerða hyggjararnir, hvør vinnur dreymahúsið, sum er 2,6 milliónir vert. Tað verður avgjørt við sms-atkvøðum. Húsið, sum verður umvælt er 125 fermetrar, og tað hevur eina gongd, trý kømur, ves, stórt alrúm og úrtagarðsøki bæði framman og aftanfyri. FAKTA