hósdagur 19. november 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 82
5
PREI: Finalan av »Nybyggerne«
verður send mikukvøldið.
Kringvarpið sendir beinleiðis
klokkan 19. Fyrst verður 9.
partur vístur, og síðani verður
finalan við sms-atkvøðu víst.
Sendingin plagar at vera 40-45
minuttir, og pørini øll verða
filmað, meðan tey sita í eini
sofu. Tey fáa tíðindini um, hvør
hevur vunnið, samstundis
sum hyggjarin fær tey. Til ber
bara at atkvøða tann tíman,
sendingin er.
Í 7. parti av Nybyggerne vunnu Sunnvá og Martin
besta rúmið, og tey fingu tá 20.000 krónur eyka á
byggikontuna, tá tey gjørdi køkin.
– Tað var ein sera góð kensla at vinna køkin. Ein tung
byra fór av okkara heðrum. og vit kendu ikki eins
stórt trýst longur. Tað var ein sonn viðurkenning frá
dómarunum at vinna eitt rúm, sigur hon.
Tey vunnu eisini besta rúmið í 8. parti av Nybyggerne,
tá tey gjørdu stovuna, sum er ein partur av alrúminum,
har køkurin eisini er ein liður í. Í hesum rúminum høvdu
tey millum annað bygt spísiborðið og eina stóra hill
sjálvi, og eisini høvdu tey funnið nógv av innbúgvinum í
endurnýtslu.
– Vit fingu aftur hesuferð sera nógv rós fyri tað, ið vit
høvdu bygt, og at vit høvdu gangnýtt rúmið so væl.
Áðrenn køkin høvdu vit einki rúm vunnið, og vit vóru
tí væl aftanfyri hini pørini fíggjarliga. Vit gjørdu eitt
ordiligt hál, við at vinna tvey rúm á rað, sigur hon.
Visti tú?