Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 6 hvussu langa tíð tingini taka og hvat tilfarið kostar. Tað hevur verið stuttligt, tí hvønn dag í átta vikur hava vit skapað okkurt frá bot­ni av. Tað er motiverandi, sjúk­ligt og øgiliga strævið, sigur hon ágrýtin. Luttakarnir í Nybyggerne sóu fyrstu partanar av sendirøðini, áðrenn teir vórðu vístir í sjón­ varpi­num, men eftir tað hava teir eisini mugað bíðað trúliga hvørja viku, til ein nýggjur part­ ur varð vístur á TV2. – Vit sóu tveir teir fyrstu part­ ar­nar, áðrenn tað byrjaði, so vit kundu fyrireika okkum upp á at síggja okkum sjálvi í sjón­ varpinum. Vit fingu eisini bjóðað viðtalur hjá sálarfrøðingi, tí ein kann gerast ovfarin og kløkkur av millum annað viðmerkingum á netinum, eftir at man hevur lut­tikið í eini slíkari sending, sig­ur Sunnvá Dahl Rasmussen. – Í fyrstuni var tað sera av­ bjóðandi at síggja okkum sjálvi á skíggjanum, og eg var ómeta­ liga dømandi mótvegis mær sjálvari. Vit eru jú okkara egnu størstu kritikarar. Eg dugi tó væl at síggja, at vit eru meir av­ slappað í seinnu partunum, enn vit eru í teimum fyrstu, sigur Sunn­vá Dahl Rasmussen, sum eisini hevur fingið góðar aftur­ meld­ingar frá øðrum, sum hava sæð sendingina. – Sálarfrøðingurin mælti okkum til ikki at lesa við­merk­ ing­ar­nar, sum verða skrivaðar á neti­num, tí har føla fólk ofta, at tey kunnu skriva tað, sum tey vilja uttan fyrilit. Tí havi eg ikki leitað eftir afturmeldingum, men á okkara persónligu sosialu miðlum og í greinum, har vit hava fingið umrøðu, hevur um­røð­an verið ómetaliga positiv, sig­ur hon. Nú Sunnvá og Martin kunnu hyggja aftur á upplivingina og tilgongdina er hon fegin um, at tey fingu upplivingina sam­ an, og at tey tordu at kasta seg í avbóðingina og taka tær av­ gerðir, sum tey tóku í til­gongd­ ini, hóast okkurt eydnaðist bet­ ur enn okkurt annað. – Høvdu vit til dømis vitað, hvussu umfatandi uppgávan hevði verið, tá vit valdu at leggja grótbrot á gólvið í gongini, høvdu vit ikki gjørt tað. Men vit hava lært av øllum, sigur hon. Vit kunnu atkvøða í Føroyum Tað er upp til hyggjaran at av­gera, hvør av teimum fýra pør­unum vinnur húsið, tey hava arbeitt við at innrætta í summar, tá finalan verður víst mikudagin 25. november klokkan 20 danska tíð. Til ber eisini at atkvøða í Før­oyum, og hvørt tól kann atkvøða 12 ferðir. Tað er tó umráðandi at hava í huga, at ein má hava pen­ing tøkan á saldoini, áðrenn at­kvøtt verður. Tað er galdandi fyri øll hald, sum ikki eru virkishald. Vilt tú atkvøða, mást tú fyrst tryggja tær, at tú hevur pening tøkan. Hvør atkvøða kostar fimm krónur. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Sunnvá Dahl Rasmussen 25 ár Býr á Amager í Keypmannahavn saman við Martin Høgfeldt Olsen Útbúgvin tannrøktari Starvast hjá SmileDesigns Sunnvá er fødd og uppvaskin í Føroyum FAKTA Martin Høgfeldt Olsen 32 ár Býr á Amager saman við Sunnvá Dahl Rasmussen Útbúgvin stýrimaður Siglir við Mærsk Supply Service Martin er hálvur føroyingur, er føddur og uppvaksin í Føroyum og hevur búð í Danmark í tíggju ár FAKTA Sunnvá og Martin Stephanie og Kristoffer Malene og Christian Trine og Mikkel HESI PØRINI ERU VIÐ Í NYBYGGERNE Í fyrstuni var tað sera avbjóðandi at síggja okkum sjálvi á skíggjanum, og eg var ómetaliga dømandi mótvegis mær sjálvari. Vit eru jú okkara egnu størstu kritikarar