hósdagur 19. november 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 82
7
TERJI NIELSEN
T
eir tríggir ákærdu í
rúsevnamálinum hava
leygardagin sitið varð
haldsfongslaðir í eitt
heilt ár, um teir ikki verða leys
latnir á rættarfundinum fríggja
morgunin. Hetta er drúgv tíð, og
tað skerst ikki burtur, at fólk ofta
hava sitið varðhaldsfongslað í
rættiliga drúgva tíð í Føroyum.
Teir tríggir hava eisini sitið ein
part av tíðini avbyrgdir, og um
vit hyggja eftir hagtølunum, so
sæst týðiliga, at vit í Føroyum
brúka avbyrging í lutfalsliga
nógv størri mun, enn hvat man
til dømis ger í Danmark.
Til dømis vóru tað í 2017
bara 17 persónar, sum blivu
varðhaldsfongslaðir og av
byrgdir, meðan talið í Føroyum
sama ár var 13 persónar. Ein
av orsøkunum til høga talið í
Føroyum er, at fongsulsum
støðurnar í Føroyum eru av
markaðar, og tí hevur man brúkt
varðhaldsfongsling til at halda
fangar atskildar, meðan man í
Danmark ístaðin hevði kunna
koyrt fangarnar í hvør sítt
fongsul heldur at avbyrgja teir.
Skal vera góða grund
Amnesty International í Føroy
um hevur serliga seinastu tíðina
gjørt nógv burtur úr fongsuls
viðurskiftunum í Føroyum,
og spurningin um varðhalds
fongsling og avbyrging.
Vit taka sum so ikki støðu til
einstøk mál, men kunnu ístaðin
tosa um spurningin sum heild.
Men tað sigur seg sjálvt, at tá
ið man skal varðhaldsfongsla,
so skal tað vera við eini góðari
grund, sigur Katrin á Neystabø,
aðalskrivari í Amnesty Inter
national í Føroyum.
Hon sigur, at Amnesty
International í Føroyum hevur
fyrihildið løgregluni tølini fyri
Føroyar, serliga í mun til av
byrging, og at løgreglan hevur
tikið hetta til eftirtektar.
Fútin hevur eisini verið al
ment úti og sagt, at tølini fyri
avbyrging skulu niður, og tað
kunnu vit bara fegnast um, sigur
Katrin á Neystabø.
Hon vísir eisini á, at fongsuls
umstøðurnar í Føroyum eru av
markaðar, og tað hevur við sær,
at fangar ikki altíð hava tær
umstøður og tey rættindi, ið
tey hava krav uppá. Harafturat
hevur Amnesty fleiri ferðir víst
á, at tað er órógvandi, at vit senda
fangar at sita dóm í Danmark. At
sita dóm í Danmark er á nógvar
hættir ein nógv harðari revsing.
- Heimsyvirlýsingin um
mannarættindi staðfestur í grein
9: "Ongin hevur rætt at fongsla
okkum uttan eina góða grund, at
halda okkum í varðhaldi ella at
senda okkum av landinum." Og
tað er m.a. henda ásetingin, sum
vit eiga at hava í huga og virða
høgt sum framkomið fólkaræði,
vísir Katrin á Neystabø á.
Brúka varðhaldsfongsling
nógv í Føroyum
Hagtøl vísa, at vit í Føroyum
ofta hava fólk sitandi
varðhaldsfongslað í rættiliga
drúgva tíð, og at vit brúka
avbyrging í nógv størri mun
enn til dømis í Danmark
TERJI NIELSEN
Í
eina góða viku hevur helst
størsta rúsevnamál í før
oyskari rættarsøgu koyrt
sum nevningating í Føroya
Rætti. Tríggir mans, tveir danir
og ein føroyingur, eru ákærdir,
og verða teir funnir sekir, kunnu
teir fáa fleiri ára treytaleysa
fongsulsrevsing. Men nú er
málið útsett.
Kann ikki verja
seg fyri sjúku
Henrik Møller, dómari, váttar,
at rúsevnamálið er blivið útsett.
Vit hava verið noydd til at út
seta teir rættarfundirnar, ið vóru
ásettir hesa vikuna, orsaka av
sjúku. Tað er sjálvandi harmiligt,
men sjúku fær man ikki vart seg
fyri, sigur Henrik Møller.
Hann greiðir frá, at av ti at so
nógv fólk eru partur av málinum
annaðhvørt sum verjar, ákæri,
nevningar og annað, so er
trupult at finna eitt tíðspunkt,
har málið kann takast uppaftur.
So fyrsti møguleikin hjá
okkum at halda fram við máli
num er ikki fyrr enn í fyrstu viku
í februar, sigur hann.
Henrik Møller sigur, at sam
bært lógini so skal málið av
greiðast soleiðis, at tað er sami
dómari og somu nevningar, ið
fylgja málinum allatíðina, og
at tað av praktiskum orsøkum
eisini er trupult at skifta antin
verjar ella ákæra út.
Teir tríggir menninir, sum eru
ákærdir í málinum, hava kom
andi leygardag sitið varðhalds
fongslaðir í eitt ár, og spurning
urin er so, um teir nú skulu sita
nærum tríggjar mánaðar afturat
varðhaldsfongslaðir av íkomnu
støðuni.
Tað er so tað næsta, sum vit
skulu umrøða í málinum, og tí
er rættarfundur ásettur fríggja
morgunin, har rætturin skal taka
støðu til, um teir framhaldandi
skulu sita varðhaldsfongslaðir,
sigur Henrik Møller.
Verjin fer at krevja
leyslating
Tann 28 ára gamli føroyingurin,
sum er ákærdur í málinum,
hevur danskan verja, og verji
hansara, Mira Tøfting, sigur í
stuttari viðmerking, at hon fer
at krevja, at føroyingurin verður
leyslatin, tá ið rættarfundur
verður fríggjamorgunin.
Tað er stutta svarið. Eg fari
ikki at siga her og nú, hvørja
grundgeving eg fari at hava fyri
at fáa hann leyslatnan. Fyri at
hoyra tað, mást tú vera til staðar
í rættinum, sigur Mira Tøfting.
Jógvan Páll Lassen er verji hjá
tí eina dananum, og hesin hevur
játtað seg sekan í at hava roynt
at smugla eitt kilo av amfetamin
til Føroya í fjør.
Eg skal tosa við hann aftur
áðrenn rættarfundin fríggja
morgunin, og so taka vit støðu
til, hvat vit fara at føra fram
í rættinum, sigur Jógvan Páll
Lassen.
RÚSEVNAMÁLIÐ ÚTSETT
Stóra rúsevnamálið, sum hevur koyrt sum
nevningating farnu vikuna, er nú blivið útsett til í
februar. Spurningurin nú er, um teir tríggir ákærdu
framhaldandi skulu sita varðhaldsfongslaðir