Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 8 ÁRNI GREGERSEN Í tali eru tey sum eitt fót­ bólts­lið, tey 11 sum manna Klaksvíkar býráð. Í vikuni skipaðu tey bý­ ráðið og valdu Karl Johansen, sum nýggjan borgarstjóri. -Eg ætli mær at kasta meg yvir hesa uppgávuna 100 prosent, tey næstu fýra árini, sigur hann fáar tím­ar undan, at hann formliga verður valdur til borgarstjóra. -Fara vit í ítróttarmál, so eri eg liðskipari á hesum liðnum, so tað er mín uppgáva, at fáa liðið at spæla væl saman. Sum liðskipari fari eg at spæla á miðvøllinum og annars luttaka í verjuni, tá tað er neyðugt og í álopinum, tá ið tað skal til, sigur hann við ein­um smíli. -Áskoðararnir skulu hava eitt gott upplivilsi. Karl Johansen er kend­ur ítróttarmaður. Sum hond­bólts­ leikari var hann kendur og fekk eisini pláss á landsliðnum mið­ skeiðis í sjeyti-árunum, áðrenn hondbóltslandsliðið fyrstu ferð luttók í C-HM í Portugal í 1976. -Eg spældi undir Hans Morten­sen sum venjara, men fór niður at læra og fyrsta árið niðri spældi eg heldur ikki hondbólt. Tí var eg ikki millum teirra, sum fór við til Portugal í 1976. Karl Johansen slepti tó ikki hond­bóltinum, men spældi sein­ni fyri danska meistaraliðið HG áðrenn hann kom aftur til Før­oyar, har hann saman við beiggja­num Egil Johansen mann­aði bakkplássini hjá Stjørnu­ni. Karl Johansen gavst við hond­bóltinum í 1987. -Egil var fimm ár yngri enn eg, men vit vóru nógv sam­an á liðnum. Annar var vinstra­ handaður og hin spældi við høgru hond, so tað lá væl fyri, sigur hann. Karl Johansen hevur eisini verið virkin í fótbóltinum, tí fyrr var tað soleiðis, at ungir menn spældu hondbólt um veturin og so fótbólt um summarið. -Vit mannaðu vanliga 3.deild hjá KÍ, men Steinbjørn Jacobsen, sum tá var venjari, helt at eg var so frægur og tók meg upp á besta lið­ið í 1989, sigur Karl Johansen. Hann hevur eisini sitið í nevnd­ini fyri KÍ og sat har, tá ið liðið vann FM í 1991. Stillaði upp til kommunuvalið Karl Johansen er útbúgvin løg­ reglumaður og hevur virkað heilt fram til, at hann legði starv­ ið frá sær í juli í fjør. Síðani hevur hann virkað sum sýslumaður burtur av og gjørdi eina avtalu við fútan at røkja hetta starv í eini trý ár, men nú leggur hann tað frá sær. -Tað ivist eg ikki í. At vera borgar­stjóri í Klaksvík fer at taka alla mína tíð. Hetta er ikki nakað ein kann røkja hálvt – hetta tekur fulla tíð. Tað lá annars ikki í kortunum, at Karl Johansen fór at stilla upp nú hann nærkast pensjónsaldri. -Tey ringdu til mín frá fleiri flokkum, men eg segði nei takk, men tað vísti seg, at Sam­bands­ flokkurin var treiskur og vendi aftur fleiri ferðir og tað endaði við, at eg segði ja, fortelur hann. At sambandsfólk vildu hava eina mann í býráðið sæst á per­són­liga atkvøðutalinum hjá nýggja borgarstjóranum í Klaksvík. Hann fekk 230 at­ kvøður, sum var triðmest í Klaks­vík hesaferð. Heldur ikki, tá ið úrslitið av valinum var uppgjørt, var nakað, sum bendi á, at nýggi borgar­stjórin fór at vera ein sam­bandsmaður. Fólkaflokkurin fekk fimm av 11 sessum í býráðnum og fór bein­anvegin í samráðingar við um­boðini fyri Sjálvstýri, Jógvan Skor­heim, borgarstjóra, og Óla M. Lassen, býráðslim. Samráðingarnar millum hes­ ar báðar flokkar hildu fram langt út á náttina og longu um mid­náttarleitið høvdu flokk­ar­ nir skriva undir eitt skjal um sam­starv. Men tað eru mangir leikir í longum talvi, so tá ið av­tornaði var ikki so heitt millum flokk­ arnar báðar. Tá ið avgerandi sam­ráðingar skuldu halda fram á mid­degi dagin eftirí Árnafirði, var stígur komin í. Boð vóru send eftir Karl Johan­sen og honum stóð í boði at gerast borgarstjóri. Hann tók av, men ynskti eisini at fáa Tjóð­ veldi við í samgonguna. Tað endaði eisini við sam­ gongu millum Fólkaflokkin, Tjóð­veldi og Karl Johansen úr Sam­bandsflokkinum, sum borgar­stjóra. Skynsemi og fíggjarstýring Seinastu árini hevur nógv verið í gongd í Klaksvík. Fyrsta byggi­ stig av skúlanum er liðugt, men tvey skulu gerast afturat. Millum annað skal skúla­garð­ urin gerast. -Sum tað er nú, hava vit ein nýggjan skúla við einum byggi­ plássi rundanum. Tað skal sjálv­ andi gerast liðugt, sigur nýggi borgarstjórin. Hann sigur, at tað fyrsta, sum verður gjørt er at hyggja at, hvørjar verkætlanir eru í gongd og hvørjar kunnu broytast ella út­setast. -Stóri fólkavøksturin krevur, at vit gera útstykkingar. Gongd er á, at útstykkja 90 grund­stykk­ ir uppi á Fossum, ein ans­ingar­ stovnur er í spergament og so er tað tunlarnir Norður um Fjall. Haðani fáa vit grótið, sum verð­ ur brúkt til at Norðhavnina, sig­ ur Karl Johansen. Hann vísir eisini á, at eitt nýtt vinnu­øki er á veg úti á Oyri. -Men sjálvandi noyðast vit at raðfesta, hvat skal gerast fyrst, sig­ur hann. Karl Johansen heldur, at eydn­ast tað kommununi at hava góð­ar ansingar- og skúla­ møgu­leikar til tey ungu og tað ber til at hava eina væl virkandi eldra­røkt, so skulu borgararnir í arbeiðs­førum aldri nokk klára seg. -Fáa vit so eisini eitt bú­ staðar­mynstur, so fólk fáa tak yvir høvdið, so skal tað nokk ganga, sigur hann. -Vit skulu sum kommuna syrg­ja fyri, at vinnulívið hevur góð­ar karmar at virka undir. Ferðslu­virðurskifti mugu skip­ ast, serliga tá ið tunlarnir koma, tí har verður meira tung ferðsla, Løgreglumaðurin, sýslumaðurin og ítróttarmaðurin situr nú í borgarstjórastólinum í Klaksvíkar býráð KARL ER LIÐSKIPARI KARL ER LIÐSKIPARI OG STÝRIR LIÐNUM OG STÝRIR LIÐNUM AV MIÐVØLLINUM AV MIÐVØLLINUM