Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10 DAGURIN EITUR VOLKMARUS Einki halgimenni ber hetta navnið, men navnið er komið í álmannakkarnar 1730. Dagurin í morgin, 21, november, nevnist »Mariu off­ur­ gerð«. Dag­ur­in hildin til minnis um, at foreldrini leiddu tríára dótrina niðan í halgidómin. 22. november nevnist Cecilia, deyð umleið 225. Róm­versk genta, sum frá barnsbeini hevði verið kristin. Foreldur hennara góvu hana í hjúnalag við heidnan ungan mann, Valkerianus, men sjálva brúð­ar­nátti­na umv­endi hon hann. Varð tikin av døgum í Róm sum pínslaváttur. Kona ella frilla Brestis æt Cecilia og var móðir Sig­munds Brestissonar. Føroysku nøvnini hava verið Sissal, Silja og Silla. Cecilia gjørdist verndarhalgimenni fyri tónleik, og tað sigst, at tað er sjálv­ur Rafael, sum hevur gjørt málning av henni sitandi við urgu við nótablaðið í hendi. Rómverskt ættarnavn, merkir tann blinda. NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Eleina Mikkelsen, Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 17. novembur, 68 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin klokkan 13. Minnisgáva kann latast Sjúklingahotellinum Tórshavn, konta í peningstovunum. Sofus Boesen, ættaður úr Præstø, Danmark, bú­ sit­andi í Froðba andadist týs­dagin 17. novembur á Tvøroyri sjúkrahúsi, 85 ára gamal. Svanhild Berg, Sandvík, andaðist 16. november, 91 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Minny Jacobsen, ættað úr Sørvági, búsitandi í Klaksvík, andaðist sunnudagin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 93 ára gomul. Inger Helene Holm Rasmussen, búsitandi á Frederiksberg í Keyp­ mann­a­havn, ættað av Tvø­r­oyri, andaðist sunnu­dagin 15. november á Bispe­bjerg Hospitali, 78 ára gomul. Jonna Jacobsen, fødd Zachariassen, ættað úr Streymnesi, búsitandi í Vestmanna, andaðist á Grønanesheiminum, mánadagin 16. november, 97 ára gomul. Daniella Olsen, ættað av Oyrabakka, búsitandi í Hósvík, andaðist á Mørkini sunnudagin, 85 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Hósvíkar kirkju fríggjadagin kl. 13. Jarðarferðin verður sambært almennu tilmælunum. Møguleiki verður at fylgja við á stórskýggja í bygdarhúskjallarinum. Minnisgáva kann latast Hósvíkar kirkju konto í betri banka. Kai Aage Troest, ættaður úr Tórshavn, búsitandi í Saltangará, andaðist leygardagin 14. novembur, 77 ára gamal. Elly Diana Jacobsen, Skálafirði, andaðist á Vesturskini fríggjadagin 13.november, 97 ára gomul. Marjun Reines, ættað úr Bø, búsitandi í Brøndby Strand, andaðist týsdagin 10. november, 89 ára gomul. Gunnvá Askham, fødd Nolsø, ættað úr Vági, búsitandi í Havn, andaðist á Boðanesheiminum, týsdagin 84 ára gomul. Georg Toftum, úr Vági, and­aðist í morgun, 84 ára gamal. Any Laura Fuglø, ættað úr Sumba, búsitandi í Tórs­havn, andaðist hós­ dagin 5. november, 77 ára gomul. Ingolf Nilssen, ættaður úr Lopra, búsitandi á Argju­m, andaðist á Lands­sjúrkahúsinum, sunnudagin 8. november 65 ára gamal. Páll Rubeksen, ættaður úr Tórshavn, búsitandi í Klaksvík, andaðist leygardagin 7. november, 76 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Mourits Leif Niclassen, ættaður av Skála, búsitandi í Tórshavn, andaðist í heiminum hóskvøldið 5. november, 61 ára gamal. Thomas Christian Jac­ obsen, vanliga nevnd­ur "Eiðis Tummas", ætt­ að­ur av Eiði, bú­sit­andi í Søldarfirði, and­að­ist á Eysturoyar ellis- og røktarheimi í Run­ avík hósmorgunin 5. novembur, 87 ára gamal. Finngerð Hansdóttir, fødd Mortensen, av Tvøroyri, búsitandi í Tórshavn, andaðist í heiminum týsdagin 3. november, 67 ára gomul. ANDLÁT Tað er so stutt síðan, at Annika Hoydal ríkaði okkum við dygdarverkinum "Endurljós". Tá fylti hon 70. Sama ár varð hon heiðr­að við Ment­an­ar­virð­isløn Lands­ ins fyri sang­skattin, ið hon hev­ur latið okkum. Og árið eft­ir var Árs­ins Tónleikaheiður latin henni á ár­liga FMA-tiltakinum í Norð­ur­land­a­hús­i­ num. Og nú er aftur rundur føð­ing­ar­ dagur. Í gjár 19. november fyllir Ann­ ika 75. Og tað kann ikki fara ó­nevnt afturvið borðinum. Annika er so mangt. Hon er rødd­in og andlitið á einum nýggjum ætt­ar­liði av føroyskum kvinnum. Hon breyt upp úr nýggjum og flutti list­a­lig mørk. Hon gekk nýggjar leiðir, hon fekk okkum at lurta og síggja - og sanna - at hon kom sum kallað. Før­oy­ar høvdu brúk fyri einari Ann­iku Hoydal. Og hon sveik ikki álitið. Annika er heimsborgari. Hon er fødd í Føroyum og er uppvaksin í Havn, men hevur búleikast víða; í Suð­ ur­amerika, í Spania, Skotlandi og í Dan­mark, men heimkenslan svitast ikki í henni. Listaliga akkerið er væl fest á føroyskum botni. Hon er út­ búgv­in sjónleikari og hevur verið virk­ in á palli og í filmi øll árini, men mest hevur hon kortini sungið. Nógv á donskum, men mest á før­oysk­um. Hon er fyrsta føroyska kvinnan, sum varð útbúgvin sjónleikari. Á­hugin kveiktist á skeiðum, sum Eyð­un Johannessen helt í Sjón­leik­ar­hús­i­num í Havn tíðliga í sekst­i­árunum. Tað gav henni brell at royna flog­ið á donskum leikpalli. Hon var m.a. við í leikinum "Færinger frænd­er” í 1968 á Fiolteatret. Stjórin, tann navn­frami Arne Skovhus, eggjaði henni at søkja inn á Statens Te­at­er­skole, sum tá var nýggjur leikskúli. Hað­ani tók hon prógv í 1973. Sum sjónleikari í Danmark var hon í fleiri ár virkin á palli, í filmi, í sjón­ varpi og útvarpi. Hesi árini sást hon sjáldan á føroyskum leikpalli, men tá ið Jens Pauli Heinesen skriv­aði sjónleikin um Anniku í Dímun, sum Eyðun Johannessen setti upp fyri Havnar Sjónleikarfelag í 1976, var Ann­ ika Hoydal boðsend úr Dan­mark til Føroyar at spæla høvuðs­leik­lut­in. Hetta var um somu tíð, at Ann­ika sást ber í filminum "Violer er blå" í Havnar Bio, og tað gjørdi ivaleyst sítt til, at gravgangur var at síggja hana á palli í Sjón­leik­ar­hús­i­num í kloddum og spjørrum, sum ikki fjaldu alt likamið. Hóast hennara samstarv við Bri­ gitte Kolerus á "Teatret ved Sorte Hest" hevur havt stóran týdning, hev­ ur Annika ongantíð viljað bundið seg fast at einum ávísum leikhúsi. Sum tann frælsi fuglurin, hon er, hev­ur hon altíð viljað verið óheft. Hon er annað enn bara sjónleikari. Og so er tað hitt føroyska, sum støð­ugt kallar á hana. Longu blaðung avdúkaði hon aðr­ar listagávur enn leiklistina. Hon sang eitt skifti á Viseversehuset í Ti­voli. Fyrstu royndirnar á palli sum sang­ari hevði hon í stud­ent­a­kab­a­r­ett­u­num í Føroyum miðskeiðis í 60-áru­num. Úr hesum kvisti spretti m.a. sang­bólk­urin Harkaliðið. Hinir spæli­menninir vóru Jógvan Dahl, Jógv­an Telling Joensen og Kári Mour­it­sen - at byrja við var Jaspur Pet­er­sen eisini við. Tey vekja ans við sín­um plátuútgávum síðst í 60- og fyrst í 70-árunum - bæði í Føroyum og Dan­mark. Tey prika við sínum nas­a­djørvu kabarettvísum og slóð­brót­andi nýtulkingum av føroysku vísu- og kvæðamentanini. Høv­uðs­ verk­ið mundi vera LP-plátan, sum kom í 1971, tikin upp í Wifoss-studio á Ny­vej á Frederiksberg, har aðrir før­oy­ ingar eisini gjørdu sínar plátu­up­p­tøk­ ur tey árini. Okkurt dragandi var við hesari plát­ uni. Eitt var tann eyðkendi ljóm­in við upphavligu føroysku kvæða- og vísuløgunum í einum mod­er­n­að­um búna. Hitt vóru myndirnar á plát­u­ hús­u­num. Fýra ungfólk í fremm­and­ um umhvørvi. Umhvarvið av gras­f­løtu og skógi í baksýni og fýra kát­um, føroyskum ungdómum til gongu við ørmunum um herð­ar­nar hvør á øðr­ um umboðaði eina hugtakandi mót­ søgn. Øðr­u­meg­in tann rót­festi føroyski ljóm­in í sang­u­num á plátuni, og so tað fremm­anda idýlliska um­ hvør­v­ið á mynd­u­num, sum ikki var úr heim­lig­um jørð­ildi. Tríggir ungir menn og ein kvinna. Ein eind. Gent­an við krita­hvít­um hári, gul­ari troyggju, belti um miðjuna og stutt­um nið­ur­ deili. Vøkur og drag­andi sum ein álv­a­genta. So­ leiðis gekk og sang hon seg inn í hjørtuni á før­oy­ ing­um. Danska sjón­ varp­ið hevði í heilum boð eftir Hark­a­lið­num. Í væl umtóktu und­ir­halds­send­ ing­ini "Musikalske venner", sum Sten Bramsen legði til rættis, stigu tey fleiri ferðir á pall. Hetta mundi vera fyrsta ferðin, at sangir á før­o­yskum vórðu bornir fram á so ábærum palli fyri øllum Danmark. Tey komu tí at gerast fremstu mentanarligu sendifólkini úr Før­oy­ um í Danmark hesi árini. Boð eru seinni eftir Anniku í danska sjón­varp­i­ num sum solisti. Í 1979 sang hon "Ald­ una" á føroyskum í danska Me­lody Grand Prix-num. Annika er tann karismatiska song­ kvin­nan. Teatralsk og rún­ar­bind­andi. Men hon er eisini annað enn sang­ari og sangtulkari. Sum longu nevnt, er hon so mangt. Sum frá líð­ur verður tað kanska soleiðis, at tað, sum fer at standa fastast eftir av øllum tí, sum hon hevur fingist við og lagt eftir seg, eru sjálvir sangirnir. Hennara sangir. Annika er í veru­leik­a­num kanska fram um alt ann­að tónaskald. Hóast hon ikki leikar á nakað ljóðføri, smíðar hon løg sjálv. "Drop­in" - á LP-plátuni hjá Harkaliðnum frá 1971 - er hennara fyrsta lag. Drop­in staðfesti, at nú høvdu vit ikki ein­ans eina spennandi songkvinnu, men eisini ein gávaðan songsmið. Ó­telj­andi eru tey løgini vorðin, sum hon hevur gandað úr sínum dýpi utt­an at hava nakað ljóðføri til hjálp­ar. Løgini búnast innan í henni. Við sín­um musiska mátti kallar hon tey fram. Ofta kompleks og hug­tak­andi løg. "Snigilin" á "Endurljós"-út­gáv­uni er eitt dømi av fleiri um dygd­ar­góð og fullfíggjað løg, ið hon hev­ur smíðað. Aloftast hev­ur bróðirin, Gunnar, yrkt, stund­um pápin, Karsten Hoydal. Sang­ tekst­irnir hjá Gunnari og løg­ini hjá Anniku eru ein kraft­full symbiosa. Tekstirnir geva løg­u­num flog, og øvut. Annika sang seg eisini inn í hjørt­ Okkara diva 75 ár Í gjár 19. november fylti Ann­ika 75