Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 11 SKRÁSETA STAÐARNØVN Í VÁGI Nógv staðarnøvn eru við at fara í gloymskuna, og fyri at varð­ veita hendan partin av søguni hjá Vágs kommunu, verð­ur nú farið undir at skráseta staðarnøvn í kommununi, sig­ur kommunan á heimasíðuni.Tað eru teir báðir Arnfinnur Thom­as­sen og Arnfinnur Bjarkhamar, sum standa fyri hesum arbeiði. Um­framt at skráseta sjálv staðarnøvnini, so er ætlanin eisini at skráseta møguligar søgur, sum eru knýtt­ar at staðarnavninum. Staðarnøvnini verða skrásett á talgilt kort, soleiðis at øll kunnu fáa gleði av hesum. KLUMMA VAGINA Ja, »kært barn har mange navne«, verður ofta sagt um okkurt, sum er okkum kært og er tað nokk ongin kropps­ partur, sum hevur fingið so nógv ymisk heiti sum tað allarheilagasta staðið hjá kvinn uni, nevniliga: Vaginan Har nýtt lív kemur til verðina. Vegurin til nýtt lív og njóting. Staðið, har ein so sterkur máttur sum seksualiturin hevur búgv og hugur, sum al­ tíð er til staðar. Tó verður hann ofta køvd ur orsakað av elligamlari skuld­ ar­ og skommkenslu og læru­ setningum. Frígering At tora at vera forvitin er ein veg ur til at læra seg sjálva bet­ ur at kenna. Hvat ger tað við náttúruna hjá kvinnuni, tá hennara dýra­ barasta, vakra og mystiska stað verður fjalt? Hvat er tað, sum liggur aftan fyri slørið? Kroppurin er okkara besta njótils isljóðføri, um vit læra okkum at spæla upp á tað. Í nógvum ymiskum ment­ an um er sjálvserotikkur sædd­ ur sum nakað heilt natúrligt. Ein natúrligur máti at kenna og varða um sín kropp. Eisini er tað ein vegur til at koma í sam band við sín seksualitet og finna útav, hvat fjalir seg í inn­ asta njótilsisrúminum. Í gomlu egyptisku skapan­ arsøguni bleiv jørðin til við at sólin elskaði við sær sjálvari, ein vøkur mynd at hava huga. Jómfrúgvin og Skøkjan Hvat fyri fyrimyndir hava vit? Nógvar elligamlar forð­ ingar, sum okkara ment­ an ararvur, moralur og ótti, hava slóðað fyri at nakað so naturilgt sum okkara seksual­ it etur er vorðin eitt misskilt og fjalt fyribrigdi. Innan kristindómin er tann heilaga jómfrúgvin Maria, mamma Jesusar og tann væl­ signaða skøkjan Maria Magda­ lena, vinkona Jesusar, tvær, sum uttan iva hava givið mest íblástur til bæði listina og sum kvinnuligar fyrimyndir. Báð ar hava fingið síni heitið eftir, hvussu tær reint seksuelt vórðu sæddar. Jómfrúgvin tann reina og skøkjan tann vanvirda. At vera tilvitaður um sín egna seksualitet og kropp er vegurin til nýtt lív. At verða góður við sítt egna undirlív og geva tí kærleika og virðing kann vera við til at ein kann seta seg frían frá óskynsamun gomlum mynstr­ um og søgum. Kunnleiki er við til at fyri­ byrgja og tryggja, at vit sum menniskju kunnu taka sunn og góð val fyri egnan kropp frá byrjan til enda. Kunnleiki gevur ræði á egn­ an kropp og vilja. VIVIAN SJÓÐKLETT Sexologur, pedagogur og Kunstterapeutur Kunstterapi.fo Vakra Madonna Tá ið hugsað verður um lívs­ kunn leika, er Taoisman elstu vís indi, vit vita um. Teir gomlu tao istarnir vóru vísinda menn úr Kina. Teir settu saman og mentu eina fullfíggjaða, ná­ grein iliga vísindaskipan við­ víkj andi mati, rørslu, heilsu, ero tikki o.ø. Seksualiteturin er eins og and a drátturin lívstýðandi fyri menn iskjalívið. Til er eitt hav av vísdómi um okk ara seksualitet, sum hev ur ligið fjaldur í fleiri 1000 ár! Teir gomlu taoistarnir vóru ikki nakrir háfloygdir filo soff­ ar. Teir vóru jarðbundnir og vís ind a ligir. Um ein av manna­ gongd um teirra vísti seg ikki at virka, bleiv hon vrakað. Teir brúktu sína orku at kanna og bøta um góðsku at nøkta tørv­ in viðvíkjandi livihátti manna. Kynslimurin (penis) á manni; stødd og snið Tað er rætt, at snið og stødd á kyns liminum eru avgjørd við føð ing. Manskroppurin stegðar at vaksa um 30 ára aldur, men tað ger kynslimurin ikki! Vísindi vísa, at kynslimurin veks ur, líka til maðurin doyr. Jú eldri maðurin blívur, størri blív ur limurin, bæði í longd og tjúkd. Henda menning verður ak­ ti ver að, tá maður ristir og klemm ar um kynslimin at fáa teir síðstu landdroparnar av sær, afta ná hann hevur piss­ að. Nógvir menn bera saman sín kyns lim við aðrar og ynskja sær ein størri, óansæð hvussu stórur hansara egni er. Henda ørkymlan er bæði ó hepp in og óneyðug. Tvey skulu til at dansa tango. Tá tvey elskandi elsk­ ast, kann skeiðin (vagina) laga seg eftir, hvussu limurin er dán aður. Hetta hendir sjálv­ andi ikki eftir eina nátt, men við tíðini, tá tvey læra hvørt ann að at kenna. Um tað kortini er ónøgd við víkj andi tí seksuella í ein­ um parlagi, er altíð gott, at bæði taka ábyrgd. Formurin á kynslimi og skeiðin sum móttakari. Um kynslimurin er trí kant að­ ur ella formaður sum ein blý­ ant ur við breiðum skafti, eru tríggj ar venjingar innan ta o­ ismu, sum kunnu gerast, um ein vil hava størri høvd. Ein soppa­formaður kynslimur hev ur góðan møguleika at stimbra og mýkja skeiðina ­ síð ur og G­punkt ­ væl og virð­ i liga. Venjingar: 1. Klemma kynslimin upp i­ frá og niður móti høvdinum, sum mjólkaði tú eini kúgv. Á henda hátt pressast blóð inn í kyns limahøvdið, sum so við og við blívur størri og størri, til tað fær soppasnið. 2. Klemma skaftið, til tað verð ur gróthart. Klemmar tú tað ofta á henda hátt, hevur tú á haldandi standing. 3. Tá ið tú hevur gjørt hesar venj ingar, kanst tú taka um rót ina á kynsliminum, gleiva langt og sveiggja hann frá síðu til síðu móti lørunum, utt an at tú skalt fáa ilt. Henda venj ing gevur liminum soppa­ form, og hann gerst minni føl­ in, sum eisini hevur við sær, at av gonga verður seinkað. Hetta er bara toppurin av elli gamlari vísdómslæru, sum en n á døgum er til gagns fyri okk um nútíðar menniskju. Gott vikuskifti :) Kann støddin á kynslimi (penis ) á manni natúrliga broytast? Vaginal terapeut Jung: Ein kann ikki broyta tað, sum ein enn ikki hevur við­urkent. Aðrir mátar at siga hetta eru: Tað, sum er, er. Ella ein kemur víðari í lívinum, tá ið ein er, har ein er - tað vil siga, tá ein er við sítt frá­fari­ng­ar­stað! At viðurkenna sínar kensl­ur. Vit hava fýra grundkenslur, og tær eru: Gleði Vreiði Sorg Seksualitetur Hví eru kenslur týdn­ing­ ar­mikl­ar? Fyri tað fyrsta er tað at merkja seg sjálvan og sínar kensl­ur týdningarmikið fyri tað at vera livandi til staðar í sín­um egna lívi. Fyri tað annað eru kenslurnar fortreyt fyri at kunna merkja, hvat ein ynskir. Utt­ an kenslur blíva eins ynski skild sundur frá einum sjálvum sum nakað mentalt ella sum tank­ar, sum ein ikki kann vera vís­ur í kennast rættir. Ofta verð­ur tú bilsin, tá ið tú merkir kensl­una: “Hetta kennist rætt” - við­ víkj­andi avgerðum, sum skulu takast, tí ein hevði hugs­að okkurt annað. At vera heil­hug­að­ur tá ta kem­ ur til per­són­lig virðir við­víkj­ andi partn­ara, seksualiteti, ar­beiði, sum familja, ja við­ víkj­andi øll­um, sum ein tekst við. Eitt ynski er treytað av at vilja okk­urt, av egnum vilja. Uttan ynski kann ein held­ur ikki hava nak­að mál at a­rbeiða fram ímóti. Tíðin lekir øll sár, verður ofta sagt - ella at grøða opin sár til arr. Vit kunnu ímynda okkum, at sorg­in, pínan, vreiðin eru 200 litr­ar av vatni í einari olju­tunnu, har krani verður sett­ur á. Tá ið hesir 200 litrarnir eru kom­n­ir út, eru sorgin, vreiðin og pín­a­n burt­ur. Um kranin stendur og dryppar onkuntíð, kann tað taka trý ár at tøma hesa tunn­una. Um tú snarar kran­an, so nakrir litrar renna úr hvørja ferð, so tekur tað møg­u­liga nakrar mánaðir. At lata tveir litrar úr hvørja ferð kann berast saman við at tosa í tveir tímar, møguliga gráta, vera ill ella illur og merkja pínu í tjúgu minuttir. Um ein sum vaksin bara gev­ur øðrum skuldina og ikki kann tosa um egin mis­ tøk og egn­ar skeivleikar, so let­ur ein bert tjúgu dropar úr tunnuni hvørja ferð. Tónleikalagið “Det er sam­ fun­det skyld” úr útgávuni “Ver­dens lykkeligeste mand” frá 1994 hjá TV2 lýsir Steffen Brant við speisemi, hvussu gangast kann, tá vit ikki taka ábyrgd og enda sum offur. Nógv menniskju koma ong­an­tíð í samband við sínar inn­i­læstu kenslur, sleppa ongantíð av við tær og fara í grøvina við teim­um. Í gamla Palestina og øðr­ um lond­um við fingu kvinn­ ur­nar løn fyri at gráta til jarð­ar­ferðir - tær sokallaðu grát­i­kon­ur­nar. Í hes­um ar­ beiði sluppu tær av við sorg og sút, og hjá mongum teirra bleiv grátikonuarbeiðið teirra “skái” í lívinum. Gráturin lekir, sum heitt vatn bræðir gler. Tá ið vit loyva okk­um at gráta, loyva vit eisini kær­lei­kanum inn, og tað kann eggja t­a seks­u­ ellu orkuna og stimbra lívið fram móti einum vøkr­um og virð­i­ligum grund­a­r­lagi. Tvørsøgn um broyting uni á føroyskum børnum í 70-ár­u­ num við hinari minniligu app­el­ sin­gulu LP-plátuni. Sang­ir­nir eru sum perlur á snóri. Hoyr­ir tú t.d. "Lítla Marin droymdi", gong­u­r tú og murrar hann inn­an­tanna fyri dagin. Har eru allar hinar plátuútgávurnar. Annika og Jógv­ an (Telling) í 1977. Eisini ein dygd­ ar­útgáva, sum tíverri ong­an­tíð er givin út á fløgu ella tal­gild á annan hátt. So eru tað eg­in­út­gáv­ur­nar, "Mit eget land", "Spor í sjónum", "Dulcinea", "Havið", o.s.fr. Týðandi klípi í okk­ara nýggja sangskatti. Og tá ið so jubileumsútgávan "End­ur­ljós" kom í 2015, sannaðu øll, at Annika er framvegis still go­ i­ng strong. Hóast hon hevur sung­ ið í hálva øld, er sangrøddin at kalla enn hin sama. Ein lívs­játt­ andi kraft gjøgnumseyrar hesa útgávu og staðfestir, at Ann­ika hevur av røttum vunnið sær støðu sum okkara mæta song­diva. Tað kundu verið so mong, sum skrivaðu Anniku hesar regl­ur, men um eingin annar hevur skjøtt­að eftir tí, at hon hevur stór­ an føðingardag í dag, so taki eg lut­in á meg. Eg eri bara ein av iva­ leyst mongum øðrum, sum havi kent fløvan av hennara sang­um og hennara rødd. Í út­varps- og seinni sjón­varps­send­ing­um hava okkara vegir kross­ast. Eg havi sitið í hugnaligu hús­u­num hjá foreldrum henn­ara uppi á høvdini í Hoyvík om­an­ fyri Hoydalar, hagar hon hev­ur vitjað við jøvnum millumbili. Út­sýnið er einastandandi. Hon segði frá, hvusssu hitt skiftandi før­oy­ska veðrið hugtekur hana. Hað­ani sær hon alt litspælið í havs­brúnni, og í tøgnini lýðir hon á orkesturljómin av brimi og sjó­roki inni við land. Morgunin eft­ir er kvirt og slætt og havið blik­ar. Eingin dagur er líka. Eg havi eisini verið á gátt í Ad­ mi­r­al­gade í hjartanum í Keyp­ mann­a­havn, og tvær ferðir hava vit fylgst í Frederiksberg Have, sum var hin gátuføra lundin, sum mann­ingin í Harkaliðnum sást a­v­ myndað í á plátuhúsanum í 1971. Ein góðveðursmorgun í mai 2008 fingu vit eina heila út­varps­send­ ing burturúr samrøðu á ein­um beinki í Frederiksberg Hava. Aftaná - við einum kaff­i­munni í eini fortovskafé í Vest­er­bro­gøtu - segði hon frá omm­uni á Vesturbrúgv, sum hon búði hjá, tá hon gekk á leikskúla. Henn­ara íbúð var miðdepilin hjá Harka­ liðnum, sum upprunaliga var ein útisetabólkur. Hóast Annika nú fer um tey sjeyt­i­fimm, kenni eg meg sann­ førd­an um, at hon er ikki liðug enn. Okkurt liggur eftir. Løgini bylgj­ast mestur framvegis innan í henni. Kanska fer hon at kalla okk­urt av teimum fram, tá andin legst á hana. Kanska okkurt vak­ urt várkvøld uppi í húsinum á høvd­ini omanfyri Hoydalar við út­ sýni eystur- og suðureftir, har "mán­in hann skínur yvir Nóls­oy­ ar­fjørð, hann skínur og dand­ar, so vit verða ør". Takk fyri sangin, Annika. Suni