Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 12 Umframt at selja Volvo og Ford selur P/F Wenzel nú eisini Mazda í Føroyum. EIRIKUR LINDENSKOV Tað er greitt, nú Bilasølan hevur lat­ið umboðið frá sær. Fyrr í vetur keyptu Christian Na­gata og Hendrik Egholm Bila­ søl­una frá Gunnari Justinussen. Nú hava teir gjørt ta broyting, at lata Mazda-umboðið frá sær. Bila­sølan selur nú VW, Audi og Skoda. Rúni Djurhuus, stjóri hjá P/F Wen­zel, fegnast um nýggja bil­ merk­ið hjá fyritøkuni. – Mazda er ein góður bilur, jap­an­sk­ur bilur, sum vit gleða okk­um at selja. – Vit hava yvirtikið verkstaðið og bil­ar­nar frá Bilasøluni, og vit fegn­ast um, at »Mazda eru kom­ ið heimaftur«, sigur Rúni Djur­ huus skemt­andi. Hann sipar til, at Wen­zel í 2004 varð góðkent til eisini at umboða Mazda Service, tí at Ford átti part í Mazda-verk­ smiðj­uni. Wenzel hevur fyri kortum bygt nýggjan fram­sýn­ing­ar­ bygn­ing til Volvo og Ford bil­ar­ nar. Fyribils verða Mazda bil­ar­ nir sýndir fram uttanfyri. Men P/F Wenzel fer í næstum at byggja út. Felagið hevur saman við øðrum keypt trøðna hjá Kjartan Mohr sunnanfyri við Vel­b­astaðvegin frá Betri Banka, og har er ætl­anin at byggja nýtt verk­stað, og har verða eisini um­ støð­ur at sýna fram Mazda­bil­ar­ nar, sigur Rúni Djurhuus. Gamal í gøtuni Mazda er eitt av gomlu og væl kendu bilmerkjunum í Føroyum. Tað var í 1967, at teir tá púra ókendu Mazda bilarnir fingust í Før­oyum á fyrsta sinni. Teir fyrstu fimm bilarnir komu í 1967 sum ein roynd, men tað vísti seg skjótt, at stórur á­hugi var fyri Mazda í Føroyum. Fyrstu bilarnir í Føroyum vóru Mazda 1500 og Mazda 1200. Mazda verksmiðjan, ið er 100 ára gomul, hevur framleitt per­són­ bil­ar síðan 1960. Tað var Berg Motors, sum seldi Mazda øll tey fyrstu árini heilt til 2004, tá Bilasølan í Hoy­ vík yv­irtók Mazda umboðið. Í mong ár var Mazda mest selda bil­merki í landinum. Privata biløldin byrjaði við Mazda bilunum Tað verður ofta sagt, at við Mazdasølunu hjá Johannes Berg byrjaði »privat-bilaøldin« í Før­ oy­um av røttum, tí tá tók sølan dik á seg. Sama árið var reglan tik­in av um, at tú skuldi hava valu­ta­loyvi fyri at innflyta bilar. P/F Wenzel hevur sum nevnt áður havt Mazda Service. Í 2004 gjørdu Mazda Danmark og P/F Wen­zel samstarvsavtalu um, at fyr­i­tøkan kundi veita service upp á allar Mazda bilar í Før­oy­ um. Hetta hevði samband við, at Ford Motor Company var ein av stóru eigarunum í japansku Maz­da bilverksmiðjuni. Frá 1974 til 2015 átti Ford Motor Company upp til 33,4 prosent í Mazda. Mazda hevur nógv ymisk modell í síni vøruskrá sum t.d. Mazda2, Mazda3, Mazda6, Mazda CX-3, Mazda CX-5, Mazda CX-30, Mazda MX-5 og elbilin MX-30. Stjórin í P/F Wenzel, Rúni Djur­huus, væntar sær nógv av Mazda, sum hava verið væl royndir í meira enn 50 ár her hjá okkum. – Nú hava vit Volvo, Ford og Mazda at bjóða kundum okkara. Men bara átta Maszda-bilar eru seldir í Før­oyum í ár. – Tað er alt ov lítið. Vit vænta í øll­um førum at selja eina fimm bil­ar um mánaðin ella einar 60 árið, sigur Rúni Djurhuus. WENZEL ER NÚ MAZDA UMBOÐ Í FØROYUM p Adelheid Juul frá P/F Wenzel, sæst her við nýggjasta sniðinum av Mazda CX5 (Mynd: Álvur Haraldsen) Mazda 1500 frá 1967 var fyrsti Mazda bilur í Føroyum Hesa gomlu trøðna hjá Kjartan Mohr hevur P/F Wenzel keypt frá Betri banka. Her fer P/F Wenzel at byggja verkstað og at selja Mazda bilar