hósdagur 19. november 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 82
13
VILMUND JACOBSEN
T
að vóru tveir listar
til
kommunuvalið
í Sunda kommunu
hesaferð, listi A, sum
fekk átta umboð og listi B, sum
fekk trý umboð.
Fremstur á lista A gjørdist
41 ára gamli, Jógvan Kruse á
Oyrarbakka, við 103 atkvøðum.
Hann hevði eisini flestar at
kvøður av øllum nývaldu og
afturvaldu býráðslimunum og
tvær atkvøður fleiri enn Marni
Eyðolvsson Joensen á lista B,
sum fekk 101 atkvøðu.
Tilsamans fekk listi A 69,3
prosent av atkvøðunum og listi
B 30,7 prosent.
Í nýggja býráðnum eru heili
átta nývald umboð og trý av
teimum, sum sita í núverandi
býráði, eru afturvald. Tey aftur
valdu eru Kári Tór Matthíasson
(A), Trygvi Kallsoy (A) og Vinjard
Dam (B).
Øll hini eru nývald.
Í nýggja býráðnum í Sunda
kommunu, sum tekur við hin 1.
januar 2021, eru: Jógvan Kruse,
Marni Eyðolvsson Joensen,
Eyðstein Zachariasen, Rógvi
Nybo, Esther Dahl, Kári Tór
Mathíasson, Haraldur Símunar
son Hammer, Trygvi Kallsoy,
Jonhard Ingolf Joensen, Rúni
Kruse og Vinjard Dam.
Samstarv og raðfestingar
Nýggja býráðið í Sunda kom
munu hevur skipað seg við
Jógvani Kruse sum borgarstjóra
og Eyðsteini Zachariasen sum
varaborgarstjóra.
Breið semja er millum allar
býráðslimirnar um samstarv
og framtíðarraðfestingar í kom
mununi næstu árini.
Nýggj vinnu-og umhvørvis
nevnd verður skipað undir
leiðslu av Estheri Dahl. Tað
verður Rógvi Nybo, sum kemur
at hava leiðsluna í teknisku
nevnd, og trivnaðarnevndin
verður undir leiðslu av Eyðsteini
Zachariasen.
Bústaðarmøguleikar
Eitt av málunum, sum nýggja
býráðið longu hevur sett sær
fyri, er, at grundøki skulu verða
tøk í allari kommununi, sam
stundis sum arbeiðast skal við
fjølbroyttum bústaðarmøgu
leikum.
Semja er eisini um at raðfesta
samferðslu og ferðslutrygd og
verkætlanir, sum ikki eru lidnar,
skulu gerast lidnar.
Í semjuni skal ferðavinnan
skipast, og arbeiðast skal við
fjølbroyttum starvs-og vinnu
møguleikum í kommununi.
Eldraøkið saman við skúla-og
dagstovnaøkinum skulu hava
høga raðfesting.
Útiøki og vetrarfriðing
Í nýggja býráðnum ætla tey
eisini at arbeiða fram ímóti
vetrarfriðing, har ynski er um
tað, og her skal arbeiðast fram
ímóti at fáa fleiri útiøki og enn
betri umstøður fram við sjóvar
málanum, har bátadráttir og
møguligir bátahyljar skulu
setast á skrá.
Semja er eisini um, at dentur
skal leggjast á smærru ítrótt
arfeløgini og frítíðartilboðini
til børn og ung og at samskiftið
verður tikið upp um kommunalt
samstarv um bussleið í økinum.
Arbeiðið at fullføra spilli
vatnsætlanina, sum hevur
verið í gongd í fleiri ár, skal
gerast liðugt í øllum bygdum í
kommununi.
SEMJA UM SAMSTARV OG
RAÐFESTING Í KOMMUNUNI
Tað verður Jógvan Kruse, sum skal leiða nýggja býráðið í Sunda kommunu, har bert
trý av 11 halda fram, tá nýggja skeiðið byrjar hin 1. januar 2021. Øll hini átta eru nývald
Nýggi skúlin og ítróttarhøllin á Oyrarbakka er ein varði í Sunda kommunu