hósdagur 19. november 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 82
14
VILMUND JACOBSEN
N
ýggi borgarstjórin
í Sunda kommunu,
41 ára gamli, Jógvan
Kruse, hevur ongan
tíð verið uppstillaður áður,
hvørki til kommunuval, ei held
ur til løgting ella fólkating. Men,
kortini er hann ikki ókendur í
kommunalpolitiskum høpi, tí
í sløk fýra ár var hann fíggjar
leiðari í Sunda kommunu við
Heðini Zachariasen sum borgar
stjóra.
- Eg byrjaði í starvinum
sum fíggjarleiðari hin 1. januar
í 2014 og fór formelt úr aftur
starvinum hin 5. juli í 2017. Eg var
tó í ávísan mun knýttur at kom
mununi fyri at seta nýtt fólk inn
í tingini fram til 1. november í
2017, sigur hann.
Jógvan Kruse stórtreivst í
starvinum í Sunda kommunu,
og hann dylur ikki fyri, at hann
hevði eitt sera gott samstarv við
borgarstjóran, sum hann eisini
hevur stóra virðing fyri.
Nývaldi borgarstjórin letur
eisini væl at samstarvinum, sum
var á kommunuskrivstovuni
sum heild, og hann rósar teim
um fólkum, ið starvast fyri kom
mununa.
- At eg treivst so væl í starvi
num í Sunda kommunu, var
eisini ein av høvuðsorsøkunum
til, at eg læt meg stilla upp til
kommunuvalið hesaferð, sigur
hann.
Nógvur politikkur á skrá
Jógvan Kruse býr saman við
konu síni, Eyðgerð Mørkøre, í
gomlu húsunum hjá abbanum
og ommuni á Oyrarbakka. Sam
an eiga tey trý hálvvaksin og
vaksin børn. Tey keyptu húsini,
sum eru dagførd og í góðum
standi.
Í fleiri ár búðu tey í Hósvík,
haðani konan er, og tað var í
2015, at tey fluttu til Oyrarbakka.
Tað er eisini á Oyrarbakka, at
hann er vaksin upp og sleit sínar
barnaskógvar.
Foreldrini hjá Jógvani Kruse
eru Ólajákup og Jonhild Kruse,
og tey búgva eisini á Oyrarbakka.
Verfaðir komandi borgar
stjóran, Jógvan Mørkøre í Hós
vík, sat fýra setur í táverandi
Hósvíkar kommunu, harav
tríggjar sum borgarstjóri, og
hann sat eisini fyrstu setuna í
Sunda kommunu eftir saman
leggingina. Kona Jógvan Kruse,
Eyðgerð Mørkøre, hevur eisini
sitið eitt skeið í býraðnum í
Sunda kommunu.
Aftrat hesum tilknýti til
ávikavist Hósvíkar kommunu og
seinni eisini Sunda kommunu,
var vermóðir Jógvan Kruse,
Ragnhild Mørkøre, skrivari í
Hósvíkar kommunu í fleiri ár,
og eftir samanlegging í Sunda
kommunu hevur hon verið í
starvi hjá kommununi sum
journalførari.
- Tað er greitt, at áhugin fyri
kommunalpolitikki byrjaði tíð
liga. Eg kom sum 15 ára gamal til
Hósvíkar, har politikkurin fylti
rættiliga nógv í heiminum hjá
verforeldrunum.
Jógvan Kruse vísir til stutt
leikar á, at tá hann og konan sita
við eitt døgurðaborð saman við
verforeldrunum, kann av røtt
um sigast, at eingin við borðið
nakrantíð hevur valt onnur
fólk enn ávikavist Jógvan, Eyð
gerð og so - nú - nývalda borgar
stjóran.
Hevur ymiskar royndir
Jógvan Kruse er útbúgvin
bankamaður, og hann hevur
eisini eina víðkaða útbúgving
innan fígging.
Árini 2002 til 2008 starvaðist
hann í Føroya Banka - seinni
Banknordik - og árini, áðrenn
hann fór í starv sum fíggjar
leiðari í Sunda kommunu, starv
aðist hann sum deildarleiðari
hjá Føroya Tele, har hann hevði
handilsøkið undir sær.
- Seinnu árini havi eg havt
egna fyritøku - terminal.fo -
ið byrjaði sum eitt hobby við
ymiskum loysnum innan gjalds
kort og terminalar. Hetta byrjaði
longu, áðrenn eg fór í starv sum
fíggjarleiðari og í 2016, tá eg fekk
Mourits Clementsen at selja fyri
meg, vaks fyritøkan.
Jógvan Kruse leggur dent á, at
tað var ikki tí, hann ikki treivst í
kommununi sum fíggjarleiðari,
at hann segði seg úr starvi og
fór at arbeiða meira í síni egnu
fyritøku, tvørtur ímóti.
- Eg stóð faktiskt við valinum,
um eg skuldi fylgja mínum
hobby ella ei. Mítt hobby var
lønandi, og eg hugsaði, at um
eg ikki tók henda møguleika
tá, so bleiv tað helst ongantíð.
Hetta var ein ógvuliga trupul og
tung avgerð. Men, eg hevði hug
at gerast sjálvstøðugur vinnu
rekandi, og eg visti, at her var
ein møguleiki, ið var lønandi.
Vit bankafólk eru kanska ávísir
tryggleikanarkomanar, og sá eg
ikki møguleikar við terminal.fo,
hevði eg heldur ikki kastað meg
út yvir hetta. Eg segði meg úr
starvinum í Sunda kommunu
og fylgdi mínum dreymi.
Jógvan Kruse ásannar, at tað
var eitt stórt lop at fara úr ein
um góðum og føstum starvi til
at gerast sjálvstøðugur vinnu
rekandi.
Hevði sín leiklut
Men, hvussu kennist tað so at
hava verið fíggjarleiðari í Sunda
kommunu í nøkur ár - og so at
- Tað er fantastiskt, at Sunda
kommuna í skjótt farna skeiði
hevur gjørt íløgur fyri umleið
150 miljónir krónur - og so
kortini bert skyldar umleið
60 miljónir. Her er óvanliga
nógv fingið burtur úr, og tað
er eingin loyna, at skúlin,
ítróttarhøllin og leikvøllurin við
Margáir eru megnarverk, sigur
komandi borgarstjórin í Sunda
kommunu, Jógvan Kruse
Eg kom sum 15 ára
gamal til Hósvíkar,
har politikkur fylti
rættiliga nógv
í heiminum hjá
verforeldrunum...
SUNDA KOMMUNA ER
SUNDA KOMMUNA ER
FRAMTÍÐARTRYGGJAÐ
FRAMTÍÐARTRYGGJAÐ
Á NÓGVUM ØKJUM
Á NÓGVUM ØKJUM