Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 15 koma aftur í starv á bý­ráðs­skriv­ stovuni sum borgar­stjóri? - Eg skal ikki siga, at eg beinleiðis havi droymt um at koma aftur sum borgarstjóri, men nú hetta er ein veruleiki, eri eg bæði glaður og spentur um møguleikan og avbjóðingina. Við Heðini Zachariasen hava vit havt ein góðan og dugnaligan borgarstjóra, og vit báðir høvdu eitt sera gott samstarv, meðan eg var í starvi sum fíggjarleiðari. Jógvan Kruse ivast onga løtu í, at arvurin eftir fráfarandi borgar­stjóra kann gerast tungur at lyfta, men aftrat sær í bý­ráð­ num - og ikki minst í umsitingini - hevur hann góð fólk at hella seg til. - Sum fíggjarleiðari sat eg aftan fyri “gardinurnar” og konstruer­aði tað, sum býráðið vildi fremja í verki, og soleiðis var eg sjálvsagt eisini við til at fáa sáttmálar um bygging og fígg­ing av stóru skúla-og hallar­ verk­ætlanini upp á pláss. Komandi borgarstjórin held­ ur, at Sunda kommuna við Heðini Zachariasen sum borgar­ stjóra hevur fram­tíðar­tryggjað kommununa á nógvum økjum, bæði innan skúla-, hallar-og ítróttar­økið, og hetta eru alt karmar, sum hava vit trivnaðin at gera. Ein fantastisk gongd - Eg haldi, tað er fantastiskt, at kommunan í skjótt farna skeiði hevur gjørt íløgur fyri um­ leið 150 miljónir krónur - og so kortini bert skyldar umleið 60 miljónir krónur. Her er óvan­ liga nógv fingið burtur úr, og tað er eingin loyna, at skúlin, ítrótt­arhøllin og leikvøllurin við Margáir eru megnarverk. At kommunan hevur gjørt íløgur á um­leið tvær álíkningar seinastu fýra árini, og nú bert skyldar ¾ av einari álíkning, er eftir mín­ um tykki rættiliga flott. Jógvan Kruse ásannar, at tíðirnar hava verið góðar, og hetta hevur sjálvsagt eisini gjørt sítt til, at tað hevur gingið so væl í kommununi. Komandi borgarstjórin í Sunda kommunu væntar, at íløgur­nar, sum kommunan fer at gera tey næstu fýra árini, fara at liggja um einar 10 miljónir krónur um árið - ella einar 40 miljónir krónur tilsamans næstu fýra árini. - Vit miðja eftir, at kommunan verður skuldarfrí um eini seks ár, og tað merkir, at vit fara at hava ein nokso skrappan aftur­ gjald­ingarprofil, sum hann tekur til. Tað merkir tó ikki, at skatta­prosentið verður hækkað, tí tað kemur ikki upp á tal, og sum áður nevnt, verða tey komandi fýra árini heldur ikki uttan íløgur, sigur hann. Kommunan væl fyri Jógvan Kruse sigur, at Sunda kommuna er væl fyri og nóg sterk fíggjarliga til at gjalda skuld­ina skjótt niður aftur. - Eg eri tilhangari av, at skuld skal gjaldast aftur nokso skjótt, og tað er umráðandi, at hetta verð­ur gjørt, meðan tíðirnar enn eru góðar. Tað er jú munandi lættari at gjalda niður skuld, tá tað gongur væl enn at bíða við aftur­gjalding, til tíðirnar eru verri, tí tá kann tað gerast tungt, sigur komandi borgarstjórin í Sunda kommunu. Sum fíggjarleiðari sat eg aftan fyri “gardinurnar” og konstrueraði tað, sum býráðið vildi fremja í verki... - Vit miðja eftir, at kommunan verður skuldarfrí um eini seks ár. Tað merkir tó ikki, at skattaprosentið verður hækkað, sigur komandi borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse