Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 16 EYÐUN KLAKSTEIN D anska upp­boðs­ sølu­húsið Bruun Ras­mus­sen hevur sett trý verk eftir Samuel Joensen-Mikines til sølu. Málningarnir verða til­ saman mettir at verða verdir um­leið 340.000 krónur. Málningarnir verða seldir hvør sær til hægst bjóðandi, um boðið kemur upp um tað, sum seljarin í minsta lagi vil hava fyri málningarnar. Minsti málningurin eitur »Út­sýni í Mykinesi«. Tað er olju­málningur, sum verður mett­ur at verða verdur um 40.000 krónur. Uppgivið verð­ ur ikki, nær málningurin er frá. Annar málningur er av jóan­søkubáli og er málaður í 1962. Málningurin er 101 x 126 senti­metrar, og Bruun Ras­ mus­sen metur, hann vera verdan 100.000 krónur. Triði og størsti máln­ing­ ur­in er mynd av morgunsól í Før­oyum. Málningurin er frá seint í 1940’unum og er 115 x 140 sentimetrar til støddar. Stóri oljumálningurin verður mett­ur at hava virði millum 150.000 og 200.000 krónur. Minnast skal eisini til, at um­framt keypsupphæddina verða fleiri avgjøld lagd aftur­ at, so endaligi prísurin kann vera 30 prosent hægri enn hamar­slagið. Tey, sum hava sett máln­ ing­arnar til sølu, eru ónevnd, og tað verða keypararnir eisi­ ni. Allir tríggir málningarnir verða seldir á uppboði tann 8. desember. Málningar eftir Mikines verða javnan seldir á upp­ boðs­sølu í Danmark, og van­ liga er so stórur áhugi fyri at ogna sær málningarnar, at teir verða seldir fyri meira, enn metingin sigur. Samuel Joen­sen-Mikines málaði til­ tik­nar grindadráps- og jarð­ ar­ferðsmálningar, men hann hevur eisini málað nógvar náttúru­myndir úr Mykinesi og aðrastaðni. Stórur Mikines settur til sølu Tríggir Mikines-málningar eru settir til sølu í Danmark. Tann størsti er verdur um 200.000 krónur EYÐUN KLAKSTEIN – Mangt kvøldið sótu eg og systr­ ar mínar rúnarbundin og lýddu á, meðan pápi segði søgur, og hann dugdi so væl, at vit sóu bæði Kópakonuna, Páll Fanga og Floksmenninar fyri okkum. Tað sigur Niclas Heri Jákups­ son, sum hevur útgivið bók­ina »Okkara jólabók«, sum inni­ heldur 9 jólasøgur. Høvundur heldur, at søgurnar rigga væl til, at tey vaksnu lesa tær fyri teimum yngru, og at tær á tann hátt vera upplivaðar í felagsskapi. Niclas Heri Jákupsson hevur skrivað hesar jólasøgur síðani 2013, og tað er serlig orsøk til, at hann yvirhøvur kom í gongd við skriv­ingina. – Fyrst í desember 2013 kom eg at práta við Kára Sólstein og Øssur Egholm, sum arbeiða í Kringvarpinum. Teir spurdu meg, um eg hevði nakra jólasøgu liggj­andi, sum teir kundu senda í send­ingini »Surk« á jólum. Eg hevði ikki nakra søgu, men sama kvøld setti eg meg niður og skriv­aði søguna um silvurlyttu lumma­lyktina hjá pápa, og hendan søgan var at hoyra í »Surk« tann 22. desember, greiðir Niclas Heri frá. Søgan var væl móttikin mill­ um lurtararnar, og síðani hevur Niclas Heri á hvørjum ári skrivað eina jólasøgu til Útvarpið at verða send beint upp undir jól. Søgurnar, sum hava verið í Út­varpinum, eru sjey í tali, og tær eru allar við í nýggju bókini. Harafturat hevur Niclas Heri skrivað tvær nýggjar søgur til bókina. Tær verða helst at hoyra í Útvarpinum seinni. Snøggar tekningar »Okkara jólabók« er myndaprýdd av franska teknaranum Thierry Capez­zone, og hann spælir ein týð­andi leiklut í bókini. –  Fyri nøkrum árum síðani leit­aði eg eftir einum teknara til søguna um Karlo og Ludda. Eg var á netinum og leitaði, og tá eg sá tekningarnar hjá Thierry Capez­zone, helt eg, at hann var júst tann rætti teknarin, sigur Niclas Heri. –  Tá ið eg fekk tele­fon­ nummar­ið til hansara, vísti PÁPI PÁPI KVEIKTI KVEIKTI ÁHUGAN ÁHUGAN AT SIGA AT SIGA SØGUR SØGUR – Pápi mín, sum ikki er millum okkara longur, gjørdi meg tilvitaðan um at eiga og siga góðar søgur. Hann hevur verið í huga hvørja løtu, eg havi skrivað hesar jólasøgur, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum hevur útgivið bók við jólasøgum Hesin Mikines-málningurin er verdur umleið 200.000 krónur, heldur danskt uppboðssøluhús