Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 17 tað seg, at hann hevði danskt numm­ar. Hann hevur búð í Dan­ mark í nógv ár og tosar danskt. Men hann er kendur og virdur sum teknari í bæði Fraklandi og í Dan­mark. Thierry Capezzone, sum tekn­ar eitt nú bøkur um Ras­mus Klump, hevur teknað fleiri tekn­ ingar til hvørja søgu í bókini, og for­síðan er ein heilt serlig mynd. –  Pápi gav mær íblástur at skriva og siga søgur, og eg vildi hava eina tekning av honum á for­síðuni. Forsíðumyndin er av pápa, sum sigur søgu fyri mær og systrunum, sigur Niclas Heri. –  Pápi hevði stóran als til søgur og sagnir, og hann var ein meistari at siga frá søgum. Tey kvøldini, hann segði okkum søgur, merktu vit, at pápi gav okk­um nakað, sum einki barn fær nóg mikið av. Hann gav okkum nærveru og tíð, samstundis sum hann víðkaði okkara hugflog og kveikti okkara áhuga fyri góðum søg­ um, sigur Niclas Heri. – Eg eri pápa ómetaliga takk­ samur fyri hansara nærveru, um­sorgan og kærleika, og pápi hevur verið í mínum huga hvørja løtu, eg havi skrivað hesar jóla­søgur. – »Okkara jólabók« er til alla familjuna. Eg vóni, at ommur, abb­ar, mammur, pápar ella eldri systkin lesa hesar søgur hart fyri teimum yngru børnunum, so­leiðis at tey merkja somu nær­veru og sama hugnan, sum eg og systrar mínar føldu, tá ið okkara kæri pápi læs søgur fyri okkum, sigur Niclas Heri Jákupsson. Sp/F Fegin gevur bókina út. Hon er 88 blaðsíður til støddar og fæst til keyps kring landið. H anus Kamban hev­ur útgivið nýggja bók við heiti­num »Tann sæla ræðslan«. Bókin er eitt savn – ein antologi – við átta óhugna­ligum, ræðuligum og spøkilsis­kendum stutt­ søgum. Millum høvundarnar eru amerikanarin H.P. Love­craft, í dag tiltikin um allan heim sum sjálvur kong­urin í ræðusøgunnar ríki. Ein annar er Guy de Mau­passant úr Fraklandi, faðir at tí modernaðu stutt­søguni, tiltikin fyri sín orðfáa, neyvt eyg­leið­ andi stíl. Aðrir høvun­ dar eru týskarin Hanns Heinz Ewers, ong­lend­ ing­ur­in Marvyn Peake, amerikanska Edith Whar­ ton og enski Arthur Conan Doyle, sum er víðagitin fyri søgurnar um Sherlock Holmes. Í einum eftirmæli í bók­ini greiðir umsetarin Hanus Kamban – sum eisini hevur gjørt úrvalið – frá, hvønn týdning tann óhugna­liga søgan hevði fyri tey, sum vuksu upp í Før­oyum í fyrru helvt av 20. øld og árini aftaná, tá ið onki ravmagn var, ong­ar gøtulyktir og onki sjónvarp. Meðan ským­ingin legðist, sat søgu­sigarin og fortaldi, ó­sædd­ar verur livnaðu upp undir stólum og borð­um, og endin var, at “vit drógu beinini upp á bonk­in og sótu og lýddu á, rúnarbundin og við glógv­ andi eygum”. »Tann sæla ræðslan« er 367 síður long. Hon er prýdd við níggju myndum eftir Atla Brix Kamban, sum annars er tónleikari og filmskapari. Bókin er prent­að á Føroyaprenti og er fyrsta verkið av hes­ um slag, sum komið er út í Føroyum. Útgevari er For­ lagið Náttsólin. Tann sæla ræðslan Tekning, sum Thierry Capezzone hevur gjørt til søguna »Heit hjørtu í bítandi kulda«, ið er við í nýggjari bók hjá Niclas Hera Jákupsson