Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 18 PÆTUR HJALMAR EVENSSON T ey flestu, sum hava keypt sær Bitcoin sein­asta árið, fegnast í hesum døgum. Popu­ lera talgilda gjaldoyrað Bitcoin veks­ur nevniliga við rúkandi ferð í virði og nærkast nú hægsta kursi­num nakrantíð. Mitt í juli kostaði ein Bitcoin um­leið 60.000 krónur, og sein­ astu vikuna hevur prísurin fyri eina Bitcoin ligið oman fyri 110.000 krónur – svarandi til ein vøkst­ur á nærum 100 prosent upp á nakrar fáar mánaðir. Og síðan oktober er kursurin vaksin meira enn 50 prosent. Hesin vøksturin kemur ikki óvart á føroyska ríkmannin Niklas Nikolajsen, sum eigur og rekur milliarda-fyritøkuna Bit­ coin Suisse, ið veitir tænastur inn­an Bitcoin og onnur krypto­ gjald­oyru fyri fólk. – Eg havi altíð forklárað øll­ um, sum hava tímað at lurtað, at Bitcoin er framtíðarinnar gull, eitt nýtt týdningarmikið “asset class” og ein framúr góður íløgu­møgu­leiki. Men vit eru enn í adap­tiónsfasuni, sigur Niklas Nikolajsen, sum hevur riðið høgt á Bitcoin-bylgjuni líka síð­ an 2010. – Eg havi altíð tey somu boð­ ini, men eingin lurtar. Syrgið nú for søran fyri at gera tykkum eina konto onkrastaðni og keyp­ ið tykkum eitt sindur av Bitcoin, sigur hann. Snýr seg um útboð og eftirspurning Niklas Nikolajsen greiðir eitt sindur nærri frá, hvat tað er, vit eru vitni til nú í sambandi við stóru framgongdina hjá Bitcoin. – Síðan Bitcoin bleiv upp­ funn­ið í 2009, er Bitcoin voksið fyri hvørt ár í útbreiðslu. Nú í 2020 eru sjálvt fyritøkur og grunn­ar byrjað at seta sínar peng­ar í Bitcoin. Tað, vit síggja nú, er effektin av inflatións- hálv­er­ingini fyrr í 2020. Tá ein mongd verður avmarkað, men eftir­spurn­ingurin er alsamt vaks­andi, so veksur prísurin, sigur Niklas Nikolajsen. Hóast hann hevði roknað við einum vøkstri, so kemur tað allíka­væl eitt sindur óvart á, at vøkst­urin ger um seg beint nú. – Vøksturin kom skjótari, enn eg roknaði við. Eg helt, vit skuldu bíða til summarið 2021 fyri at síggja Bitcoin á 17.000 dollarum, sigur hann og sipar til, at virðið á einari Bitcoin týsdagin fór upp um 17.000 dollarar – sum svara til góðar 106.600 krónur. Væntar nýggjan topp Lat okkum líka skrúva tíðina eitt sindur aftur til 2017, tá Bitcoin var á sínum hægsta. 2017 var eitt serligt ár fyri Bitcoin og krypto­gjaldoyru yvirhøvur, tí tá skjeyt virðið á einari Bitcoin seg upp á umleið 20.000 dollarum – svarandi til umleið 125.000 krón­ ur. Hetta er tað hægsta virðið á Bitcoin nakrantíð – eisini kallað ATH (All-time high). Men líka so skjótt sum virðið vaks, líka so skjótt kúvendi kurvan síðst í 2017 og fyrst í 2018. Síðst í 2018 og fyrst í 2019 var kursurin heilt niðri á 3.500 dollarum – og tá ergraðu nógv seg, sum keyp­tu Bitcoin, tá kursurin lá á knapp­ um 20.000 dollarum. Hendan gongdin var ein greið stað­festing av, at mann skal ansa sær, tá mann ger íløgur, tí mann kann risikera at missa nógv­ar pengar. Men við góðu gongd­ini seinastu mánaðirnar sær kurvan nú av álvara út til NIKLAS NIKOLAJSEN: – BITCOIN ER FRAM­ TÍÐARINNAR GULL BITCOIN ER FLÚGVANDI: – Vøksturin kom skjótari, enn eg roknaði við, sigur føroyski Bitcoin-kongurin, Niklas Nikolajsen, um stóra vøksturin í kryptogjaldoyranum Bitcoin seinastu tíðina Hesin grafurin vísir gongdina hjá Bitcoin seinastu sjey árini. Y-aksin vísir prísin á einari Bitcoin í USD$ - altso amerikanskum dollarum. X-aksin vísir tíðina frá 2013 til í dag MYND: COINDESK.COM Bitcoin verður góðkent sum gjaldoyra í alsamt fleiri støðum. Eitt feskt dømi tað danska konsulátið í Zürich í Sveis, sum hevur innstallerað eina gjaldsloysn frá Bitcoin Suisse, soleiðis at tey nú eisini kunnu taka ímóti Bitcoin, Ether og øðrum kryptogjaldoyrum. Niklas bílegði og betaldi fyri tvey nýggj pass í Bitcoin, sum hann fekk mánadagin. Maðurin vinstrumegin er Tim Marshall, danskur konsul i Zürich MYND: BITCOIN SUISSE