hósdagur 19. november 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 82
19
at venda aftur – ja, kursurin
nærkast toppinum frá 2017.
Spurningurin er so, um prís
urin fer upp um núverandi met
ið. Tað roknar Niklas Nikolajsen
við. Í summmar gjørdu vit í
Sosialinum eina langa samrøðu
við Niklas, tá hann vitjaði í Før
oyum saman við familju síni um
ólavsøkuna. Tá svingaði prísurin
á einari Bitcoin millum 60- og
70.000 krónur, og tá segði Niklas
soleiðis:
– Mín persónliga meting er, at
hægsti Bitcoin-prísurin nakran
tíð liggur í framtíðini og ikki í
fortíðini. Sagt við øðrum orð
um: teir høgu prísirnir, mann
sá í 2017 verða ein dagin sæddir
sum bíligir.
Í dag er hann heldur ikki í iva
um, at vit ikki hava sæð toppin
enn. Spurdur, hvørjar væntanir
hann hevur fyri Bitcoin í 2021,
sigur Niklas Nikolajsen:
– Eitt nýtt ATH (All-time
high) fyri Bitcoin. Enn meira
útbreiðslu av Bitcoin. Møguliga
fyrsta entry fyri stórbankar og
pensiónsfeløg.
Sigast skal, at boðskapurin í
hesi grein skal ikki síggjast sum
búskaparlig ráðgeving. Tað eru
verri enn so øll, sum eru líka
vónrík sum Niklas Nikolajsen
um Bitcoin. Fleiri síggja enntá
onga framtíð í Bitcoin og finnast
hvassliga at kryptogjaldoyrum.
Hvør prísurin á einari Bitcoin
verður um nøkur ár, veit eingin
at siga, so tað mugu vit bara lata
framtíðina vísa.
PATURE@SOSIALURIN.FO
FAKTA
Niklas Nikolajsen er úr Kjølbro-familjuni í Klaksvík -
langabbasonur sjálvan J. F. Kjølbro. Abbin var Ewald Kjølbro
og mamman var Marita Kjølbro, sum giftist í Danmark.
Niklas er uppvaksin í Danmark, men hann hevur eisini búð
eitt ár í Føroyum sum smádrongur, og tá gekk hann í skúla í
Venjingarskúlanum í Havn síðst í 80'unum.
Alt Bitcoin-ævintýrið hjá Niklasi byrjaði fyri góðum 10 árum
síðani, tá hann keypti sínar fyrstu Bitcoins fyri lítið og einki.
Hann keypti Bitcoins fyri góðar 1000 dollarar í tveimum
umførum - seint í 2010 og fyrst í 2011. Tá var virðið á einari
Bitcoin umleið 0,77 cent, og hann fekk umleið 1400 Bitcoins fyri
hetta.
Niklas verður í dag roknaður sum ein av týdningarmestu
finansfólkunum í bankanna landi Sveis, har hann býr og rekur
fyritøkuna Bitcoin Suisse.