Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 20 STEINAR PATURSSON M ikukvøldið gjørd­ist greitt, at kom­mun­ an slepti ætlan­ un­um at hava skoytubreyt í Vágsbotni, eftir at handilsvinnan í økinum hevði víst stóra ónøgd við ætlanirnar. Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa samband við hvørki Anniku Olsen, borgar­ stjóra, ella nakran í umsitingini, ið kann greiða frá, hvar ætlanin er nú, at skoytabreytin skal vera. Men við útvarpið á middegi hós­ dagin segði Annika Olsen, at tað verður greitt ein av komandi døgunum, hvar tey fara at seta skoytubreytina. Flutt oman í Vágsbotn Skoytubreytin hevur sein­astu árini verið í gamla kom­munu­ skúla­garðinum uttan fyri bý­ ráðshúsið í miðbýnum í Havn, men í sambandi við menn­ingar­ ætlanina hjá Tórshavnar kom­ munu varð í ár avgerð tikin um at flyta skoytubreytina oman í Vágs­botn. Talan var um eina royndar­ verkætlan, sum skuldi vera við til at tryggja, at nýggja inn­rætt­ ingin av torginum verður skipað og kemur at virka á bestan hátt í nærøkinum, segði kommunan um ætlanirnar á heimasíðuni. Men nógv ferðsla er gjøgnum Vágsbotn, og tað er ikki ráðiligt at hava ferðslu og skoytibreyt hvørt um annað, heldur Rani War­dum, sum er limur í ferðslu­ nevndini hjá Tórshavnar kommu­nu fyri løgregluna. Við Miðlahúsið segði Rani Wardum fyrr í vikuni, at hann hevði sett sum treyt, at ferðslan varð avmarkað gjøgnum Vágs­ botn. – Ein skoytubreyt virkar ikki saman við ferðslu. Bilar skulu ikki koyra beint framvið, har børnini eru. Tað er mitt um vet­ urin, og tað er myrkt, segði Rani Wardum. Kravdi ferðsluforðingar Loysnin, sum síðani varð funnin, var at steingja ferðsluna av mill­um Vágsbotn og Vaglið. Ferðsluforðingar vórðu settar uttan fyri trappuna í Vágsbotni, so­leiðis at koyrandi varð frá Tórs­gøtu niðan á Vaglið, men eingin ferðsla kundi fara frá Vagli­num oman í Vágsbotn og út á Skálatrøð. Øll ferðslan millum stóra parkeringsplássið á Skálatrøð og býin skuldi sostatt gjøgn­ um Sigmundargøtu, Konrads­ brekku­na ella Bøgøtu, og í miku­dagin boðaði kommunan frá, at ferðsluloysnin, ið kom­ mun­an hevði til hetta, var, at Sigmundargøta skuldi halda fram at vera einsrættað oman­ eftir, eins og hon er í dag, meðan Konradsbrekkan skuldi vend­ast við og verða einsrættað niðan­ eftir, og Bøgøta skuldi vend­ast við og verða einsrættað oman­ eftir. Ónøgd í handilsvinnuni Ferðslubroytingarnar elvdu til stóra ónøgd, millum annað hjá handilsvinnuni í økinum kring Vágsbotn, og nógv óttað­ ust, at samstundis sum fleiri vegagerðir eru í gerð ymsa­ staðni í Havn - millum annað á Marknagilsvegnum og Landa­ vegnum - fór hetta at elva til álvars­ligan ferðsluruðuleika í Havn. Rani Wardum gjørdi eisini greitt, at ferðslubroytingarnar í Vágsbotni komu illa við, tá hugs­ að varð um avbjóðingarnar við ferðsluni aðrastaðni í býnum, men skuldi skoytibreytin liggja í Vágsbotni, var tað kortini ein treyt, at ferðslan um Vágsbotn mátti steðgast. Kommunan dróg í land aftur Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, ásann­ aði í samrøðu við FM1 miku­ dagin, at kommunan hevði ikki verið nóg góð at taka vinnu­ na upp á ráð í sambandi við ferðslubroytingarnar, og tí varð skipað fyri fundi seinna­ partin mikudag, har kom­mun­ an skuldi greiða vinnu­ni og handilslívinum frá ferðslu­ ætlanunum og ætlan­unum við økinum yvirhøvur, og tað skuldi bera til hjá vinnuni at koma við viðmerkingum. Og á fundinum mikudagin gjørdist eisini greitt, at rættiliga stór ónøgd var við framferðina hjá kommununi. Fyri tað fyrsta varð víst á, at umsetningurin í handlunum er beinleiðis treyt­ aður av, hvussu væl tað ber til at koma við bili. Harumframt vóru fólk ónøgd við, at kommunan hevði arbeitt við málinum í loyndum, ein avgerð, sum sam­ bært umsitingini varð tikin fyri at politikkur ikki skuldi koma í málið. At enda varð eisini gjørt greitt, at vinnan ynskti ikki at vera partur av einum eksperi­ menti hjá kommununi - undir øllum umstøðum ikki undir jóla­søluni. –  Hví hava tit prøvað at stongt vegin til SMS í einar tveir- tríggjar mánaðir? Gjørdu tit tað, so hevði eingin tykkara arbeitt hjá kommununi, tit høvdu verið steðgaði við brestin! Hví leggja tit ikki skoytubreytina niðan á parkeringsøkið hjá SMS, segði ein handilsmaður á fundinum. Tá avtornaði boðaði kom­ mun­an frá, at ætlanirnar við skoytu­breytini í Vágsbotni vóru sleptar. Hóast Sosialurin hevur roynt at fingið samband við Anniku Olsen og avvarandi myndug­ leikar í umsitingini hjá Tórs­ havnar kommunu um, hvør støðan er við skoytubreytini í løtu­ni og hvørja tilgongd farið verður undir at staðseta hana, hev­ur hetta ikki eydnast. EINGIN VIL SVARA UM SKOYTUBREYTINA Ónøgdin við skoytubreytina og trýstið frá handilsvinnuni gjørdist so stórt, at Tórshavnar kommuna gjørdi av at sleppa ætlanini at hava skoytubreytina í Vágsbotni. Tað er kortini ikki greitt, hvar skoytubreytin verður løgd ístaðin