týsdagur 28. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 28. desember 2004
15
Tað var ein stór løta
hósdagin, tá ið nýggja
samferðsluhavnin í
Suðuroy varð tikin í
nýtslu. Men at gera
eina samferðsluhavn
krevur eisini nógv
arbeiðið og tilsamans
hava útvið 200 fólk
verið knýtt at arbeið-
num
SUÐUROYARSIGLINGIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tollaksmessudag var enn
ein varði settur í søguni um
suðuroyarsiglingina. Tað
hendi tá ið nýggja sam-
ferðsluhavnin á Trongis-
vágsfirði varð tikin alment
í nýtslu á miðdegi hendan
dagin.
Stór
mannfjøld
varð
samankomin til alment há-
tíðarhald, har løgmaður,
Jóanes Eidesgaard, fekk
heiðurin at kvetta bandið
og at taka havnina í nýtslu.
Aftaná varð øll fjøldin
bjóðað umborð á Smyril,
har tey fingu gløgg, saft,
karamellur og ymsan jóla-
bakstur.
Og øll eru samd um, at
vit hava fingið eina vala
havn og skiparin á Smyrli
sigur, at tá ið tað ikki er
liggjandi har fyri veður,
man vera ringt at liggja
nakrastaðni.
Men tað krevur eisini sítt
at gera eina slíka havn til
veruleika.
Oyvindur Brimnes, stjóri
á Landsverki, sigur, at til-
samans hava kanska útvið
200 fólk verið knýtt at ar-
beiðnum, men nógv av ar-
beiðnum er ósjónligt.
– Hetta er eitt valaverk.
Hetta er ein vøkur havn,
men hon er eisini kyrr og
góð og hon kann brúkast á
fleiri ættum.
Men hann vísti eisini á, at
arbeiðið at gera havnina
hevur gingið ógvuliga væl
og at havnin er liðug væl
fyri tíðina. Samstundis fer
kostnaðarmetingin at halda.
Oyvindur Brimnes segði, at
næsta ár er ætlanin at gera
eina farstøð á ferjuleguni
við trapputorni, lyftu og
øðrum hentleikum, sum
krevjast av eini slíkari far-
støð.
Kristian Davidsen, stjóri
á Strandferðsluni vísti á, at
tað er akkurát nú 105 ár
síðani at fyrsti Smyrilin
kom inn eftir Trongisvágs-
firði á fyrsta sinni og av-
loysti árabátin sum einasti
flutningsmøguleiki ímillum
oyggjarnar.
Um nakrar mánaðir kem-
ur so Smyril nummar fimm
í røðini.
– Hetta var ein stór koll-
velting fyri suðuroyingar,
segði strandferðslustjórin.
Hann segði, at ferða-
møguleikarnir tá á døgum
kunnu á ongan hátt saman-
berast við tað, vit kenna í
dag.
– Bara fyri 30-40 árum
for tað mesta av einum degi
at ferðast ímillum Suður-
oynna og Havnina.
Kristian Davidsen vón-
aði, at samferðsluhavnin,
nýggi Smyril, nýggj farstøð
og vónandi nýtt pakkhús,
fara at skapa góðar karmar
um ferðasambandið imill-
um Suðuroy og Havnina.
– Nú hava vit so góðar
umstøður, at fara vit skyn-
samiliga til verka til felag,
fáa vit helst eisini skapt
nøktandi karmar fyri suður-
oyingar, vinnulív og føroy-
ingar yvirhøvur innanfyri
teir fíggjarkarmar, vit fáa.
Skuldu klára
arbeiðið við glans
Eisini Jón Danielsen, stjóri
í Articon, fegnaðist um
havnalagið og hann duldi
ikki fyri, at hann var ikki
sørt errin av avrikinum.
Articon var yngsta byggi-
felagið í landinum, tá ið tað
vann kappingina um at gera
ferjuleguna.
–
Havnalagið
skuldi
kosta 51 milliónir og ar-
beiðið skuldi gerast upp á
15 mánaður.
Hann segði, at Articon
setti sær fyri at klára ar-
beiðið við glans, til tíðina
og fyri ásettan kostnað og
at lata Landsverki og
suðuroyingum eitt væl úr
hondum greitt havnarlag.
– Vit halda, at hetta hevur
eydnast okkum til fulnar.
Hann vísti á, at sam-
ferðsluhavnin er í mangar
mátar betri enn upprunaliga
ætlað, tí nú avtornar, hevur
hon tvær atløgusíður og
tveir
ferjuskráar.
Sam-
stundis er samferðsluhavn-
in liðug áðrenn tíðina og
kostnaðurin hevur hildið.
– Við skili, ídni og ótrú-
ligum arbeiðssemi hjá øll-
um pørtum, eydnaðist tað
okkum at lata havnina lidn-
að úr hondum tveir og ein
hálvan mánað fyri tíðina og
tað mann næstan vera met í
føroyskari havnarbygging,
segði Jón Danielsen.
Hann vísti á, at 300.000
rúmmetrar av gróti eru
vippað á fjørðin, á havnar-
lagið og í verjugarðin.
Brúkt eru eisini 800 tons av
spunsjarni, 130 tons av
armering og 1500 rúmmetr-
ar av betongi.
Sjálv havnin er dýpd
niður á 10 metra dýpið og í
tí sambandi eru 19.000
rúmmetrar av tilfari grivið
og sprongt burtur av botni
og ført út á djúpari vatn.
Hann vónaði at hendan
nýggja havnin og nýggi
Smyril
koma
at
vera
byrjanin til eina nýggja tíð
við framburði og møguleik-
um, sum suðuroyingar ikki
áður hava havt.
Stjórin í Articon var ikki sørt errin av avrikinum, men tað
hevur hann eisini alla orsøk til
Dánjal av Rana, v.m.,gamli borgarstjórin á Tvøroyri, í práti við Finn Olesen og Petur Dahl
Nolsøe,h.m. sum báðir sigla við Smyrli. Dánjal er gamalur í garði og hetta er ikki fyrsta
havnarvíglsa, hann hevur verið við til – men nú er langt síðani seinast
Løgmaður, stjórin á Landsverki og stjórin á Strandferðsluni vóru fyrstir at stíga fótin í land á nýggju samferðsluhavnini
Ein stór løta hjá suðuroyingum