týsdagur 28. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 29. desember 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at elskaði maður mín og góði pápi, abbi, verfaðir
og langabbi okkara
Hákun Magnussen
Tórshavn
andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 27. desember,
77 ára gamal.
Bønarhald verður í kapellinum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi mikudagin 29. desember kl. 14.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin
30. desember kl. 13.
Fyri tey avvarðandi
Malla
Dagurin
29. desember. Nóa. Dagur til minnis um mannin, sum
gjørdi ørkina (1. Mós. 6-9)
Tann 13. juli andaðist Arni
Samuelsen, Klaksvík 72 ára
gamal. Arni var sonur Samuel
Jacob Juel Samuelsen, ættaður
úr Lorvík og vanliga nevndur
Sámal í Lorvík og Oluffu, fødd
Heinesen av Viðareiði.
Oluffa og Sámal í Lorvík
bygdu sær heim á Vágsheyg-
num, beint við fótbóltsvøllin;
har
sleit
Arne
sínar
barnaskógvar.
Børnini
hjá
Oluffu og Sámal vóru átta í tali.
Arni var tvíburður við Otto. Teir
vórðu bornir í heim 21. juni
1932. Í 1963 giftist Arni við
Poulinu Samuelsen úr Haldars-
vík. Tey búsettust á Heygaveg-
num í Klaksvík og fingu døtrar-
nar Lisbeth og Birgit.
Tá Arni valdi sær lívsyrki,
gekk hann í faðirsins fótaspor;
hann lærdi húsasmíð hjá faðir
sínum
og
fór
seinni
til
Danmarkar at útbúgva seg til
byggifrøðing. Eitt tað størsta og
mest søguliga verkið, ið stendur
eftir teir báðar, feðgarnar Arna
og Sámal í Lorvík, er uttan iva
bóndahúsini í Múla við tilhoyr-
andi úthúsum, sum vórðu niður-
tikin í Múla og bygd uppaftur á
»Frilandsmuseet« í Danmark,
við júst sama sniði, sum tey
høvdu í Múla. Hetta var í fyrru
helvt av sekstiárunum.
Tá hin gamli legði frá sær, helt
Arni fram við egnum virkið;
hann arbeiddi sum byggifrøð-
ingur og húsasmiðjur. Umframt
hetta hevði hann eisini fleiri
álitisstørv. Millum annað hevði
hann søluna hjá Happadráttinum í
Klaksvík um hendi í nógv ár. Í
eitt langt áramál var hann limur í
Líkningarráðnum. Líkningarráð
Føroya var samansett av trimum
limum. Sambært lógini skuldu
ein vera byggikønur, ein skuldi
vera lógarkønur og ein skuldi
vera roknskaparkønur. Arni varð
valdur sum tann byggikøni.
Arni Samuelsen var eldhug-
aður javnaðarmaður. Hann røkti
fleiri
álitisstørv
í
javnaðarflokkinum. Í fleiri ár var
hann nevndarlimur í Norðoya
Javnaðarfelag. Í nøkur ár var
hann eisini formaður í felag-
num. Hann varð eisini valdur at
umboða Norðoya Javnaðarfelag
í floksleiðsluni hjá Føroya Javn-
aðarflokki. Sum tann álitismaður
hann var, møtti hann trúliga upp
á teimum fundum, har hann var
valdur sum umboð. Og hann var
so at siga á hvørjum einasta
limafundi í Norðoya Javn-
aðarfelag. Eitt tað seinasta stóra
arbeiði, sum Arni hevði ábyrgd-
ina av, var at seta í stand tann
gamla handilin hjá Óla Gaard, ið
upprunaliga var handil hjá Óla í
Skúla, bygdur í 1904. Tey sum
ganga eftir Klaksvíksvegnum og
framvið hesum bygninginum,
gerast skjótt varug við, at
hegnismaður var hann. Eitt sera
snotuligt og væl úr hondum
greitt arbeiði. Í nógv ár kemur
tað at standa sum ein minnis-
varði um hegnismannin Arna hjá
Sámali í Lorvík.
Eins og brøðurnir Otto og
Eiler, var Arni virkin í Klaks-
víkar Hornorkestri. So vítt eg
veit, var Sámal í Lorvík ein av
teimum, sum í 1950 tók stig til
at stovna Klaksvíkar Hornork-
estur. Synir hansara komu allir
tríggir at spæla við í orkestr-
inum. Fyrst Arni og Otto og
seinni
eisini
tann
yngsti
bróðurin Eiler.
Arni var ein sera fryntligur og
prátingarsamður maður. Hann
dugdi eisini at vera skemtiligur
tá tað var hóskandi. Átrúnaðar-
liga hoyrdi Arni til brøðrasam-
komuna. Í politikki var hann
javnaðarmaður. Flokkinum var
hann ein sera trúgvur og hollur
stuðul.
Vit sum kenda Arna, mistu
nógv, tá hann flutti hiðani av
fold, men størstur var missurin
hjá tykkum, Poulinu, Lisbeth og
Birgit. Harrin troysti og styrki
tykkum í stóru sorgini.
Við hesum orðum lýsa vit frið
yvir minnið um Arna Samuel-
sen.
Klaksvík, 2. jóladag 2004
Vilhelm Johannesen
Fyri 25 árum síðan:
Stýrimansprógv í desember 1979
Í desember 1979 fingur níggju stýrimenn prógv á Føroya Sjómansskúla. Teir vóru: Jacob D. Lagfoss, Sandvík, Heini
H. Guttesen, Sørvágur, Anfinnur Gærdum, Strendur, Julian M. Juul, Tórshavn, Jørgen Kreisø, Gjógv, Jón Simonsen,
Sandavágur, Kaj Tausen,Vágur, Oddmar H. Hansen, Tórshavn, Eyðfinnur Olsen, Tórshavn, og Dione Nolsøe, Sørvágur.
(Raðfylgjan er ikki tann sama sum á myndini)
Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1980
Minningarorð um Arna Samuelsen, Klaksvík