Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 22 T að kann, uttan mun til sannføring annars, sigast hava verið ein søgulig hending, tá ið Andreas Isaksen, vanliga kallaður Dia í Geil, lat seg doypa sum vaksin á Havnarvág í 1880. Hetta var byrjanin til ta Brøðrasamkomu, vit hava í dag, og sum man vera uppá seg ein tann størsta í heiminum. Foreldur Dia vóru Anna og Poul Isaksen í Geil. Poul var ein hegnismaður, og tí var hann kallaður Poul Alting. Anna var dóttir Andrass, sum grundlegði Argir. Hon var eisini ein merkiskvinna. Systkini hjá Dia vóru: Djóni (1849-1912), sum var í fremstu røð á fleiri økjum. Hann var m.a. løgtingsmaður, í kommunustýrinum, odda­ maður í Havnar Fráhaldsfelag og í Havnar Sjúkrakassa. Hann var eisini upprunin til teir nógvu urtagarðarnar í Havn. Fremsti varði eftir hann er gamli kommunuskúlin, nú ráðhúsið, á Vaglinum í Havn. Børn hansara og teirra ætt hava verið við til at skapa før­ oyska samleikan. Synirnir vóru Kristian í Geil, Petur Alberg, Poul í Geil og Anna, sum giftist við Andreas Ziska. Maria Magdalena 1854-1878 Hon var gift við Dia í Pæturstovu men doyði í barsilssong. Dia gjørdist seinni pápi til Jákup Han­sen, kendur yrkjari, sum búði í Gøtu. Elsebeth 1857-1930 Hon giftist við William G. Sloan. Teirra yngst barn var Andrew William Sloan (1896-1973), sum er tað einasta av teirra børnum, sum fekk ætt í Føroyum. Isalina 1861-1923 Hon var uppkallað eftir abba­ num Ísaki. Hennara eftir­kom­ ar­ar hava eisini verið við til at merk­ja føroyska samfelagið. Dia var serligur maður Dia var brekaður maður. Hann var kúlutur eins og mammu­ beigg­in, Jákup Andrias Arge. Tí­skil kundi hann ikki gera krops­ligt arbeiði. Dia hevði verið í Týsklandi og lært til bókabindara, og hann hevði bókhandil í Steikarhúsi í Kopar­gøtu beint aftanfyri Kafé Nátúr. Hann seldi m.a. bøkur til skúla­brúk. Her bant hann bøk­ ur inn og rammaði eisini mynd­ ir. Hann gylti eisini bøkur við gulli, sum krevur eitt serligt handa­lag. Hann seldi eisini bíbliur, og her kundu eisini fáast ókeypis trak­tat um ”Daaben og den nye Fødsel”, sum William Sloan hevði skrivað. Av øðrum, hann lýsti við, var ”mapper til op­bevar­ing af Dimmalætting”, fyri 35 oyru. Dia var vitugur maður, dugdi enskt og eisini onnur mál. Hann hevði brævaskifti við út­lend­sk­ ar trú­boðarar. Tað kann vera nevnt, at hann var eisini limur í Thorshavns Totala­fholdsforening, har beiggi hansara Djóni, hevði stór­an leiklut. Vildi ikki gera nøkrum órætt Dia var maður við stak eymari samvitsku, og tað lá honum sera tungt á hjarta at gera rætt í øllum viðurskiftum. Hann var næstan ov eftiransin við seg sjálv­an. Minsta orð ella gerð, hann helt seg hava mælt ella gjørt skeivt, mátti játtast og fá­ ast aftur í rættlag. Sum ofta var við fólki, sum høvdu brek, so varð Dia eisini ofta argaður av dreingjum, men eftir hansara umvending fingu teir ikki sinni í hann. Aftaná gjølliga umhugsan tók Dia ta støðu, at hann vildi lata seg doypa sum vaksin. Tað var ikki lætt stig á teimum døg­ um, allarminst hjá so likamliga veik­um manni. Trúboðarin MacDonald var hendan veturin í Føroyum og virk­aði saman við Sloan. Men Sloan var burturstaddur á bygd um hesa tíðina, tí var tað Mac­ Donald, sum doypti Dia. Øsing í Havn Dópurin fór fram á Eystaruvág sunnumorgunin 31. okt. 1880. Roknað var við, at hendingin, sum tey flestu mettu sum ræðu­ liga og gudsspottandi gerð, fór ikki at ganga friðarliga fyri seg, um hetta varð alment kent. Tí skuldi dópurin verða klokkan 4 á morgni, áðrenn nakar var á fót­um. Men MacDonald hevði ikki roknað við, at havnarmenn vóru morgunmenn, og tað var skjótt, at hetta frættist. Foreldur hansara og næstu skyld­fólk vóru illa við av hes­ um. Mostir Dia, Billa, kom enntá av Sandoynna í hesum álvar­ørindum at tosa hann frá hesum, men einki hjálpti. ‘Uppreistrardámur’ lá yvir Havn­ini dagarnar aftaná um hetta, sum hildið varð at vera ‘frá­fall frá trúnni’. Og ikki bøtti tað um støðuna, at Ewaldsen prestur, sum stutt frammanundan var komin Tað er 140 ár síðani, Dia í Geil varð doyptur sum vaksin. Hann var eisini fyrsti føroyski sunnudagsskúlalærari Fyrsti føroyingur doyptur í Brøðrasamkomuni SIÐSØGA Dia í Geil: ÓLI JACOBSEN Her varð Dia í Geil doyptur. Bróðursonurin Peter Alberg hevur tikið myndina Tekning hjá Peter Alberg av Kopargøtu fyrr. Uttan høgrumegin eru húsini í Geil. Tey næstu húsini er Steikkarhús, har Dia hevði bókhandil. Reyðu húsini hinumegin eru Handilsforeiningin, nú Kafe Nátúr