hósdagur 19. november 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 82
23
Komandi partur
Greitt verður
frá eini
nýggjari
bygdasøgu
við uppskoti um samarbeiði
millum hann og Sloan, nú fór
at tala ímóti hesi ‘sektini’.
Søgurnar gingu
Søgusmiðirnir fingu úr at
gera. Ræðusøgur og tíðindi
gingu um allar oyggjarnar
um hesar ‘endurdoyparar’.
Bygdamaður kom aftur úr
Havn til heimbygd sína og
segði í djúpasta álvara, at óivað
fóru mong fólk í Føroyum
at doyggja í framtíðini við at
koma sær upp í hesa ‘sektina’.
Dópurin, tey máttu geva seg
undir, fór fram á tann hátt, at
tey vórðu hildin undir vatni, til
tey sóu Heilaga Andan í vatni
num, og at tað eydnaðist bert
teim fægstu at síggja okkurt
glinsandi, ið slept var niður í
vatnið, sum skuldi vera skinið
av Andanum!
Onnur ristu kross fyri
sær av ótta og harmi og lótu
veruliga sorgartár yvir hesar
vilstu sálirnar. Uppaftur onnur
yrktu tátt og spottaðu.
Dia fekk tátt beinanvegin.
Honum, eins og hinum, ið
seinni vórðu doypt, varð givið
‘dópsnavn’, og var tað hunda
navn.
Eitt ørindi ljóðaði:
Heykur , tann hundur
fór tríggjar ferð undir
á Eystaruvág -
MacDonald stóð hjá.
Systir Dia, Elspa, varð doypt
ein mánað aftan á Dia.
Hon varð rópt ‘Flora’ eftir
einari tík, sum tey áttu har í
húsinum, stundum varð hon
rópt ‘geilartíkin’ og viðhvørt
‘Jomfru Gloria’.
Seinni sama ár giftust Elspa
og William G. Sloan . Hetta
mundi gera sítt til, at familjan
hjá henni kom at verða meira
tollynd móti nýggju rørsluni
og fóru á møti í Sloans Sali.
Kristin í Geil kundi vera ógvu
liga bondskur móti heima
missiónini, men tá ið Gamli
Sloan doyði í 1914 varð hann
róstur til skýggja av honum í
Tingakrossi.
Fyrsti hjálparmaður
hjá Sloan
Dia gjørdist fyrsti hjálpar
maður hjá William Sloan, og
serliga var tað í barnaarbeiði
num og sunnudagsskúlanum
eftir, tá Sloans salur varð tikin í
nýtslu í 1879. Hann kann sigast
at vera fyrsti føroyingur, sum
varð sunnudagsskúlalærari í
1880. Eisini tók hann ábyrgdina
av andaliga virkseminum, tá
ið Sloan var burturstaddur.
Hann kundi vera burtur í fleiri
mánaðir í senn.
Tað var ymiskt, sum undir
tøkan var. Sunnudagskúlin
helt heilt uppat eftir rokið um
dópin hjá Dia. Men so við og
við fór undirtøkan at økjast.
Men tað var ógvuliga spakuliga
at byrja við. Fyrstu árini vóru
tey ógvuliga fá, oftast færri
enn 10 og niður til ein. Men í
1886 tykist at bragda, tá eru tey
upp til 29. Tá fór aftur at minka
og seinni at økjast aftur og í
1888, vóru tey upp til 40 børn
í sunnudagsskúlanum.
Hann hevði eisini ta ný
hugsan í 1882 at lýsa við
”evangeliske The-Møder”.
Nýggja Testamenti hjá Dia
Tað vísir seg nú, at tað Nýggja
Testamenti, sum Dia fekk
til sína konfirmatión er til í
ættini.
Hetta er ein søguligur grip
ur. Nýggja Testamentið er
latið av próstinum Andreas
Djurhuus.
Hann hevur skrivað fremst
í bókini, at hon ”er til Erindring
om din Daabsbekræftelse den
29. apríl 1865.” Henda innskrift
er tó dagfest 1. november
sama ár. Kanska hava NT-
ini ikki verið tøk til sjálva
konfirmatiónina.
Ta ferðina vóru 23 dreingir,
sum vórðu konfirmeraður.
Av teimum var Dia nr. 2 til
dugnaskap, og hann fekk eisini
karakterin UG.
Dia hevur gjørt nakrar
undirstrikingar í sínum Nýggja
Testamenti, m.a. um tað, sum
stendur skrivað um dóp, so
kanska hevur tað verið henda
konfirmatiónsgáva, sum var
avgerandi fyri hansara støðu
til hendan spurning 15 ár
seinni.
Dia bleiv ikki gamal maður.
Hann doyði 22. juli 1890, bara 39
ára gamal. Hann fór til gravar
tann 25.juli.
Brot úr dagbókini
hjá Dia í Geil
Dia skrivaði dagbók árini 1884,
1886, 1887 og 1889. Meginparturin
er skrivaður á góðum enskum,
annars á donskum. Her eru
nøkur brot, sum eisini vísa
hansara lyndi.
1884
1.januar verður nógv gjørt burtur
úr, serliga við dansi um kvøldið.
Eg var sera ósamdur við pápa
mín um hesi ting.
Eg kundi síggja hond Harrans
vera við mær og hjálpa mær
gjøgnum alt. Signað veri navn
Harrans, amen.
9/2. Eg vaknaði av, at tað lak so
illa í songini, føldi meg ikki væl,
var kaldur um ryggin.
8/3. Illveður. Fingið nógv
tíðindi fra br. Hans Joensen og
Mac Donald, eisini frá trúboðara
á Afrika.
20/4. William Sloan og eg brutu
breyðið. Elspa, kona William, lá í
songini. Hevði átt eina deyðfødda
dóttir fáar dagar frammanundan.
27/4 var “komedia” í tinghúsi
num. Vit fóru tá út á Doktara
grund at hava útimøti.
1/5. Svøvnur mín var avbrotin,
tí svigarinna mín átti eitt deyð
føtt barn kl. 3 um náttina. (Kona
beiggjan, Djóna)
4/5 Sloan og eg vóru á hospi
talinum og vitjaðu fólk. Á møti
num um kvøldið var Djóni Isak
sen.
8/5 Havt nógv at gera í dag,
postordrar at ordna. Eg havi
livað toluligt. Havi havt nógv
at gera við skriving og sending.
Damparin kom seinnapartin úr
Klaksvík. Eg var móður viðhvørt,
men Harrin er altíð betur enn ótti
mín.
11/5. Br. Sloan og eg brutu
breyðið fyrrapartin. Kl. 7,30
høvdu Sloan og eg møti á
Doktaragrund. Fiskimenninir
bíðaðu eftir damparanum, sum
teir skuldu til Íslands við. (Hetta
man hava verið til útróður frá
landi.)
14/5. Harrin hevur verið góður
við meg í dag. Hann hevur hjálpt
mær at forgylla bøkur, sum eg
stúrdi fyri at gera og var við at
kasta frá mær. Men Harrin vísti
mær, hvussu tað skuldi gerast, so
eg kláraði tað at enda.
15/5. Haldi á at forgylla bøkur
til Isalinu (systrina) og Knút (skó
makarin), nú tey skulu giftast.
Veðrið hevur verið vánaligt,
stormur og nógv regn.
16/5. Í dag havi eg gjørt arbeiðið
liðugt og fingið Traber tað. Hann
tykist at vera væl nøgdur. Eg
havi havt nógvar trupulleikar
við hesum bókum, men Harrin
hevur hjálpt mær betur, enn eg
hevði roknað við og hugsað. Á
Harri hjálp míni vantrúgv.
18/5. Vit brutu ikki breyðið dag,
á Harri lívga meg við anda tínum.
22/5. Systir mín, Isalina, og
Knút fóru til Klaksvíkar, nú tey
vórðu gift fyri nøkrum døgum
síðani..... Gud er trúfastur.
25/5. Sunnudagur. Hjálp mær
at minnast teg. Elspa, systir, og
eg brutu ikki breyðið. Lítli Poul,
sonur Elspu, kom so nógv inn til
okkum, at hann hindraði okkum.
Kanska hava vit ikki borið tað
fram fyri Harran, sum vit áttu,
einki møti seinnapartin.
29/5. Seinnapartin kendi eg
meg ikki so væl, so eg fór ein túr
við bátinum. Á veg heim aftur
legði eg at einum fiskiskipi úr
Grimsby. Eg gav teimum nakrar
traktatir og skifti orð við teir. Teir
vóru vinarligir, og ein av teimum,
sum eg kendi frá fyrr, gav mær
tveir toskar.
3/6. Damparin Laura kom
sunnanifrá. Við var Godtfred
Heinesen. Elspa fekk eitt bræv
frá Br. Sloan frá Eskifirði. Tað
kom um Leith, kom har við ein
um norskum báti. Vit vóru glað at
hoyra frá honum, at hann hevur
tað gott.
21/6. Damparin Roman Ray
kom frá Keypmannahavn. Sein
napartin fór Elspa, systir, mín
og sonurin Poul til Klaksvíkar
at vitja Isalinu og Knút.
5/7 Elspa og Poul komu aftur
við Romanray úr Klaksvík.
15/7 Postbáturin Laura kom í
dag úr Íslandi. Seinnapartin fara
Finsen, amtmaður og familjan við
Lauru til Danmarkar, har tey nú
skulu búgva. Hann hevur fingið
starv sum stiftamtmaður í Ribe.
Hann hevur verið í Føroyum í
umleið 26 ár. Má Harrin varðveita
amtmannin við familju at blíva
børn hansara. Tí uttan tað er
eingin eydna. Hann, sum hevur
sonin, hevur lívið. 1. Johs. 5,12.
9/11. Nú hesin sunnudagur
er við at fara, og vit líta aftur
at byrjanini, síggi eg, at hond
Harrans hevur verið við mær,
vart meg og leitt meg í mildleika
hóast alt mítt hjálparloysi og
mistøk. Eg eri takksamur fyri, at
hann hoyrir bønir mínar í dag,
sum hann so ofta hevur gjørt
fyrr. Nøkur børn komu aftur í
sunnudagsskúla, og nøkur til
komin fólk og børn komu til
møti. Harrin gav mær styrki at
stíga fram og sáa hitt góða sáið,
sum av hansara almátt og megi
vil vaksa upp til ásetta tíð, sum
hann veit best.
Trina, arbeiðsgentan hjá dokt
aranum, var eisini á møti saman
við mammu, pápa og Djóna.
4/11 1888. Yvir 30 børn komu
í sunnudagsskúlan, og tað gekk
toluliga fyri seg. Elspa, systir,
hjálpti mær við teimum, hon
læs fyri teimum á føroyskum og
talaði til teirra, og tað tyktist sum
at í hvussu er nøkur teirra lurt
aðu við áhuga.
Um 30 fólk vóru á møti, nøkur
fá børn, eg talaði frá Lukas 19, 41-
44 og Orðatøkini 1, 22 til endan á
kapitlinum.
Vinstrumegin frá er Sloans
hús, Klubbin og Sloans salur
Brot úr Nýggja Testamenti, sum Dia fekk frá Andreas
Djurhuus, prósti, tá ið hann varð konfirmeraður
Henda lýsing er frá 1882. Dia hevur verið frammanundan
síni tíð, tá ið hann bjóðar til møti við drekkamunni