týsdagur 28. desember 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 248 - 28. desember 2004
Komandi heyst flytir
sendimaður Føroya í
London, John Rajani,
heimaftur. Sendimað-
urin í Evropa Sam-
veldinum, Hákun J.
Djurhuus, loysir
hann av London,
meðan Sigmundur Is-
feldt verður nýggjur
sendimaður í Brússel
FØROYSKAR
SENDISTOVUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Komandi heyst fer verulig
umflyting fram á føroysku
sendistovunum í London og
Brússel.
Seinastu árini hevur fyrr-
verandi stjórin á Løgmans-
skrivstovuni, John Rajani,
umboða føroysk áhugamál
í London, men í september
mánað flytir hann heim-
aftur. Ætlanin er, at John
Rajani aftur skal í starv á
Løgmansskrivstovuni.
Avloysarin á sendistov-
uni í London verður sendi-
maðurin Føroya í Evropa
Samveldinum seinastu ár-
ini, Hákun J. Djurhuus.
Hann skal eftir ætlan loysa
John Rajani av komandi
heyst. Nýggjur sendimaður
í Brússel verður Sigmundur
Isfeldt, sum seinnu árini
hevur starvast á Løgmans-
skrivstovuni í Tinganesi
Tríggjar sendistovur
Í løtuni hevur Føroya
Landsstýri tríggjar sjálv-
støðugar
sendistovur.
Umframt
sendistovur
í
London og Brússel, hava
Føroyar eisini eina sendi-
stovu í Keypmannahavn.
Sendimaður í Keypmanna-
havn er Tryggvi Johansen.
120 tíðinda-
fólk latið lív
Tað hevur ongantíð verið
vandamiklari at arbeiða
sum tíðindamaður. Al-
tjóða journalistfelagið,
IFJ, er farið undir at gera
hagtøl yvir dripin tíð-
indafólk, og higartil í ár
hava í alt 120 tíðindafólk
latið lív. Í desember mán-
aði eru tvey tíðindafólk
dripin.
– Drápini í desember
mánaði er tey seinastu
vitleysu drápini í einum
ræðuligum ári.. Hetta er
tað ringasta árið nakran-
tíð, sigur Aidan White,
aðalskrivari í IFJ, við
Politiken
Tað seinasta drápi varð
framt í gambiska høvuðs-
staðnum, Banjul, tá AFP-
tíðindamaðurin,
Deida
Hydara, varð skotin.
– Flestu av hesum dráp-
um kundu vit ikki sloppi
undan, men tilætlaðu
drápini, vit hava sæð í Fil-
ippinunum, Irak og nú
Gambia skulu kannast í
odd og egg, so dráps-
menninir koma fyri ein
dómstól, sigur Aidan
White við Politiken
.páll
Porno úr
Nuuk
Seinasta týsdag kom und-
an kavi í grønlendsku
fjølmiðlunum, at seinasta
hond verður í løtuni løgd
á
fyrsta
grønlendska
pornofilmin nakrantíð.
Sambært Grønlandspost-
inum varð pornofilmurin
upptikin 10. desember á
eini ókendari adressu í
grønlendska
høvuðs-
staðnum, Nuuk.
Seinastu vikurnar hava
fleiri uppsløg verið á
busssteðgiplássum
í
Nuuk við yvirskriftini:
"Tørv á eyka lummapen-
ingi", har tað við lítlum
stavum hevur verið skriv-
að, at umsøkjarnar helst
skulu vera kvinnur mill-
um 16 og 25 ár, sum hava
árræði at vera við einum
frekkum filmi.
Filmurin verður fram-
leiddur í Týsklandi og
Hollandi, og tað er fram-
vegis ógreitt, hvat heitið á
filminum verður.
.páll
Týska tónleikatíðarit-
ið, Obliveon, hálovar
útgávuni, Wonder-
land, hjá føroyska
rockbólkinum Makr-
el. Í seinastu útgávuni
fær føroyski bólkurin
níggju av tíggju
stjørnum frá týska
tónleikatíðaritinum
TÝSKT UMMÆLI
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Føroyski tónleikabólkurin,
Makrel, hevur verið millum
virknastu bólkarnir á før-
oyska tónleikapallinum í ár.
Umframt at hava spælt á
einum hópin av tiltøkum, lat
bólkurin fyrr í ár sína seinnu
fløgu úr hondum. Makrel
gjørdi veruliga vart við seg
á Prix Føroyum í 2003, tá
bólkurin endaði á einum
triðja plássi. Síðan 2003
hevur bólkurin givið tvær
fløgur út. Tann fyrra, Makr-
el Stinkar, kom út á vári
2003, meðan tann seinna,
Wonderland, kom út í ár.
Bólkurin
hevur
ikki
einans verið virkin í Føroy-
um í ár. Í august spældi
Makrel á einum tiltaki í
Vega í Danmark og fyri
sløkum tveimum mánaðum
síðan luttók bólkurin í
kappingini, Global Battle
of the Bands, sum varð
hildin í lítla Vega.
Frálíkt skoðsmál
Eftir øllum at døma eru tað
ikki bert danir og føroying-
ar, sum hava fingið eyguni
upp fyri føroyska rokkbólk-
inum. Í seinastu útgávuni
hjá týska tónleikatíðaritin-
um, Obliveon, er eitt um-
mæli av útgávuni Wonder-
land hjá Makrel. Oblivon er
eitt tónleikatíðarrit, sum
hevur heavy metal og got-
iskan tónleik sum serøki.
Tað eru ikki hissini skoðs-
mál, týska tíðarritið gevur
Makrel. Av møguligum
tíggju stjørnum fær útgávan
hjá Makrel tær níggju. Sosi-
alurin hevur valt at umseta
ein part av ummælinum hjá
týska tónleikatíðarritinum,
Obliveon:
Hóast Føroyar, eins og
Grønland, hoyra undir
Danmark, eru oyggjarnar
sjálvstøðugar. Og sjálv-
støðugan mást tú flokka
tónleikin hjá teimum fimm
úr Makrel. Tað er ómeta-
liga torført at greiða frá
ljóðinum hjá Makrel. Ov
sjálvstøðugir, ov egnir eru
míni fyrstu skoðsmál.
Wonderland,
sum
er
seinna fløgan hjá bólkin-
um, livir av mótsetningum.
Á einari síðu er tað melod-
iskur, næstan slóðbrótandi
popputtur rokkur, sum hin-
vegin verður avbrotin av
kenslubornum útbrotum frá
tí melankolska og súrsøta
sanginum hjá frontmannin-
um, Ára Rouch.
Yvir
øllum
sveimar
droymandi gittarljóðið hjá
Rasmus Rasmussen. Av og
á, tá eg hoyri fløguna, hugsi
eg um ljóðið hjá The Police,
tá teir spældu metal tónleik.
Og tó er ljóðið tungt og
myrkt, sum minnir um
gomlu
gittarljóðini
frá
Death Metal tíðini. Eg vil
kortini ikki lýsa Makrel sum
metal bólk. Teir eru mel-
ankoliskir, harðir, kenslu-
bornir og og snøgt sagt
ótrúliga góðir.
Eg vil biða allar elskarar
av skilagóðum rocktónleiki,
sum lurta eftir øllum frá
The Police og U2 til Para-
dise Lost og Tool, at ogna
sær fløguna. Fløgan fær 9
av 10 stjørnum.
Týskarar fagna føroyska makrelinum
Sendimenn flyta um
Um tingmanning
Tjóðveldisfloksins
velir at útihýsa Tór-
bjørn Jacobsen, kann
avleiðingin verða, at
Hergeir Nielsen ikki
sleppur at halda sum
1.næstformaður í
Løgtinginum
NÆSTFORMAÐURIN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Innanhýsis stríðið í Tjóð-
veldisflokkinum kann fáa
avleiðingar fyri løgtingsins
formansskap. Eftir løgtings-
valið 20 januar fyrr í ár varð
fyrrverandi løgmaður, Ed-
mund Joensen, tilnevndur
sum
løgtingsformaður,
meðan Hergeir Nielsen, Vil-
helm Johannnesen og Óli
Breckmann vóru valdir til
næst formenn í løgting-
inum.
Størsti flokkur á løg-
tingið eigur altíð rættin til
1.næst formann, og í løtuni
er
Tjóðveldisflokkurin
størsti flokkur. Hetta kann
kortini brádliga broytast
um
Tórbjørn
Jacobsen
verður settur uttanfyri ting-
manningina hjá Tjóðveld-
isflokkinum. Verður úrslitið
av innanhýsis floksstríðn-
um millum Høgna Hoydal
og Tórbjørn Jacobsen, at
eysturoyartingmaðurin
verður útihýstur verður
Tjóðveldisflokkurin ikki
longur einsamallur størsti
flokkur á tingi.
Kemur Tjóðveldisflokk-
urin við umbøn um at úti-
hýsa Tobba telir tingmann-
ing Tjóðveldisfloksins brád-
liga einans sjey tinglimir, og
tá verður flokkurin líka
stórur sum Javnaðarflokkur-
in, Fólkaflokkurin og Sam-
bandsflokkurin. Av tí, at
flokkarnir gerast eins stórir
missir Tjóðveldisflokkurin
framíhjárættin til 1. næst-
formann
og
Løgtingið
verður noytt at greiða at-
kvøðu um, hvør skal verða
fyrsti næstformaður í løg-
tingsins formanskapi.
Hergeir Nielsen, Vilhelm
Johannesen og Óli Breck-
mann eru í løtuni ávikavist
1., 2. og 3. næsturformaður
í løgtinginum.
Hergeir kann fella
Tingskipanin
§ 10. Flokkarnir, sum umboðaðir eru á
løgtingi, uttan flokkurin, løgtingsfor-
maðurin er úr, tilnevna eftir stødd ting-
mann til 1., 2. og 3. næstformann.
Stendur á jøvnum, ræður lutakast
”
Eftir ætlan flytir sendimaðurin í London, John Rajani, heim
til Føroya í september. Hann fer aftur í starv á
løgmansskrivstovuni
Føroyski rokkbólkurin,
Makrel, fær 9 út av 10
møguligum stjørnum frá
týska tónleikaríðarritinum
Obliveon
Savnsmynd