týsdagur 28. desember 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 249 - 29. desember 2004
Bólkurin Super Sonic,
har føroyski Edmund
Jacobsen er sangari
og sangskrivari, gevur
fyrst í komandi ári
fløgu út í Føroyum.
Fløgan kallast »One-
twothreefour«
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Super Sonic er mannað við
føroyinginum
Edmundi
Jacobsen, ið saman við
trimum donskum tónleikar-
um hevur skrivað og inn-
spælt seks sangir til fløg-
una. Talan er um harðan
rock, ið eisini hevur dyna-
mik og melodi.
– Hetta er eitt sera spenn-
andi projekt. Síðani vit
vandu fyrstu ferð í februar
2004, hevur arbeiðið gingi
við fúkandi ferð. Og nýggja
fløgan er eitt slag av varða
fyri bólkin. Vit hava nógvar
ætlanir fyri framtíðina, sig-
ur Edmund Jacobsen.
Edmund Jacobsen er úr
Runavík og byrjaði av
álvara at spæla tónleik mið-
skeiðis
í
áttatiárunum.
Hann hevur millum annað
verið við í bólkunum Skor-
um, Kontrast og Rockmen.
Tey flestu munna tó kenna
Edmund best sum sangara í
Chase, ið gav fløgur út í
1992 og 2001.
– Vit fara at spæla dúg-
liga í 2005 og ætla eisini at
koma ein túr til Føroyar.
Vónandi fær fløgan undir-
tøku
millum
føroyskar
rock-elskarar.
Nýggjur bólkur
Super Sonic var stovnaður
av Edmundi og guitarist-
inum Simon Fontana í aug-
ust 2003, tá ið teir báðir
byrjaðu at skriva sangir
saman. Ikki fyrrenn í juli
2004 var endaliga mann-
ingin funnin, og bólkurin
hevur síðani vant dúgliga.
Super Sonic spælir bert
egnan tónleik, og hevur
fingið íblástur fra bólkum
sum t.d. The Cult, Black
Sabbath, Alice In Chains og
Soundgarden.
Á nýggju fløguni eru hesi
løg: Starsucker, Coming
Your Way, Right In Front
Of You, Soul Center, Get It
Off og Cry Of Love.
Bassisturin Bent Venø
hevur producerað saman
við bólkinum, meðan Jacob
Hansen hevur ljóðblandað.
Bólkurin hevur sjálvur
staðið fyri upptøkunum, ið
eru farnar fram ymsastaðni
í Esbjerg.
Tað er Tutl, ið stendur
fyri útgávuni í Føroyum.
Super Sonic við hørðum rocki
Super Sonic er frá vinstru:
Simon Fontana (guitar),
Edmund Jacobsen (sang),
Matthew Anyanwu (trummur)
og Bent Venø (bass)
Mynd: Paul van Zijl
Seinastu hagtølini frá
Flogvøllinum staðfesta,
at talan aftur í ár verður
um methøgt tal av ferð-
andi.
Til og við 27. desemb-
er vóru 165.324 fólk
komin og farin flogvøll-
in. Hóast tað soleiðis enn
skulu leggjast fýra ferða-
dagar afturat hesum tali,
so er greitt, at talan verð-
ur um met.
Hægsta talið áðrenn
hetta var í 2003, tá til-
samans 162.917 fólk
ferðaðust um flogvøllin.
Roknað verður við, at tá
seinastu fýra dagarnir
eru farnir aftur um bak,
er samlaða talið av ferða-
fólkum í ár farið upp um
tey 166.000.
Tað er fyrst og fremst á
Danmarkarrutunum, at
talan hevur verið um
vøkstur. Her hevur talan
verið um eina framgongd
upp á 5,2% í mun til
2003. Hinvegin hevur
talið av ferðina til og úr
Bretlandi verið mink-
andi.
Hóast økta talið av
ferðafólkum, so hevur
talan av lendingum og
fráferðum verið minni í
ár. Samlaða talið komum
og fráferðum verður í ár
4.950. Hetta er ein mink-
ing upp á 4,6% sammett
við 2003.
-jm
Methøgt
ferðafólkatal