Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 26 5,2 MILLIÓNIR KRÓNUR Tað gav sigurin sambært bolt.fo. Við sigrinum flyta Føroyar upp í deild C, har mótstøðan verður sterkari til komandi kapping. Millum annað hevur Kosovo bara fingið fimm í deild C hesa kappingina. Teir vunnu bólkin, sum Føroyar vóru í seinast TRÓNDUR ARGE T að er sigursdansur á í regninum á Ta' Qali leik­vøllinum á Malta, tá estiski dómarin, Kristo Tohver, eftir tríggjar og ein hálvan minutt av eykatíð bríksl­ar av. Ikki síðani 1997 hevyr fagnaðurin verið so stórur millum føroyskar spælara á Malta, eftir at Todi Jónsson móti dystar­enda vann okkum dystin í HM 1998 undankappingin 2-1, eftir at Malta var á odda 1-0. Síðani hava vit spælt tríggjar ferð­ir á Malta hesi 23 árini, men hvør dystur hevur havt sín dám av marru. Í 2013 vóru vit aftan­fyri 3-0, men pýntaðu um úrs­litið til 3-2. Í 2018 spældi vit javn­leik 1-1, eftir ein misjavna Nations League kapping. Árið eftir var ein sonn marra, tá vit taptu 2-1 í EM-undankappingini. Hesa ferð var avrikið í sein­na hálvleiki marrukend, men við innskiftingini av Ára M. Jóns­ son vaknaðu føroysku spæl­ar­ ar­nar úr marruni ein løtu, og fingu fatur á alt avgerandi javn­ leikinum. Úrslitið á degnum er góð­ kent, men avrikið á Ta' Qali leik­ vøllinum var væl undur tað, sum vit vænta av einum føroyskum liði. Samlaða avrikið í Nations League hevur tó verið ríkiliga gott, tí við javnleikinum vunnu vit bólkin og flyta upp í deild C. Gunnar í miðverjuna Undan dystinum var greitt, at vit skuldu hava nýggjan miðverja, tí Sonni Ragnar Nattestad var leik­bannaður. Her vóru fleiri boð í hópinum, men valið fall á Gunnar Vatnhamar, ið ikki er úttikin sum miðverji. -Hann hevur spælt væl, er sterkur í luftspælinum og so er hann skjótur. Tað var tað brúk fyri móti maltesum, ið eru kvikir. Hann hevur eisini spælt í miðverjuni hjá Víkingi í ár, sigur Håkan Ericson, um valið í mið­ verjuni. Teitur M. Gestsson fekk aftur­ val í málinum, meðan Hall­ur Hansson og Brandur Hendriks­ son komu inn á miðvøllin. Rógvi Bald­vinsson datt út saman við leik­bannaða Sonna Ragnar Natte­stad í mun til dystin í Lett­ landi. Ári er bjargingarmaðurin Fyri tveimum árum síðani end­ aði fyrsta luttøkan í Nations League við fimm stigum og síðsta plássi í bólkinum, og nú er úrtøkan 12 stig og sigur í bólki­ num. Bjargingarmaður á før­oyska liðnum var Ári Mohr Jóns­son, sum varð innskiftur í fram­ rættaða ódn í vinstru, tá ið ein stórur tími var farin, og lands­ liðs­venjarin vísti, at hann er taktiskt stinnur, tá ið hann flutti Sølva Vatnhamar í høgra borð og setti Ára Mohr Jónsson í vinstru. Níggju minuttir, eftir at hann varð skiftur inn, skoraði Ári Mohr Jónsson eitt tað týdn­ ing­ar­miklasta málið, sum før­oy­ingar hava skorað í fótbólts­lands­dysti. Uppspælið var fínt. Frá sentrala miðvøllinum í høgru til Gilla Rólantsson, sum spældi fram til Sølva Vatn­ hamar. Hann hevur so mangan á lands­liðnum átt upplegg til mál við innleggi úr høgru, og soleiðis var tað eisi­ni týskvøldið. Sølvi legði flatt í brotsteigin, har Ári Mohr Jónsson var púra blankur við handara stólpa, tá ið hann setti bóltin í málið. 1-1 og harvið høvdu Føroyar aftur kós ímóti bólkasigrinum. Ári Mohr Jónsson var fyrstu ferð á landsliðnum í HM undan­ kappingardystinum í Írlandi (0- 3) í 2013. Týskvøldið skoraði hann fyri fyrstu ferð á landsliðnum. Hetta var sjeyndi landsdysturin hjá honum. At dystirnir eru so fáir, hóast tað eru sjey ár síðani, at hann fyrstu ferð var í hvítu troyggjuni og bláu buksunum, er ikki, tí hann ikki hevur góðar gávur at spæla fótbólt. Heldur er tað, tí hann hevur verið so nógv darvaður av skaðum. Malta spenti álopsbogan Malta spenti síðstu løtuna álops­ bogan í botn, og fleiri ferðir var tað alt ov spennandi í føroyska brotsteiginum og dygst frammanfyri Teit Matras Gests­ son í føroyska málinum, men tíbetur spældi tað væl av. Føroyingarnir hava orsøk at fegnast um fína avrikið í hesi Nations League kappingini. Týs­ kvøldið var leikliga avrikið væl betri í fyrra hálvleiki, tá ið Klæ­ mint A. Olsen beinanvegin varð snýttur við sólarklárt brots­ spark, og tá ið føroyingarnir vórðu væl tryggari á bóltinum og stinn­ari á verjuspælinum enn heima­menninir. So var tað, at myndin eftir steðgin broyttist. Tá vóru mal­ tes­ar nógv meiri ágangandi, og teir vóru eisini tryggari á bólti­ num, enn teir høvdu verið. Teir vunnu fleiri fríspørk, s u m v ó r u vandamikil, og tað var eftir fríspark og útfrá, at M a t t h e w Guillaumier n í g g j u minuttir eftir steðgin og úr 14 metr­um smekkaði bóltin millum sínar og mótstøðu­menn­ inar og í síðu­netið. So var tað, at Føroyar og Ári Mohr Jónsson svaraðu aftur, og síðstu løtuna var tað fínur hug­burð­ur, stríðsviljin og áræðið, sum vóru avgerandi fyri, at tað endaði 1-1, og at Føroyar hava vunnið í Nations League kapp­ing. Spælararnir ofraðu seg fult og heilt og meiri enn tað, hóast teir munnu vera moyrir eftir langa ferð og tríggjar dystir, og teir fingu løn fyri stríðið. Vit enda á 12 stigum, Malta endar á níggju stigum. Talan er um stigamet hjá bæði Føroyum og hjá Malta í einari altjóða fót­ bólts­kapping í UEFA ella FIFA- høpi. Lettland vann 5-0 í An­ dorra, og endar á sjey stigum. An­dorra endaði ballið hjá sær við seks gulum kortum og einum reyð­um, og endar aftast við tveim­um stigum. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Nations League: Føroyar eru vinnarar av bólki 1 í deild D, men tað ikki meir enn at føroysku spælararnir vaknaðu úr marruni í seinna hálvleiki. Tað endaði við javnleiki 1-1 og avrikið var ikki góðkent, men tað var úrslitið. Tað útloysti sigursdans á Malta Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Malta – Føroyar 1-1: VAKNAÐU ÚR VAKNAÐU ÚR MARRUNI MARRUNI Á MALTA Á MALTA TIL SIGURSDANS TIL SIGURSDANS