Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 27 Eg eri ein fegin maður, sum er errin av síðnum leiðaratoymi og spælarum, ið vit hava arbeitt við. Tað kennist væl, at vit eru komnir gjøgnum bólk­in ósigraðir. Hetta var ein torførur dyst­ ur. Malta eru tekniskt væl fyri og spæla skjótan fótbólt, sum vit taktist royna at verja fyri. Teir hava nakrar veikleikar í verjustøðu, sum vit útnytta, men kanska ikki nóg oftani. Men í dag eri eg fegin, tí vit arbeiða hart og koma hóast alt til nakrar málmøguleikar. Vit koma eisini aftur í aftur. Tað vísur hvussu sálarliga sterk­ir hesir spælararnir eru, sigur Håkan Ericson. Føroyska liðið hevur verið aftan­fyri í fýra av teimum seks dystunum í hesum Nations League kappingini, men ongin er taptur. Ári Mohr Jónsson kom á vøllin og javn­aði eftir frálíkt uppspæl frá Gilla Rólantssyni og Sølva Vatn­hamar. -Tað er soleiðis við ynskja at spæla fótbólt, men tað ber bara ikki altíð til. Tað er eisini stutt­ligt at síggja nakað aftur av tí, sum vit venja, sigur lands­liðsvenjarin. Lutakastið til HM 2022 undan­kappingina verður 7. desembur í ár. Håkan Ericson hevur einki serstakt ynski til lutakastið. -Eg brúki ikki so nógv tíð upp á nakað, sum eg ikki kann ávirka. Eg havi ikki nakað ynski til lutakastið og taki tað, sum tað kemur, sigur Håkan Ericson. FYRSTA MÁLIÐ HJÁ ÁRA Ári Mohr Jónsson var fyrstu ferð á landsliðnum í HM undankappingardystinum í Írlandi (0-3) í 2013. Týskvøldið skoraði hann fyri fyrstu ferð á landsliðnum. Hetta var sjeyndi landsdysturin hjá honum. At dystirnir eru so fáir, hóast tað eru sjey ár síðani, at hann fyrstu ferð var í hvítu troyggjuni og bláu buksunum, er ikki, tí hann ikki hevur góðar gávur at spæla fótbólt. Heldur er tað, tí hann hevur verið so nógv darvaður av skaðum. Nations League 6. umfar MALTA 0 1 FØROYAR 0 1 17. NOVEMBUR 2020 - TA' QALI, MALTA 7.5 Ári Mohr Jónsson (Inn 61.min) 5 Hilmar Leon Jakobsen (Inn 81.min) Bartal Wardum (Inn 87.min) Heðin Hansen (Inn 87.min) Dómari: Kristo Tohver (Estland) Dømdi sum heild ein fínan dyst, men gjørdi ein brølara heilt tíðliga í dystinum, tá hann ikki bríkslaði fyri klokkuklárum brotssparki til Klæmint A. Olsen 5 Malta - Føroyar 1-1 (0-0) 1-0: Guillaumier 54. 1-1: Ári Mohr Jónsson 70. Dómari. Kristo Tohver (Estland) Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Hallur Hansson (Bartal Wardum, 87.), Jóannes Bjartalíð (Ári Mohr Jónsson, 61.) – Klæmint A. Olsen (Hilmar Leon Jakobsen, 81.), Meinhard E. Olsen (Heðin Hansen, 87.) Á bonkinum: Gunnar Nielsen, Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Magnus Holm Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Adrian Justinussen, Rógvi Baldvinsson, Dan í Soylu Venjari: Håkan Ericson NÝGGJAR SPÆLARA­METINGAR (2020): 1-3: Avrikið er ikki gott og tað kostar liðnum meir ella minni 4-6: Avrikið er miðal. Spælarin ger tað, sum verður væntað av honum 7-9: Avrikið er yvir miðal og spælari eigur lut í liðið kemur betri frá uppgávuni 10: Verður bara givið heilt framúr avrik, sum er alt avgerandi fyri dystin. Verður bara givið í serligum føri. Spælarametingar: Ein torførur dyst­ur 6 6.5 5.5 4.5 6 5 4 5 5 3.5 5 TEITUR M. GESTSSON GUNNAR VATNHAMAR HALLUR HANSSON MEINHARD E. OLSEN ODMAR FÆRØ BRANDUR HENDRIKSSON KLÆMINT A. OLSEN GILLI RÓLANTSSON SØLVI VATNHAMAR VILJORMUR DAVIDSEN JÓANNES BJARTALÍÐ