hósdagur 19. november 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 82
28
Teitur M. Gestsson 6.5
Hevur serliga eina sjónliga
bjarging
í
dystinum,
tá
maltesar
medda
til
úr
brotsteigarmarkinum. Hann
sparkar enn sum altíð væl út,
men hevur onkrar støður, har
hann kanska skal verða eitt
sindur meiri sannførandi. Fær
ikki gjørt nakað við málið, sum
er avbera væl skotið. Stendur
annars á rætta stað, tá maltesar
fingu risa møguleika.
Gilli Rólantsson 5
Serliga í fyrra hálvleiki sleppa
vit at síggja Gilla í framrættaða
spælinum, har hann hevur
nógv at geva føroyska liðnum.
Hann kemur til fleiri innlegg
og verjir væl. Hevur eisini
rímiligt tamarhald á høgru
síðuni gjøgnum allan dystin.
Tað byrjar at líkjast hjá
trongisvágsinginum, sum er í
holt við ar skifta frá Brann, har
hann ikki hevur fingið nógva
spælitíð.
Odmar Færø 5.5
Stórtrívist í tvídystunum
langt frammi á vøllin. Er eisini
stinnur, tá tað skal rennast kapp
í verjustøðu. Er sannførandi í
flestu av nærdystunum, men
er heppin tá maltesar verða
dømdir fyri rangstøðu í seinna
hálvleiki. Odmar spælir upp á
rangstøðuna, men tað er ikki
avklárað við restina av verjuni.
Hetta sá heilt margháttligt út.
Slíkt má ikki koma fyri í eini
”finalu”.
Gunnar Vatnhamar 6
Bleiv fluttur aftur í miðverjuna
og skal hava rós fyri at umstilla
seg, hóast hann hevur spælt í
miðverjuni hjá Víkingi seinastu
dystirnar. Vinnur sínar tvídystir
og fleiri ferðir er tað hann,
sum skallar og ruddar vekk
í brotsteiginum. Hevur av
álvara tikið av møguleikanum
á
landsliðnum
í
hesum
landsliðsumfarinum. Er helst
úttikin, tí hann sum týpa er ein
landsliðsspælari og tað prógvaði
hann aftur. Eisini deiliga
sannførandi í luftdystunum
aftur hesaferð.
Viljormur Davidsen 3.5
Spældi ein vánaligan dyst
í verjustøðu, har hann er
íblandaður í báðum málunum,
sum Malta fær í seinna hálvleiki,
har tað fyrra verður kolldømt.
Tá letur hann mannin hjá Malta
sleppa alt ov lætt framvið,
meðan vinstri bakkurin hjá
Vejle BK gloymir at dekka sín
mann, tá Malta leggur seg á
odda. Var annas skilagóður sum
altíð á bóltinum, men var eisini
um at kosta mál, tá hann ikki
ruddað vekk eftir hornaspark.
Viljormur var á veg úr Vejle, har
ikki hann ikki spælir nógv. Tað
tykist síggjast aftur.
Sølvi Vatnhamar 5.5
Stórt rós fyri uppleggið til málið,
sum tryggjar okkum javnleikin.
Var eitt sindur íblandaður, tá
føroyska liðið royndi at trýsta í
fyrra hálvleiki, men datt niður
í millum í seinna hálvleiki.
Tað glógvaði tó í roynda
leirvíkinginum í nøkrum løtum,
og tann eina av teimum gav mál.
Hartil er hann altíð snildur, tá
hann skal fanga bóltin, men í
seinna hálvleiki bleiv ov langt
til málið hjá Malta.
Brandur Hendriksson 5
Sum altíð skilagóður á bóltinum
og fekk spælið at flóta – serliga
í fyrra hálvleiki. Hevði eisini
eitt kanónskot, sum kundi havt
givið leiðsluna í fyrra hálvleiki.
Blívur tó vekk í seinna hálvleiki,
har hann eisini er íblandaður
báðum málunum, ið Malta fær,
har tað fyrra er rangstøða. Tá
er hann ikki nóg avgjørdur í
verjustøðu, meðan hann er
eitt sekund ov seinur at síggja
vandan uttanfyri brotsteigin, tá
maltesar eftir innlegg smekka
bóltin í málið.
Hallur Hansson 5.5
Liðskiparin stríðist altíð og
er ein dámligur spælari, men
tað er eftirhondini eitt sindur
síðani, at hann veruliga hevur
sett sín dám á ein dyst. Hetta
kemur helst av, at hann og ein
av tveimum mitt á miðjuni, men
tað er í so sjáldan, at vit sleppa
at síggja tann spælaran, sum
krúllaði bótlin upp í málhornið
móti Kasakstan, og skoraði móti
Grikkalandi á Tórsvølli.
Malta-Føroyar 1-1: Tað var ein góður
hálvleikur, og ein nærmast marrukendur
hálvleikur í regninum á Ta' Qali leikvøllinum
á Malta týskvøldið. Føroyska liðið skal
hava rós fyri at fáa neyðuga úrslitið,
men í fleiri støðum var tað meiri hepni
enn dugnaskapur, ið bjargaði okkum
Spælarametingar:
TRÓNDUR ARGE
S
o er tíðin komin til
ársins seinastu spælara
metingar á A-lands
liðnum hjá monnum.
Hesa ferð spældi Føroyar javn
leik 1-1 á Ta' Qali leikvøllinum
á Malta. Vit hava ikki vunnið
her í fýra royndum, og skulu
heilt aftur til ein framúr mál
frá Toda Jónsson á sumri 1997,
fyri at finna ein sigur á miðal
havsoynni.
Hesa ferð vóru treytirnar
í okkara lut. Vit kundu vinna
Nations League bólkin, um bara
Malta ikki vann dystin. Hetta
eydnaðist við 1-1 javnleikinum,
men tað stóð nógv á í seinna
hálvleiki.
Føroyska liðið skal fyrst og
fremst hava rós fyri ein góðan
fyrra hálvleiki, har vit leggja
Malta undir stórt trýst. Vit koma
til fleiri málmøguleikar, men tað
verður ikki umsett til mál.
Í seinna hálvleiki er tað
Malta, sum trýstur okkara í
botn. Vit klára ikki at standa
ímóti og koma afturum 1-0.
Tjúgu minuttir fyri tíð javnar
innskifti Ári M. Jónsson, men
restina av dystinum standa vit
í verjustøðu og gúppa vekk.
Upp til fleiri ferðir er vandi
á ferð, tá verjan ikki fær rudda
vekk, ella rangstøðufellan mis
eydnast. Spælarametingar eru
merktar av, at føroyska liðið
stendur í verjustøðu í seinna
hálvleiki og hevur ikki tamar
hald á støðuni í løtum. Hinvegin,
so fáa vit úrslitið, ið vit hava
brúk fyri. Tað sæst eisini aftur.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
ÁRI GJØRDI MUNIN
ÁRI GJØRDI MUNIN
FRÁ BONKINUM
FRÁ BONKINUM