Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. november 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 82 29 Jóannes Bjartalíð 5 Spældi ein skilagóðan fyrra hálvleiki, har hann kom til trý skot. Tíverri bleiv einki av teimum eitt av teimum skot­un­ um, sum vit vita at Jóannes kann skjóta. Besti skotmøguleikin var triðja skotið, men tað fór upp­ um. Var tungur at líta á í seinna hálv­leiki, men hevur eisini spælt nógvar dystir í ár. Rós fyri altíð at renna upp á pláss í verju­støðu. Klæmint A. Olsen 4 Átti brotsspark tíðliga í dystinum, sum annars hevði givið mál, um hann ikki bleiv rendur umkoll. Hóast føroyska liðið hevði fleiri innlegg, so kom Klæmint ongantíð ordiliga til sín rætt. Hann bleiv sum dysturin gekk meiri ósjónligur. Seinni hálvleikur passaði illa til rituvíkingin, sum eisini bleiv skiftur út. Meinhard E. Olsen 4.5 Kom nakrar ferðir í góðar støður, har hann kann brúka sína renniorku og ferð, men tað bleiv sjáldan meir enn ein hóttan. Hevur vunnið álitið frá Håkani Ericson til seinastu tveir dystir­ nar, men manglar eitt sind­ur at kvitta fyri. Kropsliga væl fyri, men tað restar eitt sind­ur í time’ing og at taka neyvt røttu avgerðir. Ári Mohr Jónsson 7.5 (Inn 61.min) Kemur inn á vinstra miðvøllin og setur eitt sindur av lív í. Endar við at blíva bjargingin hjá føroyska liðnum, tá hann er ágrýtin í frammrenningini og setur fótin á framúr innleggið frá Sølva Vatnhamar. Kemur tó nakað sjáldan í djúpturenningar seinastu løtuna, men er avgerandi fyri at føroyska liðið vinnur eina stigið. Hilmar Leon Jakobsen 5 (Inn 81.min) Hetta bleiv ikki ordiliga dysturin hjá fyrrverandi hondbólts­ landsliðsspælaranum. Hann var ein einsamallur maður í álopinum, meðan føroyska liðið seinastu minuttirnar gúppaði vekk. Tá er torført hjá innskifta áleyparanum at seta sín dám á dystin. Bartal Wardum (Inn 87.min) Kom inn seinastu minuttirnar og stútaði nakrar ferðir fekk, men tað er ov stutt tíð til at gera ein meting. Er ríkiliga góður spælari í føroysku kappingini, men sær eitt sindur tungur út í altjóða samanhangi. Verður tað raðfest til komandi kappingarár, so er hetta ikki seinastu ferð vit hava sæð Bartal á landsliðnum, men hesa ferð bleiv Gunnar Vatnhamar valdur fram um hann orsaka av síni ferð. Heðin Hansen (Inn 87.min) Kom inn seinastu minuttirnar á miðjuni og skuldi bara halda fast. Kom í sera fáar støður hesar minuttirnar. Fleiri halda, at hann skuldi havt spælt í miðverjuni, tá tað nú manglaði ein miðverji, men nú má hann bíða eftir sínum møguleika. Håkan Ericson 6.5 Kundi kanska sagt, at skurðviðgerðin miseydnaðist í seinna hálvleiki, men sjúk­ ling­urin yvirlivdi? Tað er kanska at taka dekan ov rívan til, men spælið í seinna hálv­ leiki var vánaligt. Tekur tvær áhugaverdar avgerðir við Gunnari Vatnhamar í mið­ verjuni, og Ári M. Jónsson sum innskiftara, tá vit mangla eitt mál. Bæði vísa seg at verða røtt, um vit hyggja eftir úrslitinum. Tó kunnu vit øll semjast um, at seinni hálvleiki var undir góðkent leikliga, men samlað sæð er hetta góðkent – og eitt sindur afturat. NATIONS LEAGUE: 17. NOVEMBUR 2020 MALTA - FØROYAR 1-1 (0-0) 1-0: Matthew Guillaumier 54. 1-1: Ári Mohr Jónsson 70. Dómari. Kristo Tohver (Estland) Leikvøllur: Ta' Qali, Malta Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson – Gilli Rólantsson, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Hallur Hansson (Bartal Wardum, 87.), Jóannes Bjartalíð (Ári Mohr Jónsson, 61.) – Klæmint A. Olsen (Hilmar Leon Jakobsen, 81.), Meinhard E. Olsen (Heðin Hansen, 87.) Á bonkinum: Gunnar Nielsen, Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Magnus Holm Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Adrian Justinussen, Rógvi Baldvinsson, Dan í Soylu Gul kort: Odmar Færø og Hallur Hansson Venjari: Håkan Ericson Malta (3-4-3): Henry Bonello - Kurt Shaw, Andrei Agius (Shaun Dimech, 84.), Steve Borg - Joseph Mbong, Teddy Teuma (Steve Pisani, 78.), Matthew Guillaumier, Ryan Camenzuli - Luke Montebello (Kyrian Nwoko, 75.), Jurgen Degabriele (Alexander Satariano, 84.), Luke Gambin Á bonkinum: Matthew Cremona, Jake Galea, Karl Micallef, Jake Grech, Rowen Muscat, Juan Corbalan, Bjorn Kristensen, Tristan Caruana. Gul kort: Kurt Shaw Venjari: Devis Mangia (Italia) DYSTURIN Í TØLUM: MALTA – FØROYAR Mál: 1-1 Skot: 7-10 Skot á mál: 3-4 Hornaspørk: 3-4 Rangstøður: 3-4 Spælbýti: 55%-45% Avleveringar: 476-390 Rættar avleveringar: 390-322 Taklingar: 10-14 Gjørd fríspørk: 9-14 Gul kort: 1-2 Støðan í bólkinum: # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 Føroyar 6 3 3 0 9 5 4 12 2 Malta 6 2 3 1 8 6 2 9 3 Lettland 6 1 4 1 8 4 4 7 4 Andorra 6 0 2 4 1 11 -10 2