hósdagur 19. november 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 82
30
NÆSTHÆGSTA STIGATAL
Føroyska U21-landsliðið kláraði at fáa
níggju stig í hesi EM-undankappingini. Øll
komu í 2020. Tað er næstmest fyri eitt
U21-landslið. Metið eigur U21-landsliðið
frá 2011, sum við millum annað sigri
á Russlandi megnaði at fáa 11 stig.
TRÓNDYUR ARGE
F
øroyska U21-landsliðið
hevur sett eitt flott
punktum fyri EM 2021
undankappingina. Tað
bleiv gjørt við einum 3-2 sigri á
Kasakstan. Føroyska liðið var
eitt skifti á odda 3-0 við málum
frá Stefani Radosavlejvic, Peturi
Knudsen og Jonn Johannesen.
Sigurin merkir, at vit yvirhála
Montenegro á stigatalvuni.
Føroyar hava undir leiðslu av
Sámal Eriki Hentze fingið níggju
stig í seks dystum sum U21-
landsliðsvenjari. Føroyar hava
vunnið á Ísrael, Montenegro og
Kasakstan.
Sermerkt fyri Kasakstan, sum
hevur tíggju stig í bólkinum, er
at teir hava fingið øll stigini á
útivølli. Føroyska liðið hevur
vunnið tveir heima og ein úti.
Kalt í Kasakstan
Tað vóru tvey kuldastig, tá ser
biski dómarin, Lazar Lukic,
bríkslaði
U21-landsdystin
millum Kasakstan og Føroyar í
gongd á Kazhimukan Munayt
pasov leikvøllinum í Shymkent.
Sjálvur vøllurin sá meiri út sum
ein sandvøllur, enn ein gras
vøllur, men tað ávirkaði ikki
gestirnar úr Føroyum.
Sámal Erik Hentze hevði valt
Róa M. Hentze í mál. Ari Olsen,
Samuel J. Chukwudi, Andrias
Edmundsson og Daniel Johansen
í verjuni. Á miðjuni var Jákup B.
Andreasen verjukendur, meðan
Stefan Radosavljevic var meiri
málsøkjandi við sínum renn
ingum. Pætur Petersen og
Lukas Giessing vóru á síðunum,
meðan Petur Knudsen og
Jonn Johannesen byrjaðu í
álopinum.
U21 landsliðið stóð seg væl
frá byrjan, har okkara ungu
menn høvdu gott tamarhald á
álopspartinum hjá Kasakstan.
Eyðkent hevur verið fyri liðið
undir Sámal Eriki Hentze, at
tað er væl skipað og tað verður
arbeitt hart frá fremsta manni
og aftur. Tá sást eisini hesaferð.
Føroyar á odda 3-0!
Kasakstan hevði torført við at
koma til málmøguleikar, meðan
okkara vóru snidlir, dugnaligir
og sinnaðir at bjóða av við
bólti. Tí kom føroyska liðið í
nakrar góðar álopsstøður. Tað
var eftir eina av teimum, at
Stefan Radosavlejvic eftir tjúgu
minuttir kundi leggja Føroyar á
odda 1-0, eftir uppsæl í vinstru.
Kasakstan er nakrar ferðir í
okkara brotsteigi, men helst er
føroyska liðið nærri at økja fyri
hálvleik. Bæði Petur Knudsen
og Lukas Giessing koma í góðar
støður, har fyrrvendi kom til
skot, sum fór dygst uppum.
Seinni hálvleikur var bara
fimm minuttir gamal, tá lið
skiparin á liðnum, Petur Knud
sen, økti til 2-0. Tað var dribb
ling frá Jonn Johannesen, har
runavíkingurin tók yvir, tá
klaksvíkingurin var um at blíva
fangaður.
Petur
Knudsen bleiv púra leysur og
sendi bóltin í málið til 2-0.
Tá 64 minuttir vóru spældir
bleiv tað eisini til 3-0 við máli,
sum Jonn Johannesen skoraði.
Hann rak seg fyrst leysan og
royndi seg við skoti, men mál
verjin bjargaði. Síðani royndi Ari
Olsen seg við skoti útifrá. Aftur
bjargaði málverjin, men hesa
ferð beint fyri føturnar á Jonn
Johannesen, sum skoraði til 3-0.
Kasakstan svarar aftur
Nú sá gott út, men sjálvt um
Kasakstan hevði trupult við at
koma til stórar málmøguleikar,
so fingu teir tvey mál. Bæði hava
eitt feril av hepni og mistøkum
frá føroyskari síðu. Ramazan
Karimov minkaði um munin, tá
Rói M. Hentze og Samuel
J. Chukwudi rendu saman. Tá
var lætt hjá Ramazan Karimov
at skora.
Løtu seinni fekk Kasakstan
eitt avbera bíligt brotsspark,
sum Oralkhan Omirtayev um
setti til mál Móti dystarenda
komu Ragnar Samuelsen, Hjalti
K. Djurhuus, Hanus Sørensen
og Arnbjørn Svensson á vøllin.
Tað var onkur spent støða, men
Jákup B. Andreasen var eisini
nær við at økja til 4-2.
Við sigrinum hevur Føroyar
yvirhálað Montenegro á stiga
talvuni. Føroyar hevur níggju
stig á fimta plássi, meðan
Montenegro endar á sætta
plássi við sjey stigum.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Við málum frá Stefani Radosavlejvic, Peturi Knudsen og
Jonn Johannesen yvirhálaðu Føroyar Montenegro í seinasta
svinginum í EM-undankappingini. Føroyar eitt skifti á odda
3-0, men tað endaði við 3-2, eftir tvey bíligt mál
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Kasakstan – Føroyar 2-3:
U21 SETTI
U21 SETTI
PUNKTUM
PUNKTUM VIÐ
VIÐ
SIGRI Í KASAKSTAN
SIGRI Í KASAKSTAN
Dysturin í tølum:
Kasakstan-Føroyar
Mál: 2-3
Skot: 18-13
Skot á mál: 7-9
Horna: 4-3
Rangstøður: 1-1
Gjørd fríspørk: 12-13
Gul kort: 2-3
EM-undankappingin:
Føroyar í tølum
Mál: 11
Skot: 79
Skot á mál: 37
Skot við síðuna av: 24
Skot blokeraði: 18
Hornaspørk: 23
Málmansbjargingar: 38
Gjørd fríspørk: 120
Vunnin fríspørk: 98
Gul kort: 18
Reyð kort: 0
Bólkur 6:
1: Spania 28
2: Norðurmakedonia 18
3: Ísrael 13
4: Kasakstan 10
5: Føroyar 9
6: Montenegro 7