Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. desember 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 • týsdagur • 28. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 10 9 - 1 28 7 21 18 2 TB 10 9 - 1 27 10 17 18 3 Dráttur 10 4 - 6 21 20 1 8 4 ÍF 10 4 - 6 14 18 -4 8 5 KÍF 10 4 - 6 13 21 -8 8 6 SÍ 10 0 - 10 3 30 -27 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 8 7 - 1 22 7 15 14 2 Mjølnir 8 6 - 2 20 10 10 12 3 Fleyr 8 5 - 3 18 12 6 10 4 Fram 8 1 - 7 7 22 -15 2 5 ÍF 8 1 - 7 6 22 -16 2 Nýggj rokn- skaparkrøv Í seinastu útgávuni av FSF-tíðindum verður stað- fest, hvørji roknskap- arkrøv føroysk fótbólts- feløg framyvir skulu lúka. Hetta sum partur av teim- um krøvum, ið nú verða sett av UEFA. Hetta verður fyrst og fremst gjørt fyri at tryggja gjøgnumskygni, eins og nýggju treytirnar skulu tryggja javnbjóðis kapping millum feløgini. At byrja við verður kravt, at feløg skulu lata inn roknskapir, sum eru uppsettir sambært krøv- unum í partafelagslógini. Enn eru ikki nýggj krøv komin, men tað er lítið at ivast í, at reglurnar fram- yvir fara at fevna um krøv til eginpening og rakstrar- úrslit, eins og tað helst fer at verða staðfestur ein býtislykil, sum setir eitt mark fyri, hvussu stóran part av inntøkunum feløg kunnu nýta til leikarar og lønir til hesar. -jm Eftir evstamark til jólablað okkara vórðu tveir dystir leiktir í fremstu flogbóltsdeildunum hjá kvinnum og monnum. Í báðum førum var talan um dyst millum ÍF og SÍ, og í báðum førum gjørdist úrslitið eisini soleiðis, sum roknast kundi við. Hjá kvinnunum hevði ÍF ikki stórvegis trupulleikar við at basa mótstøðuni. Enn hevur SÍ einki stig fingið í landskappingini, og tó at tær til tíðir vóru væl við í dystinum hesaferð, so vóru stigini ikki serliga nær. Hjá monnunum hevur SÍ seinastu vikurnar staðfest, at teir vilja verða heilt frammi í oddinum, og í hesum seinasta dystinum nýttu teir eisini høvið til at staðfesta støðuna. Uttan stórvegis roks gjørdist talan um tryggan 3-0 sigur, soleiðis at Sør- vingarnir nú hava ein lítlan fyrimun, tá farast skal undir endaspælið. -jm Tryggir sigrar Jóannes Eidesgaard løgmaður umhugsar í løtuni, um Føroyar eiga at luttaka í neyð- hjálpararbeiðinum eftir ræðuligu van- lukkuna í Indiska Havinum, sum higar- til hevur kravt um 23.000 mannalív. Landsstýrið verður kallað saman, og um Føroyar senda pen- ing, skal ein eykajátt- anarlóg fyrst sam- tykkjast í fíggjar- nevndini NEYÐHJÁLP Heini í Skorini Heini_skorini@yahoo.com Jólini hava ikki verið eins idyllisk og hugnalig fyri øll. Sum flestum kunnugt hevur ein jarðskjálvti higar- til kravt yvir 23.000 mannalív í londunum kring Indiska Havið, og kring heimin verður støða nú tikin til, í hvønn mun neyð- hjálp skal verða veitt. Einki ítøkiligt Jóannes Eidesgaard løg- maður situr eisini í hesum døgum og umhugsar, um føroyska stjórnin skal gerast partur av neyðhjálp- ini til hart raktu londini kring Indiska Havið. Men hann leggur dent á, at støðan er nýggj, og tí hevur hann ikki havt samband við landsstýrið og fíggjar- nevndina. – Ætlanin er at taka støð- una til viðgerðar í lands- stýrinum, men eg kann ikki siga í núverandi løtu, at neyðhjálp heilt víst verður send, tí eg havi ikki ráðført meg við neyðugu persónar- nar, sigur ein varin Jóannes Eidesgaard. Politiska ar- beiðið liggur í stóran mun stilt undir høgtíðini, og tí skal løgmaður fyrst fáa fólk til arbeiðis og kalla saman til fundar, áðrenn nakað kann gerast. – Men um vit velja at engagera okkum í neyð- hjálpini, hevur tað skund, og so eru ikki stundir at kjakast aftur og fram. Van- liga verður Fíggjarnevndin eisini kalla saman, og so verður ein eykajáttan sam- tykt í skundi, sigur løgmað- ur. Ovasti myndugleiki landsins hevur ikki heim- ildir til sjálvur at taka nøkur stig, og tí skal ein møgulig eykajáttan ígjøgnum fíggj- arnevndina og løgtingið. – Tí kann eg ikki siga nakað ítøkiligt, áðrenn eg havi havt samband við myndugleikan á økinum, slær løgmaður fast. Jóannes Eidesgaard vísir á, at Føroyar fyrr hava sent neyðhjálp í skundi, tá neyðstødd lond hava havt tørv á bráðfeingishjálp. Føroyska stjórnin hevur fyrr sent um eina millión til bæði Kosovo og Afghan- istan, men løgmaður vil ikki siga nakað um møgu- ligar upphæddir. – Vanlukkan er júst hend, eingin hevur verið til ar- beiðis í landsstýrinum um jólini, og tí er ov tíðliga at siga, um og í hvønn mun vit kunnu veita neyðhjálp, men eg eri sinnaður at taka støð- una til viðgerðar skjótast gjørligt, sigur Jóannes Eidesgaard. ST-áheitan Kring heimin eru tiltøk longu farin í gongd at hjálpa til eftir ræðuleik- arnar í India, Indonesia, Sri Lanka, Teilandi, Maldivun- um, Bangladesh, Nyanmor og Kenya. ST heitir á "massivan altjóðan stuðul", og pávin í Róm hevur verið frammi við somu áheitan. Úr rúgvuni kann nevnast, at ES-kommisiónin hevur játtað 22 milliónir krónur til neyðhjálpina í Suður- asia, danski Reyði Krossur hevur játtað 200.000 krón- ur, altjóða Reyði Krossur hevur játtað 500.000 krón- ur, og hópin av læknahjálp er send av avstað ymsa- staðni frá. Løgmaður og landsstýrið skulu nú taka støðu til, um Føroyar skulu luttaka í neyðhjálpini. Landsstýrið umhugsar at senda neyðhjálp Mynd: Løgmaður fer at kalla landsstýrið saman og viðgera, um og í hvønn mun Føroyar skulu luttaka í neyðhjálpar- arbeiðinum í Suðurasia, har jarðskjálvti higartil hevur kravt um 23.000 mannalív